Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 12. februar 2007 23 arbeiðum á Melkøya. Arbeitt hevur vanliga ver­ ið í skiftum, har teir eru 14 dagar til arbeiðis á oynni og 21 dagar heima. Um árs­ skift­ið vóru íalt 1380 mans á oynni, og koma teir úr íalt 40 tjóðum. Ta fyrstu tíðina vóru einir 20 føroyingar til arbeiðis her, men síðani hevur talið verið eitt sindur skiftandi. Í løtuni eru teir 60. Alt bendir tó á, at hetta talið fer skjótt aftur fer at minka niður í nærum einki, tí nú fer at líða rættiliga væl við føroyska partinum innan tað elektriska arbeiðið. Gass til Amerika Føroysku eletrikararnir ha­va hesa tíðina verið við í tí spennandi arbeiðinum at um­skapa og útbyggja eina lít­la oyggj út fyri norska býn­um Hammerfest í Norð­ ur­nor­egi. Frá at hava verið ein lít­il og óbygd oyggj tey sein­ nu árini, er Melkøya í dag vorðin til mest út­vik­laða móttøkustaðið og rein­si­an­ legg­ið fyri gass úr Snøhvit- felt­in­um. Hetta arbeiðið er so um­fat­an­di og stórsligið, at illa ber til at lýsa við orð­ um, men myndirnar ví­sa best gongdina í hesi menn­ ing­ini. Av oynni verður gassið, sum her verður gjørt til flót­ an­di natúrgass, ført til lond í Suðureuropa og Amer­ika við sergjørdum tan­ga­bát­ um. Ein er nú so smátt farin at royndarkoyra ta umfatandi út­gerð­ina á Melkøya, áð­renn tann veruliga fram­ leiðs­lan úr gassinum fer at byr­ja seinni í ár. Tangabátar koma við jøvn­um millumbilum við gas­si, men seinni skal so fram­­leiðs­lan á oynni byggja á tað náttúruríkidømið sum finst á Snøhvit-feltinum - Tá verður talan um van­ligt viðlíkahald, og tá er ikki so nógv brúk fyri okk­ara fólki, greiðir Hans Já­kup frá. mleiðslu í ár Okkara vitan vilja vit fegnir brúka aftur á øðrum støðum – eisini her á landi einaferð í framtíðini ” Oljuvinna Snorri Brend Hans Jákup hevur verið heima á Skála í ei­na tíð, og skal avstað aftur til Melkøya í hesi vikuni. Hann er vitandi um, at talið av ar­beiðs­ dø­g­­um hjá føroyingunum á oynni fer so líð­­an­­di at fækka. Møguleikarnir hjá føroyingum at fáa arbeiði í Noregi eru framvegis til staðar, - ja, í roynd og veru góðir! - Vit sum hava arbeitt her, hava upp­ ar­beitt okkum eina stóra og víttfevnda vit­an um arbeiðið á slíkum anleggum. - Hesa vitanina vilja vit fegnir brúka aft­ur á øðrum støðum – eisini her á lan­di einaferð í framtíðini, sigur Hans Jákup. Ikki missa fólkini Sjálvur hevur hann kannað møgu­leik­ar­ nar fyri at kunna útvega sær og øðrum víð­ari arbeiði á norskari jørð. So seint sum í farnu viku tosaði hann við eina norska fyritøku um arbeiði. Henda fyritøkan hevði hoyrt um før­ oy­ing­ar og visti um teirra kunnleika og ar­beiðsevnir. Hon var tí áhugað í at fáa fleiri føroyingar í arbeiði. Henda fyri­ tøk­an hevði eina skipan, har arbeiðsfólkið arbeiddi í 12 dag­ar og vóru síð­ani 16 dagar heima. Hagani vóru boðini bæði ein­ føld og greið: - Send okk­um bara eina um­ sókn, so finna vit út av tí! Hans Jákup er tí sannførdur um, at neyðugt er at halda hesa vitanina viðlíka. Og møguleikarnir til tað eru veruliga til staðar, inntil ein føroysk oljuvinna tekur seg upp. - Vit mugu ikki missa øll hesi fólkini. Tey mugu sleppa at halda fram í vin­ nuni, tí tað eru tey sum hava og fáa royndirnar á økinum. - Tá vit so fara undir oljuvinnuna ein dag, - ja, so hava vit eisini hesi fólkini, sigur hann. Stór vitan hjá føroyingum - Vit vilja fegnir brúka vitan okkara í eini føroyskari oljuvinnu, sigur skálamaðurin Hans Jákup Johannesen. 2 mió metrar av káplum eru lagdir runt á Melkøya Melkøya hevur heimsins mest framkomna anlegg til móttøku av gassi Menningin av Melkøya frá eini óbygdari oyggj til eitt nútíðar gassanlegg - Vit sum hava arbeitt her hava upparbeitt okkum eina stóra vitan um arbeiðið á slíkum anleggum, sigur Hans Jákup Johannesen Mynd: Jens Kr. Vang