mánadagur 18. august 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 18. august 2014 · Nr. 92
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Tjóðarflogfelag okkara má ikki líða somu lagnu
Annita á
Fríðriksmørk
Vit stóðu saman um flogfe
lagið. Visjónir, vitan, førleiki
og royndir. Alt gekk eftir
fleiri ár upp í eina hægri
eind.
Men so hendi nakað.
Politiski myndugleikin helt
bráddliga, at leiðslan mátti
skiftast út og nýggj strategi
leggjast.
Stjórin, sum ikki mátti
verða føroyingur, spurdi fyri
tøku, sum heldur ikki mátti
verða føroysk, um hvørja
strategi, hann skuldi leggja
fyri felagið..
Og vit bíðaðu. Kúrr. Ongin
mutar ímóti.
Og so kom hon. Nýggja
strategiin.
Og haldið tykkum fast:
Nýggja strategiin lovar, at
nú verður so nógv bíligari at
flúgva og nýggjar destina
tiónir fara at laga seg meira
eftir føroyska tørvinum.
Áðrenn og aftaná
Áðrenn nýggju strategiina
hjá Atlantsflog fingu vit
flogferðaseðlar fyri 950,-kr,
um umbiðið varð minimum
25 dagar áðrenn fráferð -
hetta kundi broytast móti
kostnað.
Eftir nýggju strategiini
fara vit at fáa flogfeðaseðlar
fyri 799,-kr, um umbiðið verð
ur minimum 60 dagar áðr
enn. Hetta kann IKKI broyt
ast móti kostnað!
So nógv hóvasták fyri
hasar
hálvtannhundrað
krónurnar, og enntá fyri
verri treytir enn áðrenn.
Áðrenn var arbeiðsmálið
føroyskt. Tað ber ikki til long
ur um leiðsla og nevnd, skulu
skilja, hvat sagt verður.
Áðrenn flugu vit til tveir
evuropeiskar
metropolar:
London og Milano. Nú skal
London skiftast út við Aber
deen. Og Milano við Mal
lorca!
Kalla tit hetta
framstig?
Fólk hava undrast líka síð
ani november í fjør, hví
tjóðarflogfelagið skuldi koll
veltast.
Felagið byrjaði við eini
nýggjari vinna, sum pio
nerar í føroyskari flogvinnu
bygdu upp frá grundini. Har
vórðu skapt hópin av ar
beiðsplássum. Felagið setti
Føroyar í miðdepilin við
nýggjum farleiðum, endur
nýggjaði seg við nútímans
flogførum og var fremst við
nýggjari
navigatiónstøkni,
sum hevur skapt munandi
hægri regularitet í Føroyum –
alt bygt á føroyskari grund.
Latið ikki Atlantsflog líða
somu lagnu.
Góða samgonga, tit hava
niðurlagað so nógvar fakliga
væl kvalifiseraðar stovnar,
meðan tit hava sitið hesi
árini.
Eg rokni ikki við, at tit
vilja nøkrum ilt, men eg
vil halda uppá, at tit gera
stóran skaða, við manglandi
visjónum, og við politikki,
sum er uttan mið og mál!
Stovnar, sum hava tikið
fleiri áratíggju at bygt upp,
hava tit latið farið fyri skeytið.
Fyrst lótu tit persónligu
upplýsingarnar
fara
av
landinum. So niðurløgdu tit
Landsbankan og tømdu bú
skapargrunnin og avtóku
virðisbrævamarknað Føroya.
So tiðnaðu tit blokkin og
hækkaðu hann.
Vælsignan eigi tykkum
latið ikki eisini føroyska
stoltleikan fara úr Atlants
flog.
Altíð lættari at flyta fokus
Gunvá við Keldu
Býráðslimur
Klaksvíkar Býráð
Takkað verið fiskivinnuni,
hava vit í dag eitt vælferðar
samfelag. Fiskivinnan hevur
alla undanfarnu øld, heilt til
dagin í dag, verið álitið. Vit
hava átt og eiga framsøkin
vinnulívsfólk, sum við dirvi
og áræði hava skapt grund
arlagið undir samfelagnum.
Havi áður verið inni á
muninum og samstarvinum
millum privata vinnulívið,
sum gevur grundarlagið und
ir samfelagnum og almennu
kørmunum, sum kommun
urnar skapa. Hesi hanga
neyvt saman bæði fíggjarliga
og búskaparliga.
Fyrr var tað so, at vinnan
og reiðarar sjálvir bygdu at
løgubryggjurnar, so hvørt
sum støddin av skipum
kravdi hetta, og so hvørt
sum fjarleiðirnar alt meiri
gjørdust ein veruleiki. Sum
árini eru liðin, hava vit sæð
alt fleiri almenn gjøld og
skattir verða lagt á bæði
borgarar og vinnuna. Hetta
hevur havt við sær, at land
og kommunur enn meiri
hava verið noydd at byggja
havnir, so at størru skipini
kundu leggja at fyri at upp-
og avskipað fiskin.
Havnaútbyggingar
Eftir kreppuna í 90’unum
avtók Føroya Løgting lands
kassastuðulin sum viðførdi,
at kommunurnar einsamallar
máttu gjalda allar havnaút
byggingar. Hetta gjørdi, at
kommunurnar enn meiri
høvdu tørv á teimum inn
tøkum tær kundu fáa, fyri
at megna at fáa havnaút
byggingar at hanga saman
fíggjarliga.
Klaksvíkar
Kommuna
fær í dag havna- og upp
skipingargjald av tí, sum
fer um bryggjukantin, men
týdningarmikið er eisini at
fáa part av tí sum fiskafram
leiðslan gevur, tað sum verður
virkað á staðum og avskipað
hiðani. Hetta er eitt mál sum
fleiri ferðir hevur verið uppi
at venda landspolitiskt, eins
og í kommunalum høpi. Enn
er onki komið burturúr.
Í dag fara so gott sum øll
avskipingargjøld av allari
framleiðslu í landinum í ein
kassa, Tórshavnar Havn. Júst
hetta er tað, eg haldi er ein
skeiv skipan og orsøk fyri, at
eg enn einaferð geri vart við
hetta. Tað er millum annað
hesin peningur, sum kemur
frá øllum økjum í landinum,
sum Tórshavnar Havn nú
ger millionaíløgur við. Tí
fari eg enn einaferð at heita
á okkara landspolitikarar at
taka hetta mál upp í álvara,
hetta mál, sum má undra
mangan føroying.
Tilfeingisgjald
Tá ið Sjúrður Olsen í grein síni
nevnir, at eitt nú Klaksvík er
farin við landsins tilfeingi,
har Tórshavn onki hevur
fingið, er hetta at skeikla
málið fullkomiliga.
At Klaksvík og onnur øki
hava virkið vinnulív innan
fiskivinnuna, er sanniliga ikki
nakað vit hava fingið. Hetta
er skapt við hørðum arbeiði,
ígjøgnum mong ár í upp- og
niðurgangstíðum,
stórum
innsatsi og váðafúsum íløg
um, sum til tíðir hava svikið,
men nú tíbetur eru til gagns
fyri bæði land og fólk.
Vit síggja í dag, at tilfeing
isgjaldið, sum høvuðsvinnan
er áløgd at gjalda, verður tik
ið inn í landskassan frá økj
unum og kemur hesin ágóði
í ógvuliga lítlan mun aftur
út til tey øki, sum hava skapt
framburðin.
Fari at lata upp til Sjúrð
Olsen at tosa um runu
blaking, men ynski tó at vísa
á, við “at flyta fokus” og tosa
um dýrtkeyptu íløgurnar í
fískivinnuna, sum nøkur ávís
pláss hava notið gott av, tí tey
vildu, og tí tey bardust fyri tí,
verður so hansara sak.
Sjálvandi eiga økini, har
framleiðslan er og fiskivinnan
brúkar havnirnar, at fáa lut í
avskipingargjøldunum, eins
og vit í dag fáa ágóðan av
innskipingargjøldunum.
Sjálvandi eiga framleiðsluøkini og tær havnir har fiskivinnan er at fáa ágóðan
av avskipingargjøldunum, tá ið útflutt verður. At eg, enn einaferð, føri hetta fram,
kann ikki koma óvart á formannin í Vinnunevnd Tórshavnar Býráðs
Vit síggja í dag, at tilfeingisgjaldið,
sum høvuðsvinnan er áløgd at gjalda,
verður tikið inn í landskassan frá økj
unum og kemur hesin ágóði í ógvuliga
lítlan mun aftur út til tey øki, sum
hava skapt framburðin