mánadagur 12. februar 2007síða 62
‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 30 - 12. februar 2007
Lætt er at hava samband við tey kæru heima í
Føroyum. Eyðun Petersen hyggur eftir eini mynd,
hann hevur fingið sendandi umvegis telduna. Á
telduskíggjanum sæst ommusystir Eyðun, Anna
á Roykheyggi, sum situr undir Martu, dóttrini
hjá Oddfríði Gaardbo, sum er svágur Eyðun
Hvønn leygardag eta teir eina betri máltíð á arbeiðsplássinum – vinstrumegin: Jóhannus á Rógvu úr
Vestmanna, Rúni Mortensen úr Sundalagnum, Gisli Poulsen úr Havn og ein norðmaður
Per Holm Andersen og Hans Jákup Johannesen (sum hevur
tikið allar myndirnar á Melkøya) práta saman og leggja
dagsins arbeiði til rættis
Matsteðgur er á
arbeiðsplássinum
– vinstrumegin Per
Holm Andersen, ein
dani og aftanfyri
Dánjal Jákup í
Brekkunum úr
Hósvík og aðrir
føroyingar
Dagligt lív
á Melkøya
Á Melkøya verður arbeitt 12 tímar um dagin sjey dagar
um vikuna. Farið verður til arbeiðis kl. 6:30 og endar
arbeiðsdagurin kl. 18:30, tá ein heit máltíð verður etin.
Tá menninir umsíðir hava eina fríløtu eru nógvir
møguleikar at stytta sær stundir við, til dømis lesistova,
sjónvarpsstova, fitnessrúm og telducafe.
Teir eru á Melkøya í 14 dagar og hava síðani frí í 21
dagar.