Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-12, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2007síða 54

‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 30 - 12. februar 2007 Nú føroyska olju­ felagið Atlantic Petroleum fer inn í eitt nýtt tíðarskeið, heldur Wilhelm Petersen, stjóri, at tað fer at merkja, at ferðin á vøkstrinum fer at økjast Oljufeløg Gunnar Skúvadal puffin@post.olivant.fo - Vit hava so væl og virðiliga rokkið øllum teimum mál­ um, sum vit settu okkum fyri fimm árum síðani, og meir enn tað. Soleiðis sigur ein vælhýrdur Wilhelm Pet­ ersen, oljustjóri, í telefonini úr London. Har er hann á nevndarfundi saman við nevndini í lítla føroyska olju­ felagnum. Men orðið lítið er kanska skeivt at brúka. Tí um fá ár fer Atlantic Petroleum frá at vera eitt lítið oljufelag í altjóða høpi til at vera eitt miðalstórt felag, sum hevur virksemi innan øll økini, leiting, menning og framleiðsla av olju. - Tað áhugaverda er, at alt hevur higartil gingið, sum vit høvdu ætlað, ella kanska entá nógv betur. All­ar okkara ætlanir, tá vit stovnaðu felagið, eru ging­ nar út 100%, sigur Wilhelm Petersen. Og tað gevur blóð uppá tonna at halda fram sum ætlað og ikki helma í. Størri vøkstur Wilhelm Petersen vísir á, at tá virksemið nú verð­ur víðkað til eisini at um­fata framleiðslu, so menn­ist grundarlagið undir felag­ num eisini til ein størri og skjótari vøkstur. - Fortreytirnar hjá okkum at vaksa nú, í mun til fyri fimm árum síðani, tá vit løgdu okkara ætlanir, eru so nógv betur, tí tað hevur gingið okkum so væl. Vit hava víst, at vit kunnu víðka kapitalgrundarlagið und­ir felagnum, og útvegað felagnum aktiv. Felagið er væl kapitaliserað og vit hava onga skuld. Sam­ stundis fáa vit okkara egna peningastreym og tað leggur aftur lunnar undir góða fígging av størri inn­ keypum, so, jú, eg haldi, vit hava allar orsøkir til at vera bjartskygd, sigur Wilhelm Petersen. Fair value 700 kr Atlantic Petroleum hevur ikki nakra meting um, hvat úrslitið hjá felagnum í ár verður. Einasta sum liggur fast er, at framleiðslan av olju byrjar í ár, og felagið á fyrsta sinni fær inntøkur. Men hvussu nógvar, og hvat úrslitið av rakstrinum verður, er ov tíðliga at siga enn. - Tað veldst um, nær fram­leiðslan byrjar. Í veru­ leikanum er næsta ár kanska enn meira spennandi, tí tá fer Ettrick fundurin at kasta pengar av sær, sigur Wilhelm Petersen. Spurningurin er so, hvat ein skal vænta sær av Atlantic Petroleum parta­­brævinum, sum í dag er skrásett bæði á ICEX marknaðinum í Reykjavík og Københavns Fondsbørs í Keypmannahavn. Har liggur kursurin í skrivandi løtu á 613 krónum, sum er ein vøkstur uppá umleið sjey prosent farnu vikuna. Hetta hendir eftir eina oyði­ markargongd síðani mitt í oktober mánað í fjør, tá partabrævið kundi handlast fyri smáar 100 krónur meira. - Tá nógv hendir í felag­ num, speglast tað í kurs­ unun, tað syrgir mark­nað­ urin fyri, sigur Wilhelm Petersen. Hann vil ikki geva nakað boð uppá, hvar kursurin liggur um eitt ár. Men í eini greining, sum Gudme Raashou sendi út fyri tveimum vikum síðani var eitt krónutal uppá 700 krónur sett á partabrævið sum sonevnt ”fair value”. Wilhelm Petersen vil ikki gera viðmerkingar til hesa greining, men sigur bara, at teir ætla at gera sítt til at virðini í felagnum skulu økjast. Marknaðarvirði uppá 640 mió Partapeningurin í Atlantic Petroleum er góðar 200 milli­ónir krónur. Men mark­ naðarvirði við dagsins kursi er nærri 700 milliónum. Hetta virði fer at økjast enn meira, um kursurin fer upp har sum Gudme Raashou væntar hann fer at liggja. Tað eru 8 ár síðani At­lantic Petroleum varð stovn­að. Fyri 5 árum síðani vórðu langtíðarætlanirnar hjá felagnum lagdar, og tað eru tær sum eru hepnaðar so væl sambært stjóranum. - Tað sum hevur heilt stór­an týdning, og sum hevur eydnast so væl, er, at vit nú fáa okkara egna peningastreym. Tað er her Atlantic Petroleum víkir so nógv frá øðrum líknandi feløgum, sigur Wilhelm Peter­sen. Ræðist ikki oljuprísin Seinastu tíðina er prísurin fyri ráolju nógv lækkaður. Í dag kann ein tunna av ráolju keypast fyri undir 60 dollarar. Tað er ein stór minkanig síðani toppin í summar, sum var nærum 80 dollarar fyri tunnuna. Men tað er ikki nakað, sum fær tey í Atlantic Petroleum at stúra. Wilhelm Petersen minnir á, at tá Atlantic Petroleum byrjaði sín rakst­ ur, og ætlanir og útrokn­ ingar vórðu gjørdar, var oljuprísurin millum 20 og 25 dollarar fyri tunnuna. - Tí er í veruleikanum rúm fyri sera stórum mink­ ingum, áðrenn oljan verður so ódýr, at vit noyðast at endurskoða nakað, sigur hann. Eitt annað er so tað, at kjakið um vakstrarhúsárin og dálking í seinastuni av álvara er kyknað upp­ aftur, tí tær spáddu veður­ lagsbroytingarnar nú vísa seg at vera sjón fyri søgn. Men umhvørvið og dálkingin er nakað, sum øll oljufeløg í dag hava lært seg at hava í bakhøvdinum, sum stjórin í Atlantic Petroleum málber seg. - Hetta er jú ikki nakað nýtt, og hóast kjakið nú, so ivist eg lítið í, at olja verður tann primera orkukeldan í nógv ár afturat, sigur Wil­ helm Petersen, sum sostatt ongantíð hevur ivast í teirri grundleggjandi íløguni, nú so nógv verður tosað um alternativar orkukeldur. Næstseinasta leygardag hevði Atlantic Petroleum eykaðalfund. Føroysk lóg krevur, at felag sum er skrásett á Københavns Fondsbørs skal hava tveir løggildar grannskoðarar. Tað hevði Atlantic Petrol­ eum ikki, og tí skuldi ein veljast afturat verandi grann­ skoðara. Spekt varð valdur til nýggjan grannskoðara, saman við Inpact sum var frammanundan. Vøksturin fer at vaksa Wilhelm Petersen, stjóri- Vit hava so væl og virðiliga rokkið øllum teimum málum, sum vit settu okkum fyri fimm árum síðani, og meir enn tað.