mánadagur 18. august 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. august 2014 · Nr. 92
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Dansurin um SEV-kálvin
Jógvan Arge
býráðslimur í Havn
Skerda samgongan í Tórs
havnar býráð mundi smalk
að upp aftur meir longu á
skipanarfundinum í gjár
kvøldið, tá býráðið skuldi
velja sínar føstu nevndir og
sítt umboð í SEV-nevndina
fyri árini 2015-16. Sperðil kom
í SEV-valið.
Fólkafloksmaðurin Bogi
Andreasen
situr
í
SEV-
nevndini sum er. Uppruna
liga ætlanin var, at Marin
Katrina Frýdal skuldi taka
yvir tey bæði seinnu árini av
valskeiðnum, men hesar for
treytir broyttust, tá Tjóðveldi
fór úr breiða samstarvinum í
andstøðu fyrr í summar.
Bogi Andreasen var skjót
ur út í miðlarnar at boða frá,
at hann helt tað vera púra
nattúrligt, at hann og fólka
flokkurin varðveittu sessin
í SEV eisini komandi tvey
árini.
Samgongan hittist fyri
býráðsfundin í gjárkvøldið at
fáa valið frá hondini, men nú
fekk pípan heilt annað ljóð.
Royndasta javnaðarkvinnan
í býráðnum, Elin Lindenskov,
sum mangan hevur gjørt
vart við seg í orku- og um
hvørvismálum, setti fram
ófrávíkiligt
krav
um,
at
javnaðarflokkurin mannaði
sessin seinnu helvt av val
skeiðnum.
Hetta elvdi til drúgvar
tingingar í samgonguni. So
drúgvar, at býráðsfundurin,
sum skuldi byrja kl. 17.00, ikki
byrjaði fyrrenn kl. 19.00. Tá
boðaði borgarstjórin frá, at
valið av limi í SEV-nevndina
varð tikið av dagsskrá.
Lítil dramatikkur var í
sjálvari fráboðanini, men aft
an fyri lá ein harður dystur,
sum hótti við at skerja sam
gonguna upp aftur meir. Tað
ljóðar, at Elin hevði hug at
taka seg burturúr, fekk hon
ikki sítt krav eftirlíkað, og
hinumegin sat fólkaflokkurin
og var til reiðar at fara úr,
fekk Bogi ikki sessin.
Hart stóð móti hørðum,
og býráðsfundurin dróg bara
meir og meir út. Nátturðin,
sum borgarstjórin vanliga
bjóðar eftir býráðsfund, var
komin á borðið, og býráðs
limir vórðu bodnir til borðs
at eta hønu longu áðrenn
fundurin varð settur. Snýðini
reyð, smílini fá og knyklar í
brúm.
Einhvør
loysn
tóktist
kortini í ljósmála. Hon vísti
seg ikki at vera annað enn, at
trýstið varð tikið av ballónini
eina løtu og spurningurin um
SEV-sessin skotin út eins og í
katapulti .
Við hesum sálamonsstigi
kom ikki til endaligar skarp
skeringar á hesum sinni, og
friður fekst eina løtu. Men
dansurin
um
SEV-kálvin
er kortini ikki liðugur, tí
valið má avgreiðast fyrr ella
seinni.
SEV-sessurin er altíð ein
týðandi telving í kommun
um, hóast hann so at siga
onki hevur við dagligt bý
ráðsarbeiði at gera. Men
hann er áhugaverdur, eins
og hann er millum allarbest
samsýntu nevndarsessir hjá
kommunustýrislimum.
Tíðin fer at vísa, hvør fær
bitan hesaferð – javnaðar
flokkurin, sum einsamallur
hevur meiriluta í býráðnum,
ella hjáflokkur hansara fólka
flokkurin.
Eitt menningarátak
fyri allar Føroyar
Sjúrður Olsen
form. vinnunevnd
Tórshavnar býráð
At John William Joensen er
lokalbedøvaður og heldur
á við síni einsíðugu herferð
móti høvuðsstaðnum, er ikki
meira enn vit kunnu rokna
við og eru von við. At tað
ikki glógvar í fyrrverandi
borgarstjóranum í Klaksvík
heldur, er hinvegin eitt sind
ur av einum vónbroti.
Tað, mann fær ilt av
norðanfjals hesaferð er, at eit
"glashús" verður bygt í Havn,
"sum er fíggjað við at leggja
avgjøld á allar vørur, sum
verða fluttar inn í landið".
Tað eru sambært Norðlýsin
um "reiðarar í Havn, sum
bókstaviliga verða settir í glas
og rammu og rokningin send
til øll húsarhald í Føroyum!"
Frí kapping
millum havnir
At tað ikki eru nógvir reið
arar eftir í Havn skal eg
venda aftur til. Men lat meg
fyrst vísa á, at Norðlýsið
hevur áhaldandi og í áravis
hildið fast um, at Tórshavnar
kommuna
einsamøll
fær
allar inntøkurnar av út
flutninginum av alifiski og
pelagiskum og øðrum fiska
sløgum. Ferð eftir ferð hevur
verið pástaðið, at Tórshavnar
havn fær lutfalsliga ovnógv
burturúr okkara inn- og út
flutningi.
Eg havi áður víst á, at í
fyrsta lagi er tað soleiðis, at
Tórshavnar havn og Tórs
havnar kommuna er hvør
sítt. Sum tann einasta í
landinum hevur Tórshavnar
havn síðan í tríatiárunum
verið sjálvstøðug við egnum
roknskapi. Tað renna ongir
pengar millum Tórshavnar
havn og kommununa. Tórs
havnar havn hevur sínar
egnu inntøkur og fíggjar
sjálv sínar íløgur.
Eg havi eisini áður víst
á, at fram til ár 2000 var
tað landsstýrið, sum ásetti
gjøldini fyri av- og uppskipan,
men síðan tá hevur talan
verið um fría kapping á
økinum. Tórshavnar havn
hevur kortini ikki hækkað
gjøldini síðan tá.
Vit hava eisini áður sett
eitt roknistykki upp, sum
vísti, at í fyrraárið var saml
aða inntøkan sambært Hag
stovuni slakar 55 miljónir.
Hetta merkir, at við um 40%
av fólkatalinum, so var talan
um eina inntøku uppá 2.779
krónur pr. fólk í Tórshavnar
kommunu.
Tilsvarandi var inntøkan
hjá havnini í Klaksvík um
9 miljónir, býtt á fólkatalið
var talan um 1.839 krónur
pr. fólk. Í Runavík var sama
tal 2.566 krónur pr. fólk,
men í Fuglafirði var tað
4.249 krónur, altso nógv tað
hægsta.
Ístaðin fyri at fara at
órógva fríu kappingina og
at javna t.d. frá Fuglafirði, so
hevði verið púra nátúrligt, at
havnir, sum t.d. Klaksvíkar
havn, fylgdu Fuglafirði við at
áseta eitt ávíst prosentgjald
av sjálvum virðinum á land
aða tilfeinginum. Tí virðið
á tilfeinginum, sum kemur
upp í eitt nú Klaksvík, er
ófatiliga stórt. Hetta er púra
vanligt í stóru havnunum í
grannalondum okkara.
Vit og vinnulívið
Vit eiga ikki nógvar reiðarar
eftir í Havn. Í øllum førum
ikki, sum lukta av fiski. Høv
uðsorsøkin er, at almennu
Føroyar hava brúkt okkara
fiskatilfeingi til sokallaða
útjavning. Og tá tað almenna
javnar ær Havnin onki. Tað
eiga serliga klaksvíkingar at
vita. So Sjóvinnuhúsið verður
neyvan fylt við reiðarum.
Ætlanin við Sjóvinnuhús
inum er at betra karmarnar
hjá
øllum
tí
vinnulívi,
sum virkar á økinum hjá
Tórshavnar havn. Nógv størv
í kommununi hava samband
við sjógvin. Vit hava góðar
førleikar
og
holla
vitan
innan nógv av tí, ið fyriferst
á sjónum, í sjónum og við
sjógvin.
Sum víst á í tíðindaskrivi
í gjár, kunnu hølini nýtast
til eitt nú oljuvinnu, off
shore, umsiting og menning
av virðisøking og marknað
arføring
av
fiskavørum,
havtøkni,
havkanningum,
lívtøkni, sjóvinnuráðgeving,
aling og gransking, KT-menn
ing til sjóvinnu, íverksetan og
ymsum skeiðsvirksemi innan
sama økið - og sjálvandi,
reiðaravirksemi.
Sjóvinnuhúsið skal liva
upp til øll dagsins krøv til
nýmótans altjóða skrivstovu
umhvørvi, og vit vóna, at
úrslitið verður eitt samstarv
uttan líka, sum tað fer at
spretta nógv íverksetan og
menning burturúr. Hetta er
ikki eitt átak fyri havnafólk.
Hetta er eitt menningarátak
fyri allar Føroyar, fyri fram
burð og menning. Sum eisini
víst á er áhugin sjáldsama
stórur - eisini norðaneftir!
---
Eg fari ikki út í nakra runu
blaking í hesum sambandi,
haldi bara, at fólk eiga at
duga sær hógv og síggja
tingini í røttum perspektivi.
Um útjavning skal blandast
uppí hvørt einasta átak,
sum verður framt í høvuðs
staðnum
øllum
Føroyum
at gagni, so verður kjakið
rættiliga høpisleyst, um høv
uðsstaðurin fer at krevja
sín part av okkara tilfeingi,
hvørja einastu ferð, okkurt
verður bygt ella skapt í
Klaksvík ella aðrastaðni.
Fegnist heldur við okkum
um henda einastandandi
møguleika fyri framburði,
sum kemur at verða okkum
øllum føroyingum at gagni.
eblaðið
sos.fo