Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 30 - 12. februar 2007 Danska frálanda­ fyritøkan Rambøll Oil & Gas hevur tørv á meiri enn 100 verkfrøðíngum Frálandavinna Árni Joensen arni@sosialurin.fo Rambøll Oil & Gas tingast í hesum døgum um fleiri sátmálar ymsastaðni kring heimin. Men felagið hevur ilt við at skriva undir, tí tað fær ikki nóg mikið av verkfrøðingum til tær nógvu verkætlaninar. Sum er hevur felagið brúk fyri meiri enn 100 verk­ frøðingum til sínar deildir í Danmark og øðrum lond­ um, men tað vísir seg at vera vónleyst at fáa teir. Tí tað er ikki bara Rambøll Oil & Gas, sum leitar eftir verkfrøðingum. Støðan er tann sama hjá hinum frá­landafyritøkunum, og kappingin um arbeiðs­meg­ ina hevur ongantíð verið so stór sum nú. Kai B. Olsen, stjóri í Ram­bøll Oil & Gas, sigur við JydskeVestkysten, at felagið hevur júst fingið ein fyrispurning úr Meksiko um at veita ráðgevandi vegleið­ing í sambandi við 19 oljupallar, sum skulu byggjast til oljuleiðirnar í Meksikanska Flógvanum. – Hetta er sjálvandi ein spennandi uppgáva, sum vit fegin vilja átaka okkum, men tíverri noyðast vit at hugsa okkum um, áðrenn vit siga ja, tí vit hava ikki ta neyðugu arbeiðsmegina, sigur Kai B. Olsen. Hann sigur, at fyritøkan fær javnan fyrispurningar um verkætlanir, sum hon tíverri ikki kann átaka sær. Kai B. Olsen vísir á, at fyri nøkrum árum síðani stóð tað á at fáa fatur á uppgávum, men í dag er nóg mikið av uppgávum, men eingin arbeiðsmegi til at loysa tær. Stórt trot á verkfrøðingum í frálandavinnuni Nú tykist endaliga greitt, at oljan, sum varð funnin á Snøhvit-leiðini, fær frið Oljuleiting Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Vónirnar vóru stórar, tá boringar fyri nøkrum árum síðani avdúkaðu nógva olju og uppaftur meiri gass á Snøhvit-leiðini úti fyri norðurnorsku strondini. Men nærri kanningar vístu, at tað fór ikki at løna seg at taka oljuna upp, og at tað tí var rætt at leggja seg eftir gassinum ístaðin fyri. Herfyri boðaðu olju­fe­ løgini frá, at tey høvdu slept ætlanini at taka oljuna upp úr Snøhvit-leiðini, og í síðstu viku setti Odd Roger Eriksen, oljumálaráðharri, eftir øllum at døma punktum fyri málinum. - Eg dugi ikki at síggja, at hendan verkætlanin kann takast uppaftur. Nú feløgini hava sagt, at tað er ikki lønandi at taka oljuna upp, vendist ikki aftur, segði ráðharrin á einari vitjan í Kirkenes. Oljufeløgini hava gjørt greitt, at tá tey fara undir at útvinna gassið úr Snøhvit, fellur trýstið í brunninum so nógv, at tað fer ikki at bera til at fáa oljuna upp haðani. Við øðrum orðum skulu norðmenn venja seg við tankan um, at olja fyri meiri enn 25 mia. krónur verður liggjandi undir hav­ botninum. Tað eru ikki øll, sum halda avgerðina hjá olju­ feløgunum vera ta røttu. Summir politikarar halda, at feløgini leggja seg bara eftir tí, sum tey við vissu vita kann løna seg, og teir halda tað eisini vera skeivt at lata so virðismikið náttúrutilfeingi verða liggj­ andi. Olja fyri 25 mia. krónur verður verandi undir havbotninum Odd Roger Eriksen, olju- og orkumálaráðharri. Kai B. Olsen