Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. februar 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 23 - 1. februar 2007 ” tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 Nýggi formaðurin í Fiski­manna­felagnum, Jan Højgaard legði í lesarabrævið í Sosial­inum 10. januar harð­liga eftir sonevndum frøðingum og eftir aðalstýrunum. Hann skrivaði m.a.: Hóast Jan Højgaard m.a. í lesarabrævi skrivar, at aðalstýrini eru nyttuleys, so heldur hann ikki, at hetta er ein atfinning móti almennum starvsfólki sum heild. Fakfeløg Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Nýggi formaðurin í Fiski­ mannafelagnum, Jan Høj­ gaard vísir aftur, at hansara lesarabræv 10. januar var meint sum ein atfinning móti almennum starvsfólki sum heild. - Hetta var bert ein at­finn­ ing móti teimum, ið kalla seg frøðingar uttan at vera tað. Hesi sum føra fram at miðfyrisitingin skal styrkj­ ast. Eg meini ikki, at mið­ fyrisitingin skal styrkjast. Fiskimaðurin hevur ikki fingið tað betur, arbeiðs­ mað­urin hevur ikki fingið tað betur, sigur Jan Høj­ gaard. Hóast atfinningarnar hjá formanninum í Fiskimanna­ felagnum vóru harðar, og hann millum annað kallar aðal­stýrini fyri nyttuleys, so er hann eins og formað­ urin í Starvsmannafelagnum opin fyri samstarvi. - Vit koma ongan veg utt­ an samstarv, so sjálvandi ætli eg at samstarva við hini fakfeløgini. Jan Højgaard er heldur ikki samdur við fráfarandi for­manninum, Óla Jacob­ sen, at skattalættin til sjó­ fólkið er størsta fram­brotið fyri fiskimannin. Hann held­ ur, at Skattaskipanin er forð­ ing fyri, at fiskimaðurin fær veruliga trygging og nógv annað. Hann sigur tó, at hann ongar ætlanir hevur um at virka fyri at avtaka skipanina. Ístaðin fyri vil hann kunnað Føroya fólk um, at skipanin ikki er eitt tílíkt gávuborð, ið nógv halda. - Tann mátin skipanin er lýst er so einsíðis, at tað er neyðugt at kunna tey um, hvussu hetta hongur saman í veruleikanum, sigur Jan Højgaard. Hóast Gunnleivur Dalsgarð formaður í Starvs­manna­felag­ num heldur útsøgn­ irnar hjá nýggja formanninum í Fiski­ manna­felagnum vera langt úti, er hann opin fyri at samstarva Fakfeløg Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Gunnleivur Dalsgarð, for­ mað­ur í Starvs­mannafelag­ num, heldur lítið um út­søgn­ irnar hjá nýggja formann­ inum í Fiskimannafelagnum um fólk í almennu umsit­ ingini sum kraddarabólkar og gapandi pisur. – Eg kann bara staðfesta, at Jan Højgaard leggur seg upp í kórið av eitt nú politik­ arum, ið leggja eftir teim­ um, ið arbeiða í almennu um­sitingini. Hetta er ein ring­ur máti at byrja uppá, men tað skal samstundis ikki forða okkum í at sam­ starva við hann. Hetta er kanska sagt í einum valrúsi, so eg veit ikki, um tað bert skal síggjast sum valstríð. Men tað er langt úti, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Gunnleivur heldur útsagn­ irnar hjá Jan Højgaard vera á sera lágum plani, serliga tí, at nógvar av teimum skip­ anum, ið fiskimenn nýta gott av, verða væl umsitnar av fólki í almennu umsit­ing­ ini. - Vit hoyrdu í morgun frá­ farandi formannin Òla Ja­ cob­sen greiða frá, at skatta­ skip­anin hjá fiski­monn­um var størsta fram­brotið í hans­ara tíð sum formaður. Eg kann heilsa Jan, at óan­ sæð um man er samdur í hesi skipan ella ikki, so er hon væl umsitin av júst fólk­ um í almennu umsitingini. Hetta er sum at hoyra ávísar politikarar, ið órevsaðir bera tílíkt fram á tingsins røð­arapalli, sigur Gunn­leiv­ ur Dalsgarð. Aðalstýrini eru nyttuleys Leygarkvøldið 3. februar kl. 22:30 Leygarkvøldið 3. februar kl. 22:30 Eyðun & Neil Eyðun & Neil “Vit hoyra dagliga, hvussu ymiskir kraddara-bólkar inn­an tað almenna krevja meir og meir pengar til ym­isk endamál, ið fyri tað mesta eru púra høpisleys” ”Hesir bólkar kalla seg frøð­ingar av ymsum slag, men fer ein at hyggja nærri at hes­um fólkum og teirra grund­gevingum, so er beina­vegin, at ein gerst varugur við, at tað man vera so sum so við frøðini” ”Pengar verða kravdir til at granska fyri, til heilsu­frøði­ligu starvsstovuna, búskap­arfrøðingar og løgfrøðingar krevja at verða settir í starv á onkrum av teimum nyttu­leysu aðalstýrunum. Hesi fólk eru totalt uttan fyrilit og kosta tí føroyska sam­fe­lag­num í dýrar dómar. Hetta verður fyri tað mesta gjørt, fyri at fáa nakrar krónur uppá ein lættan máta” ”Tey, ið hava funnist mest at fiskimonninum, eru ofta tey, ið hava fingið mest frá honum. Hesi eru at meta við eina gapandi pisu, sum tekur móti føðini, fyri síð­ani at skvøtta hana út aftur í reiðrið. Hesar pisur verða ongantíð floygdar, men halda á fram við at dálka okkara reiður, Føroyar” Meinti ikki øll almenn starvsfólk Á sera lágum støði – Vit hoyhra dagliga, hvussu ymiskir kraddarabólkar innan tað almenna krevja meira og meir pengar til ymisk endamál, ið fyri tað mesta eru púra høpisleys Jan Højgaard í lesarabrævið 10. januar í ár Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum Jan Højgaard, nýggi formaðurin í Fiskimannafelagnum