mánadagur 12. februar 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 30 - 12. februar 2007
tíðindi
Festarar skulu ikki
sjálvir hefta fyri lán
til festi tí tað máar
støðið undan teirra
rættartrygd
Bóndalív
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er skeivt at krevja, at
festarar sjálvir skulu hefta
fyri lánum til festið.
Tað heldur Løgtingsins
Umboðsmaður.
Búnaðargrunnurin brúkar
annars tað mannagongd at
hann
krevur
persónliga
trygd frá festarum, sum
taka lán til festið.
Tað hevur Bóndafelagið
ikki góðtikið og tað endaði
við, at felagið legði málið
fyri Løgtingsins Umboðs
mann
Ùrskurðurin hjá Umboðs
manninum er ein tvífaldur
ósigur fyri Bún aðargrunn
in.
Fyrst meinti Búnaðar
grunnunin, at hann var ikki
um ein partur í almennu
fyrisitingini og koma sostatt
ikki undir heimildarøkið
hjá Umboðsmanninum.
Men Løgtingsins Umboðs
maður sigur, at ongin ivi er
um, at grunnurin er ein part
ur í almennu fyrisitingingi
og sostatt eisini er umfatað
ur av virkisøkinum hjá
umboðsmanninum.
Haraftafturar
heldur
Umboðsmaðurin, at við at
krevja persónliga kautión
frá festara, kann Búnaðar
grunnurin seta festaran í
eina vánaliga rættarstøðu, tí
festarin kautionerar persón
ligt fyri eitt lán til festið, ið
landið eigur.
Samstundis hevur festarin
onga trygd fyri, at hann fær
fult endurgjald fyri gjørdar
íløgur á festið.
Einki í lógargrundarlag
num gevur ábending um, at
ætlanin hevur verið, at
grunnurin skuldi krevja per
sónliga kautión frá festarum
fyri festilán.
Tvørturímóti bendir alt á,
at ætlanin hevur verið, at
Búnaðargrunnurin
skal
tryggja, at lán einans verða
veitt til virksemi, sum hevur
vinnuligt grundarlag, og at
raksturin kann bera lánið.
Umboðsmaðurin
metti,
at kravið um persónliga kau
tión er ein órímilig treyt at
seta festarum. Tann hátturin,
sum grunnurin velur at
tryggja sínar ognir uppá,
stendur ikki í mát við tær
avleiðingar,
sum
kunnu
verða fyri festaran. Umboðs
maðurin bað tí Búnaðar
grunnin um at taka spurn
ingin um persónliga kautión
upp til nýggja støðutakan
og lata seg frætta, hvat víð
ari hendir í málinum.
Ætlanin var at ein
brunnbátur skuldi
brúkast til farmaflutn
ing út men skúvoying
ar settu seg ímóti tí og
teir fingu sín vilja
Skúvoyarsigling
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað verður framvegis Ritan,
sum fer at røkja farmaflutn
ingin til og úr Skúvoy.
Tað staðfestir Jacob Vest
ergaard, landsstýrismaður.
Ì løgtinginum spurdi Páll
á Reynatúgvu um tað er
rætt, at skúvoyingar fara at
missa farmatúrarnar hjá Rit
uni og ístaðin skulu dúva
uppá neyðloysn við einum
brunnbáti til farmaflutning.
Tað er nú at siglingin til
Nólsoyar skal økjast, at
Strandferðslan ætlaði at
taka Rituna úr farmasigling
ini til Skúvoyar og at lata
ein brunnbát føra farmin til
og úr Skúvoy.
Landsstyrismaðurin vísti
á, at Ritan siglir við farmi
til og úr Skúvoy hvønn týs
dag og ætlanin var at bøta
um farmaflutningin til og
úr oynni við at lata brunn
bátin Dragaberg sigla við
farminum ístaðin.
Støðan er tann, at viðrar
ikki týsdagar hjá Rituni,
kann farmaflutningurin til
Skúv oyar verða seinkaður í
fleiri dagar og enntá í vikur.
Men kundi Dragaberg siglt
við farmi helt hann at sigl
ingin kundi verið meiri reg
lulig. Og hann helt, at fyri
so vítt kundi kundi tað gera
tað sama, hvørjum báti,
farmurin varð førdur í og úr
oynni við.
Men skúvoyingar hava
mótmælt hesum og tískil
hevur Strandferðslan slept
ætlanina.
Sostatt fer Ritan framveg
is at flyta farm til Skúvoyar
hvønn týsdag. Viðrar ikki,
er ætlanin at royna at finna
aðra loysn, so at farmaflutn
ingurin ikki verður seinkað
ur órímiliga leingi.
Annars ætlar Strandferðs
lan at gera royndir við øðr
um farmaflutningi til og úr
Skúv oy fyri at vita um tað
ikki ber til at bøta um tæn
astuna og reglusemið í hes
um flutningi.
Tað er verri at fíggja
sethús á bygd enn tað
er í Havnini, men tað
er ikki eitt mál, sum
landsstýrið heldur at
tað er neyðugt at gera
nakað við
Sethúsafígging
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Landsstýrið fer ikki at gera
tað lættari at fíggja sethús á
bygd.
Tað gjørdi Bárður Niel
sen, landsstýrismaður í fígg
jarmálum, greitt, nú hann
svaraði einum spurningi frá
Kára P. Højgaard, løgtings
manni.
Løgtingsmaðurin vísti á,
at hús á bygd hava lægri
søluvirði enn hús í Havn.
Hann sigur, at byggir tú
eini hús á útoyggj, kosta tey
áleið 1,2 millión. Tá húsini
eru liðug, kanst tú neyvan
selja tey meir enn 800.000
krónur, sum er 30% minni
enn tey kostaðu at byggja.
Hetta ger, at trupult er at
fíggja bygging í út jaðaran
um afturímóti í miðøkinum
og ivaleyst verður lánið dýr
ari av tí sama, tí trygdin er
minni.
Tí spurdi hann um politis
kar ætlanir eru at javna hen
da mismunin.
Hann heldur, at tað kann
verða gjørt við rentustuðlin
um, so at lánarin í út jaðaran
um fær hægri rentustuðul
enn tann, sum byggir í mið
økinum, so rentuútreiðslur
nar eru áleið tær somu?
Men hetta er ikki ein
spurningur, sum Bárður
Nielsen ætlar at gera nakað
við.
Hann sigur, at hann er
greiður um støðuna.
Men hann helt ikki, at tað
var longur at fara so langt
út um Havnina fyri at hetta
ger seg galdandi.
Men hann metti ikki, at
hetta er ein trupulleiki, sum
rentustuðulin kann gera nak
að við.
- Tað er ikki av fíggjarlig
um orsøkum, at fólk seta
seg í nógv størri húsaskuld
fyri at búgva í Havn. Hann
væntar eisini, at tað skal
meiri enn hægri rentustuðul
til fyri at fáa fólk at búsetast
á útoyggj.
Men landsstýrismaðurin
vísti eisini á, at rentustuðulin
er ein almenn skipan og
hann helt, at tað var var
skeivt at gera mun á fólki í
hesum føri, alt eftir, hvar
tey vilja búsetast.
Hann helt eisini, at prís
munurin á húsum í sær
sjálvum tillagar hesi viður
skifti.
Hann vísti eisini á, at
hámark er sett fyri, hvussu
nógv kann fáast í rentu
stuðuli,
saman,
hvussu
nógv eini hús kosta.
Landsstýrið er vælvilj
að fyri ætlaða eftir
skúlanum í Hvalba,
men ymisk viðurskifti
mugu útgreinast mei
ri, sigur landsstýris
maðurin í
skúlamálum
Eftirskúli
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Landsstýrið er sinnað at
arbeiða víðari fyri at ætlaði
eftirskúl in í Hvalba kann
gerast veruleiki.
Tað sigur Jógvan á Lakju
ni, landsstýrismaður í skúla
málum.
Hergeir Nielsen, løgtings
maður, hevur spurt hann
gongd er í málinum um
eftirskúl an, sum ein arbeiðs
bólkur skeyt upp at byggja í
Hvalba.
Jógvan á Lakjuni sigur, at
síðani málið varð lagt fyri
landsstýrið í heyst, varð tað
tikið upp í landsstýrinum,
sum er vælviljað mótvegis
ætlanini.
Landsstýrið vildi tó ikki
seta pening av til skúlan á
fíggjarlógini í ár, tí mett
varð, at ov nógvir leysir end
ar vóru enn.
Men í ár hevur so ein
fundur verið ímillum stig
takararnar, bæði kommunu
feløgini og mentamálaráðið
um eftirskúlan.
Jógvan á Lakjuni vísti á,
at talan er um eitt stórmál,
sum kostar einar 90 millión
ir krónur, har av landið og
kommunurnar betala hvør
sína helvt.
Tí er hetta eitt mál, sum
má fyrireikast gjølliga.
Hann vísti eisini á, at tað
er neyðugt at útgreina peda
gogiskt innihald og onnur
viðurskifti og tað er hetta,
sum nú verður arbeitt við.
Bøndur vunnu á myndugleikunum
Tað er órímiligt at krevja, at festarar skulu hefta persónliga fyri lán, teir t aka úr
Búnaðargrunninum til festið, heldur Løgtingsins Umboðsmaður
Ikki meiri stuðul
til sethús á bygd
Eini sethús á bygd kunnu ikki seljast fyri
tað, tey kosta at byggja. Tí er trygdin
hjá bankunum ikki so góð, sum í einum
húsum í Havn og av tí sama krevja teir
hægri rentu av sethúsum á bygd
Skúvoyingar missa ikki Rituna
Arbeiða víðari við
eftirskúlanum í Hvalba