Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 30 - 12. februar 2007 ] Kempa allan vegin Enn einaferð eydnaðist StÍF at vinna mansfinaluna í Coca Cola-kappingini. Leivur Justinusen hjá strand­ ingum var sera fegin um sigurin, men hann helt tó, at tað sá svart út eina løtu. - Hetta er heilt ótrúligt. Vit kempa allir allan dystin, og hetta gevur úrslit. Tað vóru tíðir í dystinum, har tað ikki sá so gott út, men vit trúðu alla tíðina uppá okkara møguleika. Tá vit so nærkast endanum, haldi eg, at psykan hjálpir okkum. Vit hava jú roynt hetta so ofta fyrr, og tað tykist, sum vestmenningar missa høvdið eitt sindur. Teir spæla ein góðan dyst, men móti enda­ num bívur tað heldur individuelt hjá teimum. Leivur fegnaðist eisini um leiklutin hjá verjuni og Marian í málinum síðst í dystinum. - Verjan fær ikki fatur á so nógvum ígjøgnum dystin, og tí gerst arbeiði hjá Marian heldur strævið í málinum. Móti endanum far verjan tó rættiliga fatur á VÍF, og tá blívur Marian góður. Síðstu 10 minuttirnar tók hann alt, og etta førir okkum inn aftur í dystin. Leivur Justinusen hevði ligið við fepuri undan dysti­ num, men á sjálvum finaludegnum var hann heldur betri fyri. Tí valdi hann eisini at spæla, og hansara leik­ lutur sum straffiskjútti bleiv sera týdningarmikil. Vt spurdu hann, um hann ikki føldi nakað trýst. - Nei, eg haldi ikki, at eg hevði nervar undan teimum seinastu brotskøstunum. Eg var klárur, tá ið eg fór at taka tey, og eg visti, at bólturin skuldi bara í málið. Sjálvandi er tað verri, tá ið 1500 fólk sita og hyggja at tær, men eg føldi meg ikki nakað serliga trýstan. -teitur Hóast hann hevði ligið í seing­ini stóran part av vikuni, so megnaði Leivur at vera partur av finaluni. Og við tryggum brots­ kastsskoringum var hann ein týðandi orsøk til sigurin Mynd: Jens Kr. Vang Christian framvegis skaddur Christian Lamhauge Holst spældi ikki við, tá ið danska 1. deildarliðið Lyngby spældi venjingardyst um vikuskiftið. Dysturin var ímóti Hvidovre, og Lyng­by vann 1-0. Christian Lamhauge Holst var fyrr í ár tikin út til føroyska bruttolandsliðið, men noydd­ist at geva avboð vegna skaða. Síðani hevur Christian ikki spælt við hjá Lyngby, sum hevur spælt onkrar venjingardystir. Beckham aftur á blettinum David Beckham spældi aftur við hjá Real Madrid um vikuskiftið. Hann hevur annars verið uttanfyri hópin, eftir at hann gjørdi sáttmála við LA Galaxy. Leygardagin tók venjarin Beckham við aftur á liðið, og tað var eitt gott hugskot. Í fyrra hálvleiki skoraði Beckham beinleiðis við frísparki, og Real Madrid vann dystin 2-1. - Beckham er ein skilagóður persónur, og hann hevur altíð rætta hugburðin, sigur venjarin Fabio Capello. Agnar Joensen hjá VÍF var sera vónbrotin, eftir at vest­ menningur enn einaferð máttu lúta fyri StÍF í eini steypafinalu. Hann helt, at spælið var gott at kalla allan dystin, men móti endanum kiksaði. - Vit spæla sera væl í 50 minuttir av dystinum, men síðstu 10 minuttirnar missa vit alt á gólvið. Eg haldi, at vit byrja at spæla ov sikkurt hesa løtuna. Vit blíva bang­ nir fyri at gera mistøk, og so missa vit tempo í okkara álopsspælið, og tí verður alt ov lætt hjá teimum at verja. Vit spæla eisini breitt allan dystin, og vengurnir koma sera væl frá dystinum. Ser­ liga Regin á høgra vongi spældi ein góðan dyst, men síðstu 10 minuttirnar fáa vit slett ikki hesar við í spæl­ ið. Agnar helt eisini, at tað helst var ein feilur at skifta Eli Müller út í seinna hálv­ leiki. - Eli stendir ein fantast­isk­ an dyst í málinum, og hann átti helst størstu ábyrgdina av, at vit høvdu vunnið okk­ um eina trygga leiðslu í fyrra hálvleiki. Í byrjanini av seinna hálvleiki velja vit at skifta hann út, og hetta er helst ein feilur. Ikki tí at Bárður spældi illa, men tá Eli stendir so væl, so skal hann bara vera í málinum. - Nú hava vit enn einaferð tapt eina steypafinalu, so nú mugu vit royna at halda fokus á landskappingini. Hana mugu vit bara vinna nú, staðfesti ein sera skuff­ aður Agnar Joensen eftir ósigurin fyri strandingum. -teitur Eitt H.C. Andersen ævintýr hevði neyvan skrivað ein meira eydnuríkan enda. Sveinur Justinussen kom, sá og sigraði í steypafinaluni Hondbóltur Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Sveinur Justinusen hevur ver­ið skaddur alt hetta kapp­ ingarárið, og undan finalu­ dystinum í Coca Cola-kapp­ ingini hevði hann ongan dyst spælt fyri strandingar í ár. Hann var tó við í hópi­ num hjá strandingum leygar­ dagin, og við seinasta máli­ num var hann eisini mað­ urin, sum vissaði StÍF sig­ urin. - Tað er ótrúliga stuttligt at spæla eina finalu í sínum fyrsta dysti, og so at vinna hana, tað er fantastiskt. Hetta var fyrsta reaktiónin hjá Sveini eftir dystin. Hann helt eisini, at bæði verjan og Marian spældu týðandi leik­lutir síðstu løtuna av dyst­inum. - Marian hevur tað við at lukka málið fullkomiliga av í onkrum dysti, og hetta gjørdi hann síðstu løtuna av finaludystinum. Verjan hjá okk­um kom eisini rættiliga í gongd síðstu løtuna, og hetta ger bara Marian enn betri í málinum. Sum heild var Sveinur eisini hampiliga væl nøgdur við sín egna innsats, sjálvt um formurin helst ikki er tann besti enn. - Eg haldi, at tað gekk heilt hampiligt í dag. Form­ urin er sjálvandi ikki tann besti, men eg royndi at gera mítt besta, helt hann. Fantastiskt – Vit byrja at spæla sikkurt Nú má fokus haldast á landskappingini, heldur ein vónbrotin Agnar Joensen Mynd: Jens Kr. Vang Smílið var ovurstórt, tá Sveinur Justinussen saman við liðfeløgunum kundi taka móti steypinum Mynd: Jens Kr. Vang