mánadagur 12. februar 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 30 - 12. februar 2007 ]
Pólverji skal
hvessa FSV
FS Vágar hevur til hetta
kappingarárið fingið til
gongd av ein pólversk
um áleypara, sum ætl
andi skal verða ein týð
andi liður í strembanini
eftir plássi í Formula-
deildini komandi kapp
ingarár.
Andrzej eitur spælar
in, og hann kom til land
ið við Norrønu í farnu
viku. Umvælingin av
Norrønu hevði annars
við sær, at spælarin var
seinkaður í tvær vikur,
men nú er hann so til
reiðar at tørna út fyri
nýggja
felagið. Tað
skuldi eftir ætlan verið
móti B71 um vikuskift
ið, men tann dysturin
varð avlýstur vegna
kava.
-mørk
Guttorm
vann cross-
renning
Leygardagin varð kapp
ast í cross-renning á
Toftum. Teinurin, sum
varð runnin, var sjey
kilometrar til longdar,
og fyrstu um máið var
Guttorm Sørensen, sum
brúkti 29.00 minuttir
um teinin. Sam Vang
kom næstur á mál við
tíðini 29.40, og honum
á baki kom Jónsvein
Herup
Olsen
við
31.41.
-mørk
Vlada til
VB/Sumba
Fyrrverandi Skála-mál
verjin, Vlada Filipovic,
skal í ár verja málið hjá
VB/Sumba. Suðuroy
ingarnir høvdu í fjør
Macyn Dawid millum
stólparnar, men hesin
verður komandi árið at
síggja í HB. Vlada kom
til Føroya í fyrraárið,
og bæði tá og í fjør
vardi hann málið hjá
Skála.
-mørk
Sjeynda DM-heitið
til Gade
Peter Gade spældi sunnudagin DM-finalu í
badminton móti Kenneth Johansen. Sum væntað,
so gjørdist talan um favoritt-sigur á 2-0, men
fyrsta settið lúrdi sensatiónin eina løtu. Tað
eydnaðist tó Gade at taka hetta við 22-20, og í
næsta settinum gjørdi hann skjótt av. Hetta endaði
við 21-11 sigri til Gade, sum soleiðis kann rópa
seg danska meistara fyri sjeyndu ferð.
Til USA uttan lívverju
David og Victoria Beckham kunnu neyvan fáa lívv
erjar sínar við, tá flyta til USA, har maðurin skal
spæla fótbólt komandi árini. Amerikonsku immi
gratiónsmyndugleikarnir hava nevnliga sýtt fyri at
geva sonevnd green-card til teir átta lívverjarnar,
sum parið hevur nýtt í fleiri ár. Myndugleikarnir
meta, at hetta er eitt arbeiði, sum eins væl kann gerast
av amerikanum sjálvum, og tí noyðist parið helst at
finna sær nýggjar lívverjar.
Mjølnir vann uttan
stórvegis trupulleikar
ímóti Fleyr í meistara
deildini hjá monnum
í vikuskiftinum, og
við sigrinum halda
teir fast um vónina at
vinna meistaraheitið.
NÚ eru teir bert eitt
stig aftanfyri odda
liðið, ÍF
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Mjølnir skuldi vinna dystin
ímóti Fleyr leygardagin fyri
at halda fast í vónini um at
fanga ÍF aftur í oddastríð
num, og hjá Fleyr ráddi eis
ini um at vinna. Um teir ætl
aðu sær heiðursmerki í ár,
so skuldu teir vinna dystin
ímóti Mjølni fyri at hava
nakran møguleika at fanga
Fram aftur á triðja plássi.
Mjølnir streyk avstað
Tað var tó oddaliðið úr
Klaksvík, sum fekk betru
byrjanina uppá dystin. Mun
urin í fyrsta setti var ikki
tann heilt stóri, men Mjølnir
vann seg eitt vet fram um
Fleyr rættiliga tíðliga, og
hesa leiðsluna varðveittu
teir allan vegin. Mjølnir
vann fyrsta sett 25-20, og
so høvdu teir fingið eina
góða byrjan uppá týdningar
mikla dystin.
Í øðrum setti var gongdin
júst tann sama. Heldur ikki
hesaferð var serliga stórur
munur á liðunum, men
Mjølnir tóktist alla tíðina at
hava munin. Teir vunnu sær
aftur eina lítla leiðslu tíðliga
í settinum, og sjálvt um
Fleyr var væl við, so megn
aði Mjølnir at halda fast
allan vegin. Teir vunnu 25-
21, og nú førdu teir 2-0.
Spenningur kom í
Fleyr vildi tó ikki gevast utt
an víðari. Teir høvdu verið
væl við í fyrstu settunum,
og í triðja setti fingu teir
úrslit fyri sítt stríð. Her
vóru teir stutt og greitt betra
liðið. Teir vunnið seg fram
um rættiliga tíðliga, og
spakuliga øktu teir um mun
in. Móti endanum var slett
eingin ivi um, hvønn veg
tað ber, og Fleyr vann eisini
ein tryggan 25-18 sigur, og
nú vóru teir brádliga við aft
ur í dystinum.
Fjórða sett gjørdist aftur
rættiliga spennandi, men
hesaferð var Mjølnir oman
á. Liðini fylgdust at kalla
allan vegin, men móti end
anum dró Mjølnir frá. Teir
vunnu fjórða sett 25-22, og
sostatt tryggjaðu teir sær
ein 3-1 sigur.
Við sigrinum halda teir
fast um vónina at vinna
meistaraheitið, og nú eru
teir bert eitt stig aftanfyri
oddaliðið úr Fuglafirði.
Fleyr-Mjølnir 1-3 (20-25, 21-25, 25-18, 22-25):
Mjølnir heldur fast í vónini
SÍ vann heldur
óvæntað á Fram í
meistaradeildini hjá
monnum leygar
kvøldið, og við hesum
fingu teir sín fyrsta
sigur í endaspælinum
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Fram var stórur favorittur,
tá ið teir tóku ímoti SÍ í
meistaradeildini hjá monn
um fríggjakvøldið. SÍ hevur
tó í fleiri umførum víst, at
teir saktans kunnu vera við,
men í avgerandi løtunum
hava teir tó ikki verið nóg
neyvir.
Fríggjakvøldið riggaði tó
betur hjá teimum. Teir
vunnu nevniliga dystin á
Fram, og sostatt tryggjaði
teir sær sín fyrsta sigur í
endaspælinum.
SÍ setti dagsskránna
Dysturin var ikki nógvar
bóltar gamal, tá ið SÍ vísti,
at teir ikki ætlaðu at geva
seg uttan at kempa í dyst
inum í meistaradeildini hjá
monnum ímóti Fram. Teir
løgdu nevniliga betri fyri í
fyrsta setti, og teir megnaðu
at vinna seg nøkur stig fram
við Fram.
Fram royndi tó at hanga í,
men hesaferð gjørdust teir
ov stuttir. SÍ helt leiðsluni
allan vegin, og teir vunnu
fyrsta settið 25-21.
Í øðrum setti var Fram tó
nógv betri við, og nú høvdu
teir fingið gongd á. Teir
løgdu betur fyri enn ungu
sørvingarnir, og sum settið
leið, øktu teir um munin. SÍ
var tó hampiliga væl við alt
settið, men leiðslan hjá
Fram var tó ongantíð í
vanda. Fram vann annað
sett 25-19, og so stóð aftur
á jøvnum millum liðini.
SÍ setti Fram
uppá pláss
Nú tóktist Fram veruliga at
hava fingið gongd á, men
SÍ vildi tað tó øðrvísi. Í
triðja setti løgdu teir fyri
sum eitt óløgi, og teir vunnu
sær eina trygga leiðslu mitt
í settinum. Henda bleiv
bara størri og størri, og at
enda vann SÍ ein ógvuliga
tryggan 25-14 sigur í triðja
setti, og her var slett eingin
ivi um úrslitið í hesum setti
num.
Í fjórða setti var SÍ aftur
oman á. Fram var tó heldur
betri við í hesum settinum,
men spenningurin kom ong
antíð veruliga í. Fyrstu løt
una fylgdust liðini, men so
við og við tók SÍ yvir. Teir
vunnu sær eina lítla leiðslu,
og móti endanum gjørdist
greitt, at her fóru sørving
arnir at vinna. Teir vunnu
eisini fjórða settið 25-20,
og sostatt tryggjaði tær sær
sín fyrsta sigur í endaspæl
inum í bestu mansdeildini.
Fram-SÍ 1-3 (21-25, 25-19, 14-25, 20-25):
SÍ fekk sín næsta sigur
Mjølnir vann týdningarmikla dystin á Fleyr í bestu mansdeildini, og við hesum liva teir enn í
vónini um at vinna meistaraheitið