Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-12, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2007síða 46

‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 30 - 12. februar 2007 Tvøroyrar Býráð hevur ikki slept ætlanini um, at gera Drelnes til oljuhavn Oljuhavn Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað var við bjørtum vónum, at Tvøroyrar Býráð seinast í nítiárunum bjóðaðu seg fram at hýsa eini føroyskari oljuhavn á havnalagnum á Drelnesi. Fyri at hava styrkja sína støðu í kappingina um at fáa oljuhavnina, fór Tvøroyrar Býráð í 2000 í samstarv við Danbor í Danmark, sum er eitt felag hjá Maersk. Tað samstarvið endaði við eini avtalu, sum gevur Danbor rætt til økið í 10 ár. Tær útbyggingar, sum ein møgulig oljuvinna kravdi, skuldi Danbor átaka sær fyri egnu rokning, aftururfyri avsláttri í leigu. Men tá ið avgerðin um oljuhavnina skuldi takast, var tað eitt stórt vónbrot hjá teimum á Tvøroyri, at Drelnes varð funnið ov lætt og ístaðin endaði oljuhavnin fyribils í Runavík. Men nú gongur tað so av álvara tann vegin, at tíðin, sum Danbor hevur rætt til Drelnes, er farin. Sostatt er spurningurin nú, hvat skal henda við øki­ num. Bæði áhugi og vilji Sostatt gongur avtalan ímill­ um Tvøroyrar Býráð og Dan­bor út í 2010. Og spurningurin er so, hvat skal henda við økinum eftir hetta. Men Bergur Bærendsen, sum er formaður í havna­ nevndini hjá býráðnum á Tvøroyri, sigur, at tey hava hvørki slept ætlanini ella minst hugin at bjóða Drelnes fram sum oljuhavn. Tað ger hann greitt, hóast mong ár nú eru farin, síðani Runavík varð skipað sum oljuhavn uttan at nakað virksemi av týdning hevur verið á Drelnesi. – Vit hava altíð havt áhug­ að fyri at bjóða Drelnes fram til oljuhavn og áhug­in er ikki minni nú, sigur hann. Og vit halda framvegis, at tað var bara fyribils, at oljuhavnin varð løgd í Runavík. Hann sigur, at tá ið tey upprunaliga fóru at hugsa um Drelnes sum oljuhavn, boðaðu teir feløgum á øki­ num í samstarv. Har var Danbor besta boðið upp á ein sam­starvs­ felaga og tað felagið hava tey á Tvøroyri hildið seg til síðani. – Men hóast onki olju­ virk­semi hevur verið á Drel­ nesi, hevur Danbor víst stóran áhugað fyri økinum og er javnan í sambandi við Býráðið í hesum sam­ bandi, sigur formaðurin í Havnanevndini. Bergur Bærendsen sigur, at býráðið hevur framvegis samband við Danbor og hann vónar framvegis, at ætlanin at fáa eina oljuhavn á Drelnesi, fer at bera frukt. Spurningurin er so um samstarvið við Danbor verð­ ur longt, ella um býráðið fer at royna aðrar leiðir, ella um býráðið sjálvt fer at royna at selja økið. - Danbor hevur víst seg at vera sera áhugað í økinum, hóast vit øll enn eru í bíðistøðu og tí kann tað hugsast, at samstarvið fer at halda fram, tó at als ongin avgerð er tikin enn. Men hetta er so ein spurningur, sum verður tikin upp teir næstu mánaðirnar, leggur hann afturat. - Vit hava framvegis álit á, at Runavík er ein fyribils oljuhavn. Men fyribils hevur oljuhavnin har ikki kastað tað stóra av sær. Kortini væntar Bergur Bærendsen hann, at býráðið fer at kanna, hvørjir møgu­ leikar eru, áðrenn ein nýggj avtala verður gjørd. Hann sigur, at býráðið hevur eisini arbeitt fyri at fáa ferðamannaskip inn á Trongisvágsfjørð. Men ein møguleiki, sum tey eis­ ini hava arbeitt við, er at brúka fjørðin til havn hjá útlendskum skipum, har tey kunnu umskipa proviantera og annars fáa tær tænastur, tey hava brúk fyri. – Her verður serliga hugs­ að um russisk skip, sum avgjørd eru ein áhugaverdur marknaður. Spurningurin er so, hvussu hetta kann fáast at sampakka við eina olju­ havn. - Danbor hevur í øllum førum gjørt greitt, at fyri tey er ongin forðing fyri at Drelnes verður brúkt til onnur endamál, so leingi onki oljuvirksemi er á stað­num og so leingi tað ikki tarnar teirra møguliga virksemi. So møguleikarnir eru ymiskir, sigur Bergur Bærendsen. Men tað er avgjørt minst líka stórur áhugi fyri at bjóða Drelnes fram til olju­ havn nú, sum tað var tá, leggur hann afturat. Hava onki ímóti at bíða Danbor hevur ikki mist hugin at halda fram á Tvøroyri Oljuhavn Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Eg vænti, at vit hava hug at halda fram. Hendrik Thomsen, er føroyskur nevndarlimur í Norserv, dótturfelagnum hjá Maersk-felagnum, Danbor, ið hevur havt ætlanir um at gera oljuhavn á Drel­nesi á Trongisvágsfirði. Nú eru trý ár til avtalan ímillum Tvøroyar Kommunu og Danbor um havnarlagið á Drelnesi, gongur út og spurningurin er so, hvat hendir. -Tað er ein spurningur, sum ikki er viðgjørdur so nógv enn, sigur Hendrik Thomsen. Men hann leggur afturat, at tað veldst eisini um, hvørja støðu, Tvøroyrar Býráð hevur og hvat kommunan ætlar at brúka økið til. Men sum tað sæst í aðrari grein, hevur kommunan avgjørt áhugað at tosa við Danbor um at longja avtal­ una. Og Hendrik Thomsen væntar somuleiðis, at áhugi er fyri tí hjá Danbor. - Vit eru regluliga í sambandi við Tvøroyrar Kommuna og eg vænti, at vit høvdu havt áhuga at hildið fram, sigur hann. Hesi sjey árini, avtalan hevur gingið, er lítið og onki hent. - Vit mugu staðfesta, at tað gongur seint í hesi vinnuni og higartil hava vit bara bíðað. Samstundis ásannar hann, at tey hava lítið mist hesa tíðina. - Sum støðan hevur verið higartil, hevur tað ikki verið so átrokandi at bjóða Drelnes fram sum oljuhavn, tí higartil hevur virksemið ikki kastað nakað av sær, í hvussu so er av nøkrum týdningi. Hinvegin ásannar hann eisini, at tann dagin, vit fara at bora eftir olju, er støðan ein heilt onnur. - Tá fer virksemið at veksa heilt nógv og tá verður tað áhugavert at bjóða seg fram. Og tá er tað eisini ein spurningur um tað er nógv mikið við einari oljuhavn í Runavík. Samstundis er avtalan við Runavík við at líða ímóti endanum eisini. Sostatt hava teir als ikki mist álitið á, at nakað kann spyrjast burturúr. Síðani Strandferðslan flutti yvir á Krambatanga, hevur at kalla als onki virksemið verið á Drelnesi. Men áhugin at bjóða øki út til oljuhavn livir enn Eru framvegis áhugað at bjóða Drelnes fram – Hóast lítið er hent seinastu árini, hevur Tvøroyrar Býráð hvørki mist áhugan ella viljan til at bjóða Drelens fram sum oljuhavn og at halda fram við samstarvinum við Danbor, sigur Bergur Bærendsen, sum er formaður í Havnanevndini hjá Tvøroyrar Býráð. Enn er tó onki avgjørt