mánadagur 12. februar 2007síða 58
‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 30 - 12. februar 2007
Oljuvinna
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Melkøya: - Vit í Føroyum
eru eftirbátar á hesum øki.
Vit, sum arbeiða í Noregi
síggja hvønn dag, hvussu
neyðugt tað er at fólkini eru
væl útbúgvin, sigur Hans
Jákup, sum er ættaður av
Skála.
Hann hevur verið ein av
teimum mongu føroying
unum, sum hava arbeitt á
norsku gassoynni Melkøya
í Norðurnoregi.
Ynskið hansara hevur
verið – og er – at føroyingar
kunnu standa so væl tilbúnir
sum yvirhøvur gjørligt, um
og tá farið verður undir
eina føroyska oljuvinnu.
Hans Jákup er sannførdur
um, at slíkt kemur ikki av
sær sjálvum. Neyðugt er
allatíðina at fyrireika seg
optimalt, við at útvega føroy
ingum royndir og førleikar
innan hesa vinnuna í øðrum
londum.
- Okkara ynski er, at tey
føroysku handverkarafeløg
ini, sum senda limir sínar til
Noregs, seta seg meiri inn í
teir norsku sáttmálarnar.
- Á henda hátt kunnu
vit fáa somu rættindi sum
norsku starvsfelagar okk
ara, og soleiðis kunnu okk
ara viðurskifti verða skipað
á besta hátt, sigur Hans
Jákup.
Ein vinna til
framtíðina
At Hans Jákup yvirhøvur
kom
í
samband
við
Melkøya, kann hann takka
øðrum monnum fyri, sum
høvdu verið har áður.
- Eg hoyrdi aðrar tosa
um Melkøya, og tað ljóðaði
áhugavert í mínum oyrum.
Eg hevði so einki ímóti at
fara undir nýggjar avbjóð
ingar har yviri, sigur hann.
Hann visti lítið um PAM
Offshore Service og fyri
reikingarnar á Melkøya tá.
Men ein telefonsamrøða við
táverandi fyrisitingarleiðar
in, Gunvør Balle sannførdi
hann um, at hetta eisini var
nakað fyri hann.
Tíðspunktið fyri hesi
samrøðuni var rættiliga væl
valt: PAM var júst um hetta
mundið í ferð við at økja
um virksemið sítt á norsk
ari jørð.
Felagið hevði stutt fram
manundan fingið eina avta
lu í lag um at økja virksemið
sítt á hesum staði, har eitt
stórt gassanlegg var í gerð.
Her var stórur tørvur á
elektrikarum, eisini úr Før
oyum.
Tá møguleikin beyðst,
vóru tað beinanvegin fleiri
mans ið sóu ein møguleika
at fara inn í eina vinnu,
sum teir og mong onnur
vóna fer at taka seg upp her
á landi.
Gassverkætlan
PAM Offshore Service er
eitt dótturfelag hjá skipa
smiðjuni í Havn og varð
stovnað í 1998.
Endamálið var stutt sagt
at veita mekaniskar, elek
triskar og sveisitænastur til
oljuvinnuna.
Felagið fekk samstarv í
lag við Aker Maritime í
Noregi, og tey næstu fýra
árini vóru regluliga millum
10 og 15 føroyingar í starvi
í oljuvinnuni í Noregi.
Fyri
sløkum
trimum
árum síðani eydnaðist aftur
at fáa samstarv í lag um at
fáa fólk í arbeiði. Hetta var
í sambandi við stóru gass-
verkætlanina á Melkøya, ið
liggur beint uttanfyri Ham
merfest.
Aker Stord og Aker Kvaer
ner Elektro fingu her ein
stóran sáttmála, ið innibar at
eitt stórt tal av m.a. sveisar
um og elektrikarum skuldu
arbeiða í hesi verkætlan tey
komandi árini.
Her varð tíbetur eisini
brúk fyri arbeiðsmegi úr
Føroyum.
Nærum liðugt
Síðani arbeiðið byrjaði av
álvara hava nógvir føroy
ingar brúkt kunnleika og
handverk sítt sum sveisarar
og elektrikarar í ymiskum
Melkøya byrjar fra
- Í Føroyum verður alt ov nógv
hugsað um kostnað, tá talan at geva
fólki ein førleika til arbeiðið sítt.
- Í Noregi er munandi øðrvísi: Ynskja
fólk innan oljuvinnuna at fara á skeið,
ja so sleppa tey! Á henda hátt fáa
tey økta vitan og verða betri før at
loysa uppgávurnar, sigur Hans Jákup
Johannesen, sum er álitismaður
hjá føroysku elektrikarunum sum
arbeiða á Melkøya.
Frá at hava verið ein lítil og
óbygd oyggj tey seinnu árini,
er Melkøya í dag vorðin til
mest útviklaða móttøkustað
ið og reinsianleggið fyri gass
úr Snøhvit-feltinum.
”
Einki verður spart uppá trygdina á Melkøya. Her eru teir tríggir føroyingarnir – vinstrumegin Magni Dam, Eyðun Petersen og Eyðun Gaardbo - í ferð við eina trygdarrundu. Eyðun Petersen og Hans Jákup
Johannesen hava ábyrgd av hesum arbeiðinum