Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-12, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 30 - 12. februar 2007 OLJA Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Runavík vann kappingin um útgerðarhavnina fyri 6 árum síðani. Nú seks ár seinni verður enn satsa nógv uppá at fáa ein oljumiðdepil á Skálafjørðinum. Hans Jacob Lamhauge er borgarstjóri í Runavíkar Kommunu. – Tað hava verið nakrar boringar undir Føroyum. Allar eru so gingnar út frá havnini í Runavík. Tað hevur verið eitt sindur óstøðugt, og virksemið hevur mest verið um summarið, sigur Hans Jacob. Hesi seks árini hava tó gingið væl, og teir hava havt gott samstarv við stóru oljufeløgini. – Vit hava einans fingið positivar afturmeldingar frá oljufeløgunum. Vit fáa vitjan av BP í heyst, og aftaná teirra royndarboring er sáttmálin útgingin. Tá verður avbjóðingin so at fáa eina nýggja avtalu, sig­ ur hann. – Nú hava vit verið við í leitifasuni, og vit droyma um at finna olju. Vit hava tað eisini við í býarætlanini á bæði eystara og vestara armi, sigur Hans Jacob. Høvuðsdepilin í einari møgu­ligari oljuvinnu verð­ ur helst millum Skála og Skálafjørð. – Økið millum Skála og Skálafjørð er væl egnað. Har eru eingin hús nærhendis, og tí verður eingin órógv­ aður av larmi. Tað er eisini sentralt, og tað liggur tætt við skipasmiðjuna, sigur borg­arstjórin. Vaksandi áhugi fyri grundstykkjum Býráðið hevur tó ikki satsa so nógv uppá oljuna, at tað gevur bakkast, um eingin olja er. – Vit hava ongar pengar sett í tað. Vit hava einans lagt upp fyri einari møguligari oljuvinnu í býarætlanini. Vit vilja fegin, at hon skal vera á Skálafjørðinum. Skálafjørðurin hevur rætti­ liga verið í miðdepilinum og við einari útgerðarhavn og undirsjóvartunnili kann ímyndast, at tað gerst eitt valdsøki í Føroyum, sum fer at kappast við høv­uðs­ staðin. Tey merkja eisini, at tað er stórur áhugi fyri grundstykkjum í Runavíkar Kommunu – Vit hava rættiliga nógv­ ar umsóknir. Tað vísir seg, at ansingarplássini mugu fylgja við grund­stykkj­ unum. Fólk søkja ikki um grundstykki, um tey ikki fáa ansingarpláss. Tá ið vit komu út við, at keldan verður nýtt til barnaansing, komu fleiri umsóknir um grundstykki longu dagin eftir, sigur Hans Jacob. Umsitingin í Havn Hans Jacob vísir á, at alt umsitingarligt arbeiði endar í Havn. – Eg vænti, at tað verð­ ur nógv virksemi fyri hand­verkarar her, men tað vísir seg, at umsitingarligt arbeiði endar í Havn. Tað nýtist hon ikki. Partar av umsitingini skal eisini leggj­ ast út til onnur øki. Tað er tó torført at bróta ein slíkan sirkul, men summi øki kunnu útdelegerast, sigur Hans Jacob, sum heldur, at Skálafjørðurin og Torshavn kappast ov nógv til tíðir. – Vit brúka kansak ikki til­feingið nóg efektivt, tá ið vit nýta so nógva orku til at kappast.Vit undir­sjóvar­ tunnilinum verða økini enn tættari knýtt saman, og tá ímyndi eg mær, at vit fara at arbeiða betri saman, sigur Hans Jacob Lamhauge at enda. Borgarstjórin um oljuvirksemið – Høvuðsøkið verður millum Skála og Skálafjørð Borgarstjórin í Runa­ víkar Komm­unu, Hans Jacob Lam­ hauge, vónar at Skála­fjørðurin verður mið­depil fyri virk­ semi­num í samband við oljuvinnuna. Hann væntar, at høvuðsøkið fer at liggja millum Skála og Skálafjørð, tí at tað liggur sentralt, burtur frá húsum og er tætt við skipa­smiðjuna - Nú hava vit verið við í leitifasuni, og vit droyma um at finna olju. Vit hava tað eisini við í býarætlanini á bæði eystara og vestara armi, sigur Hans Jacob Lamhauge, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu Mynd: Høgni Thomsen