mánadagur 12. februar 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 30 - 12. februar 2007
Eg eri sannførdur
um, at vit fara at
finna olju ella gas í
føroyskum øki, sigur
Eli Lassen, stjóri
í Atlantic Supply
Base. Hann heldur,
at oljan í fyrsta
umfari skal flytast
til Hetlands í staðin
fyri at byggja ein
stóran oljuterminal í
Føroyum
OLJA
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Eli Lassen er stjóri í
Atlantic Supply Base. Teir
eru vónríkir um, at olja
einaferð verður vunnin úr
føroysku
undirgrundini.
Teir fyrireika seg eisini til
eina møguliga oljuvinnu í
Føroyum.
Altantic Supply Base
í Runavík hevur verið
virkin luttakari í royndar
boringunum, sum hava ver
ið í Føroyum síðan 2001.
Talan er um fimm brunnar,
sum hava verið boraðir hesa
tíð. Atlantic Supply Base
bleiv stovnað í 1999.
Nú
standa
nýggjar
avbjóðingar fyri framman.
Royndarboringin í fjør
gav einki úrslit, men Eli
er kortini vísur í, at olja er
undir Føroyum.
- Eg eri sannførdur um,
at vit fara at finna olju
ella gass í føroyskum øki
– møguliga bæði. Nú hava
vit royndir at bora gjøgnum
basaltið, sum helst hevur
givið
oljufeløgunum
manga vøkunátt. Vit gera
fyrireikingar til royndarbor
ingar og tær avbjóðingar,
sum liggja fyri framman,
sigur Eli.
- Eg vil fein nýta Off
shore 2007 til at hitta olju
feløg, sum møguliga hava
hug at koma henda vegin
at borða, og sjálvandi tey,
sum arbeiða skamt frá tí
føroyska markinum sigur
Eli.
Skálafjørðurin
besta økið
Eli er sjálvur sannførdur
um, at Skálafjørðurin er
besta økið at leggja eina
oljuhavn.
- Frá náttúrinnar hond er
Skálafjørðurin sera góður.
Tá ið veitingarhavnin varð
bjóðað út, vóru fleiri pláss
um boðið, men oljufeløgini
valdu Runavík. Her er altso
talan um útlendingar og
fólk við skil fyri oljuvinnu,
sum hava valt Skálafjørðin.
- Nú hava vit 6 ára royndir
við veiting, og oljufeløgini,
sum hava royndarborað,
hava latið væl at okkara
service, so eg haldi ikki,
at tað er nøkur orsøk til
at flyta veitingarhavn úr
Runavík, og eg havi heldur
ikki varhugan av, at so verð
ur, sigur Eli Lassen.
Hann heldur eisini, at
politikararnir til tíðir gera
tað óneyðuga torført hjá
oljufeløgunum at koma
til Føroya at bora. Hann
heldur millum annað, at
ein brúgv millum eystara
og vestara arm hevði spilt
allar møguleikar til eina
veitingarhavn á Skálafjørð
inum.
- Ein brúgv hevði kvett
høvdið av Skálafjørðinum,
uttan mun til hvørja vinnu,
vit tosa um. Tá oljuvinnan
kemur
hendanvegin,
skulu boripallarnir eisini
umvælast, og teir passa
ikki undir eina slíka brúgv.
Oljufeløgini/riggánarin
vilja hava shelter water/stilt
vatn, og tað finna teir á
Skálafjørðinum.
Tað er týdningarmikið,
at Løgtingið ikki ger tað ov
torført hjá oljufeløgunum
at koma inn í landið. Til
dømis verður tosað um at
stramma ymiskar lógir upp,
harímillum dynamitlógina,
og tað fer at geva nógv
óneyðugt stríð fyri olufeløg
ini. Oljufeløgini tíma ikki
at brúka orku uppá okkum,
um vit gera teimum tað ov
ómøguligt, sigur Eli, sum tó
ikki heldur, at oljufeløgini
skulu fáa fríar teymar.
Flyta oljuna til
Hetlands
- Eg vil meta, at teir hava
funnið olju og gas innanfyri
3 til 5 ár. Spurningurin verð
ur so sjálvandi, um hon
er nóg góð at taka upp,
sigur Eli, sum ikki heldur,
at oljan skal takast upp og
flytast til Føroyar.
- Tað er eingin meining
í at flyta oljuna til Føroya
fyri síðani at flyta hana
beinleiðis av landinum aft
ur. Eg haldi, at oljan, sum
vit finna við Føroyar skal
bindast í rørleiðingina og
innfrastrukturin, sum er
á leiðini millum Føroyar
og Hetland. Tað er alt ov
kostnaðarmikið at leggja
nýggjar rørleiðingar á botn
in.
Hetlendingar hava ein
oljuterminal
við
allari
neyðugari
útgerð.
Vit
kunnu soleiðis selja ojluna
til teir og fáa penningin
heimaftur.
- Vísir tað seg so seinni, at
olja er norðan og vestanfyri
okkum, so hava vit eina
aðra uppgávu, sum vit tá
loysa.
- Øll útgerð sum skal
brúkast til at útbyggja
feltini og hesa rørleiðing
má sjálvandi um føroyskan
bryggjukant,
sigur
Eli
Lassen at enda.
Eli Lassen:
Finna olju og gas
innan trý til fimm ár
- Eg vil fein nýta Offshore
2007 til at hitta oljufeløg,
sum møguliga hava hug
at koma henda vegin at
borða, og sjálvandi tey, sum
arbeiða skamt frá tí føroyska
markinum sigur Eli Lassen,
stjóri í Atlantic Supply Base
Mynd: Høgni Thomsen