mánadagur 12. februar 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 30 - 12. februar 2007
Tað, sum er hent í seinastuni við Sambandsflokkinum
og Tjóðveldisflokkinum, tykist standast av einum
nýggjum ráki í føroyskum politikki. Tað, sum eyðkennir
hetta rák er, at ávísir politikkarar og teirra veljarar
orientera seg meira eftir átrúnaðarligum enn eftir polit
iskum linjum. Hetta rákið kom við núverandi Miðflokk
inum og hevur hetta rákið støðugt vundið upp á seg.
Fyri nøkrum árum kunndu allir flokkar rúma øllum
átrúnaðarligum áskoðanum, samkomum og fólkakirkj
unar limum. Tað, sum var avgerandi, var politiska
áskoðanin. Hetta var í tráð við meginreglu í okkara
fólkaræði, sum snýr seg um, at vit býta okkum upp
eftir okkara politiska og ikki eftir okkara átrúnaðarligu
sjónarmiðum. Tað tykist, sum tann gamla demokratiska
meginreglan um átrúnað fyri seg og politikk fyri seg er
undir sterkt vaksandi trýsti. Við hesum nýggja ráki er
føroyskur politikkur komin til eitt vegamót, sum allir
teir gomlu flokkarnir mugu fyrihalda seg til.
Úrslitið av hesum nýggja ráki er eins týðuligt og tað er
komið óvart á flokkarnar í hesum føri Sambandsflokk
og Tjóðveldisflokk. Næstu ferð verður tað onkur annar
flokkur, sum kemur at gera hesa royndina. Tað er iva
samt, hvørt hetta nýggja rákið gagnar fólkaræðinum.
Hví skal lóggávuvaldið nýtast við átrúnaðarligum enda
máli? Skulu fólk við lóg noyðast til at hava ávísa trúgv
ella til at trúgva tað sama sum politiska valdið? Var tað
ikki júst hetta, at statsvaldið tvingaði fólk til ávísa
trúgv, sum førdi til kúgan og trælkan í gomlum døgum?
Er ikki átrúnaðarfrælsið í grundlógini ein ómissandi
rættur hjá borgarunum i einum fólkaræði?
Tað er ikki vandaleyst, at føroyskur politikkur er við at
flyta seg inn á hesa nýggju kós. Forsprákararnir eru
harðmæltir, og tann, sum talar ímóti, kann skjótt verða
stemplaður sum ógudiligur, sum er nakað av tí versta
ein rættur føroyingur kann vera. Alfred Olsen og Karst
en Hansen hava átikið sær eina sera stóra ábyrgd við at
fara inn á hesa leið. Teir kunnu við avgerðum sínum
slóða fyri einum valstríði, sum fer at snúgva seg um
átrúnað heldur enn um politikk. Hetta er valla gagnligt
fyri nakað og als ikki fyri demokratiið, sum er tað
besta, ið vit eiga. Vit skulu ikki ferðast langt fyri at
koma til lond og samfeløg, sum eru syndrað av beiskum
átrúnaðarligum stríði og ósemjum. Er tað nakar, ið
ynskir sær írsk ella balkanansk, fyri ikki um at tala
irakisk viðurskifti her í okkara elskaða, friðarliga og
djúpt kristna landi? Hví so blanda politikk og átrúnað?
Hvør vinnur við hesum og hvat verður vunnið við at
politisera átrúnaðarligu viðurskifti og trúarlív føroy
inga? Hvønn rætt hava ávísir politikkarar og flokkar til
at taka sær patent uppá kristindómin? Tað er ein spurn
ingur, sum mong munnu seta sær í hesum døgum.
Sosialurin
Átrúnaður og politikkur
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kvinna
biður
Brynhild
Thomsen um umbering fyri
mistak í nýggjastu Kvinnu
nr. 1/2007. Av misgávum er
navnið hjá Brynhild komið
at standa við okkara egnu
grein og manglar við tær
greinarnar, sum hon hevur
skrivað.
Brynhild Thomsen hevur
nevniliga skrivað áhuga
verdu greinarnar um Benju
Stig Fagerland, Elisabeth
Møller Jensen og Trine Gre
gorius. Her vantar hennara
navn.
Brynhild hevur ikki skriv
að innleiðandi tekstin við
kunning um kvinnudagin 8.
mars. Og av misgávum
stendur hennara navn her.
Vit eru sera hørm um mis
takið. Brynhild er ein sera
dugnaligur og seriøsur jour
nalistur. Vit vóna, at okkara
mistak ikki fer at ávirka
hennara umdømi negativa
vegin. Hinvegin vóna vit, at
góðu greinarnar undirstrika
hennara dygdir sum jour
nalistur.
Kvinna takkar Brynhild
Thomsen fyri hennara stóra
og væl úr hondum greidda
arbeiðið. Umframt at skriva
greinarnar, hevur Brynhild
verið ein góður samstarvs
partnari til at finna røttu
nøvnini til Kvinnudagin 8.
mars og til at gera samrøð
urnar. Vit takka Brynhild
fyri góða samstarvið og
biðja orsaka mistakið.
Umbering til Brynhild Thomsen
Blaðstjóri
Lena L.
Mohr
Løgtingið hevði aðalorða
skifti um fólkaskúlan, og
hevði eg fyrireikað meg til
orðaskiftið.
Men eg kom ikki so langt,
tí eg endaði á skaðastovuni,
tí eg kom í eitt ferðslu
óhapp.
Mær tykist, at í hesi
orrustu loypa fólk upp, sum
so ofta, og siga at einasta
rætta er at leggja skúlan út
til kommununar.
Hví skuldi tað verði tað
rætta? Ikki tí, kommunurnar
umsita
meginpartin
av
skúlaverkinum.
Tær
kommunur,
sum
hava verið tyngdar av láns
byrðum, og sum ikki eru
náddar niður, har ið landið
krevur skuld at verða, fáa
ikki loyvi at gera nakað við
skúlan viðv. umbygging
ella nýbygging.
Hetta er eitt sum má rætt
ast, at kommunurnar gerða
bestu karmar til børnini.
Síðani fari eg at skriva
tað, sum skúlastýrið á Sandi
vísti mær á, og kann eg
ásanna tað sama frá Skopun
ar skúla.
Eg fari at skriva brævið
so nøkurlunda, sum eg fekk
tað. Her verður víst á, at
hesi 10 árini hava børn í ein
um minni skúla fingið 600
til 800 tímar minni enn í ein
um størri skúla.
“Í fjølmiðlunum herfyri
hoyrdu vit, at ført varð
fram, at allir 1. flokkar í
landinum hava sama tíma
tal. Men so er ikki. Vit eru
foreldur, ið hava samanborið
tímatalvur hjá okkara børn
um við tímatalvur í øðrum
skúlum, og har er munur á.
Børnini í okkara skúla hava
minni tímar um vikuna enn
onnur børn í landinum.
Hvussu ið hetta verður
roknað út í Mentamálaráð
num, kemur sum so ikki
okkum foreldrum við, men
vit eru eitt samt skúlastýrið,
ið heitur á tykkum, um at
gera eitthvørt við hesa
støðu, so at vit eisini kunnu
gera okkara til at vánaligu
úrslitini hjá Pisa-kanningini
fara at venda innan næstu
kanning í 2009.
Sum er sigur Pisa-kann
ingin, at børn ið ganga á
smærri skúlum klára seg
verri enn børn, ið ganga á
størri skúlum. Og mann ein
av orsøkunum ikki vera
tann, at børnini í smærri
skúlunum hava færri tím
ar?
Eitt barn í 1. flokki í okk
ara skúla hevur 17 tímar, og
tá fær tað deilda undirvísing,
tað vil siga, at tað eru tveir
flokkar í hvørjari stovu.
Um børnini í okkara
skúla so hava minni tímar
enn hini børnini í 10 skúla
ár, so kann roknast út, at tey
í hesi 10 árini verður tað til
ein 600 – 800 undirvísing
artímar.
Hetta er als ikki nøktandi,
og hetta mótmæla vit harð
liga!”
Sum vit síggja, so eru
møguleikarnir nógv verri
úti á minni skúla. Minni
tímar tí flokkarnir eru 2
býttir.
Skúlarnir verða ikki gjørd
ir til tann tørv nútíðin krev
ur, tí sum áður nevnt, fáa
kommunurnar ikki loyvi at
lána til t.d. skúlar.
Hvussu er stætt við børn
unum, sum krevja serundir
vísing, vegna at tey eru
sein?
Tað er ein kampur, sum
ikki er at koma í gjøgnum.
Tímarnir
til
sertørv
minka og minka. Ofta er
svarið, at onkur skal koma
og meta um næmingin, eftir
at skúlastýrið hevur gjørt
vart við henda stóra vanda.
Eg havi so upplivað, at
spurt eftir nær hesin kemur,
ella sum skriftin sigur,
skulu vit vænta ein annan?.
Hesi viðurskifti skulu
virka!
Tá tosað verður um, at
børn skulu fyrr í skúla, so
er mítt svar nei. Og um 10.
flokkur skal strikast, so er
mítt svar: Hann skal verða.
Til seinast. Formaðurin í
Lærarafelagnum hevur ver
ið nógv frammi, og hevur
hann ein brennandi vilja
fyri at fáa ein betur fólka
skúla, og eri eg so samdur
við honum, at peningur skal
á borðið. Álvaran við fólka
skúlanum eiga vit løgtings
fólk at taka til okkum.
So latið okkum øll rætta
hendur út og vísa okkara
besta vilja.
Lærarar, foreldur, skúla
stýrið, kommunur og land
ið. Latið okkum gerða bestu
karmar fyri okkara børn.
Ein útrætt hond til Fólkaskúlan
Løgtingsmaður og
borgarstjóri
Gerhard
Lognberg
Hjartaliga væl
komin inn í
Miðflokkin
Hansen!
Eg fari at takka tær, at tú
stóð fæst við tít val vegna
grein 266B. Eg taki hatt
in av fyri einum manni,
ið stendur við sítt orð.
Tað er gott at vita, at tú
valdi Miðflokkin til tín
flokk, sum hevur somu
primeru mál sum tú sjálv
ur gongur inn fyri. Eg
veit, at tú kemur at sigra
við hesi avgerð, og vit
fara at vaksa enn meir til
komandi val, hvør veit,
um vit ikki verða fýra
ella enn fleiri.
Karsten, hjartaliga væl
komin inn í flokkin.
Varamaður á tingi
Vinjard
Johansen