Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 30 - 12. februar 2007 – Hóast vit kundu brúkt hetta høvi at ment okkara egnu vinnu, kunnu vit ikki annað enn ásanna, at tað hevur gingið strilti, heldur Pauli Einarsson, stjóri í OSR Olja og tilbúgving Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er ikki á øllum økjum, vit í Føroyum kunnu gera okkum galdandi í olju­vinn­ uni. Men tað er í hvussu so er á einum øki, har vit ikki bara hava møguleika at vera við, men enntá eisini kunnu enntá hava ábyrgdina. Og tað er á tí virkisøki, sum eitur tilbúgving. Í 2000 stovnaði Pauli Einarsson á Tvøroyri fe­lagið OSR, sum stendur fyri “Oil Spill Respons”. Sjálvur er hann ein av veteranunum í føroyskari oljuvinnu. Hann byrjaði í síni tíð, tá ið hann sigldi við seismikkskipi allarfyrst í nítiárunum. Sostatt hevur hann verið við at kalla frá fyrsta degi og tað var eisini har, at áhugin fyri oljuvinnuni varð vaktur. Eitt skifti eftir tað var hann varastjóri í Saga Petroleum, til teir endaðu sítt virksemi í Føroyum. Okkara egnu tilbúgving Men tá ið oljuvinnan fór at nærkast av álvara, helt Pauli Einarsson, at tað var neyðugt, at vit føroyingar eisini bygdu okkum upp ein førleika til at basa eini oljudálking, tí at óhapp kunnu altíð henda. Hann metti eisini, at tað virkisøkið, sum eitur tilbúgving í sambandi við oljuvinnuna, er eitt øki, sum tað ber til hjá føroyingum at røkja fult og heilt. - Skulu vit føroyingar tosa um at koma upp í olju­ vinnuna, er tilbúgvingin heilt avgjørt eitt øki, har vit kunnu gera okkum galdandi og har tað ber til at byggja upp eina nýggja vinnu her á landi, sigur hann. Síðani hevur ikki gingið akkurát, sum ætlað, tí tað eydnaðist ongantíð at fáa sáttmála við land­sins myndugleikar um eina veru­ liga tilbúgvingar­skipan. – Skulu vit hava eina veru­liga tilbúgving, er tað neyðugt við einum sáttmála við myndugleikarnar, so at vit hava nakað ítøkiligt at halda okkum til. – Tað eru landið og komm­ unurnar, sum í felag hava ábyrgdina av tilbúgvingini. Men vit í OSR hava bjóðað okkum til at vera við í eini veruligari, føroyskari til­búgvingarskipan og at samskipa eina slíka til­ búgving. – Í hesum sambandi hava vit útvegað okkum útgerð at basa oljudálking við. Sam­stundis hava vit útvega okkum førleika í at venja bjargingarfólk á hesum øki. Og so vítt eg veit, eru vit tey einastu í landinum, sum hava hendan førleikan, sigur Pauli Einarsson. Hann sigur, at øll árini hevur verið tosað um at skipa eina veruliga, føroyska tilbúgving. Men hvørja ferð, ein loysn tykist at vera í eygsjón, detta vit aftur um onkran snávingarstein - og teir hava verið nógvir á leiðini. – Vit hava bjóðað okkum fram. Men ístaðin fyri at brúka tann førleikan, sum er í landinum, fara umboð fyri tað almenna kortini heldur uttanlands á kanningarferð fyri at vita, hvussu tey gera aðrastaðni. Soleiðis hava almenn um­boð stutt síðani verið í Noregi og hugt eftir, hvussu tey basa eini oljudálking har. Síðani koma tey aftur at greiða okkum frá tí, vit longu vistu frammanundan og sostatt kundu fortalt teim­um. – Men hetta er kanska tann gamla sannroyndin, at bara lúsin útlendsk er, heldur Pauli Einarsson. Stórur týdningur Sjálvur heldur Pauli Ein­ arsson, at tað hevur stóran týdning, at vit hava eina veruliga tilbúgving av hes­ um slagnum. – Tað verður mangan ført fram, at tað er ógvuliga avmarkað, hvar føroyingar kunnu vera við í oljuvinnuni av álvara. – Veruleikin er sjálvandi, at er ongin tilbúgving í Føroyum, hava oljufeløgini bara sína egnu tilbúgving við sær. Men verður eisini hetta latið upp í hendurnar á oljufeløgunum, mennir tað so ikki nakran førleika í Føroyum og tað haldi eg vera skeivt. Og at hetta eisini kann gerast ein útflutningsvinna, hava vit eitt dømi um, tí tá ið tangaskipið Prestige fór á land í Spania, var eisini boð eftir OSR um at vera til reiðar at fara til Spania hjálpa til við upptakinum. Samstundis var útgerð frá OSR flutt til Spania at vera við í utttakinum og í løtuni hevur felagið leigað útgerð til Noregs í sambandi við eina tilbúgving í Norður Noregi, har Hydro leitar eftir olju. – So hava vit eina veru­ liga tilbúgving, eru eisini møguleikar at størri, altjóða sáttmálar. Men stjórin í OSR heldur eisini, at tá ið hugsað verð­ ur um nógv umrøddu veðu­ rlagsbroytingarnar, hevur tað alstóran týdning, at vit hava eina veruliga oljutilbúgving. - Mong halda, at tá ið olja lekur út í náttúrna, so er bara at lata hava guva burtur. Men tey gloyma kanska, at alt, sum guvar burtur, fer upp í loft og tað ger oljan eisini. So skulu vit gera okkara altjóða skyldur í royndunum at minka um útlátið av vandamiklum gassi, mugu vit eisini kunna vísa á, at vit hava greiðar mannagongdir fyri, hvussu vit basa einari oljudálking. – Vit kunnu ikki fram­ haldandi lata várharra loysa allar trupulleikar fyri okkum, leggur hann turris­ liga afturat. Av tí sama heldur hann eisini, at tað er ov vánaligt, at vit ikki hava eina veruliga tilbúgving í Føroyum. – Vit eru í einum øki, sum er ómetaliga viðbreki og tað skal ikki nógv til at føra til eina stóra vanlukku, sum kann leggja ein part av landinum lamna. – Samstundis er hetta ikki serliga eggjandi fyri um­dømi okkara úteftir. Gera seg til reiðar Fyrst í árinum var OSR fyri stórum bakkasti, tá ið eldur kom í goymsluna hjá teimum og teir mistu ein hóp av útgerð. Síðani tá hava teir arbeitt fyri at útvega aðra útgerð. Tá ið útgerðin hjá OSR fór upp í royk, fór samstundis ein stórur partur av okkara tilbúgving upp í royk. – Vit áttu tað mesta av hes­um slagi av útgerð í land­inum, so hava vit verið illa fyri á hesum øki, eru vit nú enn verri fyri, skuldi eitt óhapp hent, sum elvdi til oljudálking. – Pauli Einarsson sigur, at hvønn týdning, ein til­ búgving hevur, fingu vit besta dømið um fyri nøkrum vikum síðani, tá ið hol kom á ein oljutanga hjá SEV í Vági. Hesa síðstu tíðina hava teir í OSR hjálpt til at basa oljudálkingina, sum stóðst av lekanum. – Kom størri hol á tang­an og nógv olja lak úr honum, hevði tað end­ að við eini rættiligari um­hvørvisvanlukku og so høvdu vit verið noydd at fingið fólk uttaneftir at tikið oljuna upp aftur. Men hann heldur, at tað var ikki neyðugt, at Vágs­ fjørður varð so illa dálk­ aður. – Høvdu vit havt eina veru­liga tilbúgving, høvdu vit eisini kunnað bor­ið skjótt at og so hevði dálk­ ingin heldur ikki verið so umfatandi, sum hann hóast alt, er blivin. Nú stendur so aftur leit­ ing á Føroyaøkinum fyri framman og Pauli Einarsson vónar, at OSR aftur fær sáttmálan at standa fyri tilbúgvingini. Enn er ongin sáttmáli gjørd­ur, men tað vónar hann, verður skjótt. – Vit skulu helst vera til reiðar um mánaðarskiftið mars-apríl og tað vera vit eisini, staðfestir hann. Kunnu missa ein góðan møguleika av landinum – Hvønn týdning, ein verulig tilbúgving hevur, fingu vit besta dømið um beint fyri ársskiftið, tá ið ein oljutangi hjá SEV brádliga fór at leka, sigur Pauli Einarsson