Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. februar 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 23 - 1. februar 2007 Fyri Mariu Djurhuus á Morskranesi hevur veðrið einki at siga. - Eg gangi hvønn einasta dag, óansæð hvussu veðrið er, sigur hon. Heilsa Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Morskranes: - Jú, mær dám­­ar væl at ganga túrar, sig­­ur hon í samrøðu við Sosi­al­in. Fyrrapartin týsdagin fór hon enn einaferð frá húsum sínum á Morskranesi, og legði leiðina norður eftir tí langa Selatraðarvegnum. Tað var turt í veðrinum hesa løtuna, ið umboð fyri tíð­­inda­­tænastuna møttu henni nak­­að norðanfyri heim­­­bygd­ina. Grovir ælingar vóru kort­ ini við jøvnum millum, men hetta forðaði henni tó ikki í at fremja góða ítriv sítt: At ganga túrar við hundi sínum Kelly. - Kelly er nakað deyvur, men honum dámar sera væl at ganga túrar, greiðir Maria frá. Røttu klæðini Í Føroyum er vanligt at taka til, at ein kann uppliva tær fýra árstíðirnar ein og sama dag. Serliga útlendingum dáma hetta skiftið sera væl, með­an flestu føroyingar munnu troyttast av tí altíð so óstøð­uga veðrinum her á landi. Men fyri Mariu á Morskra­ nesi hevur hetta við veðri­ num als einki at siga: - Fyri meg ger einki um tað regnar ella um tað storm­ ar. Eg fari so frá húsum allíkavæl, sigur hon. Uppskriftin hjá henni ímóti teim umskiftandi før­ oysku veðurlíkindunum er einføld: Ein skal bara lat seg í eftir umstøðunum! – Eg havi gingið túrar reglu­liga síðani nakað und­ an jólum, greiðir Maria frá. 4,5 km. um dagin Fyrradagin høvdu veður­ menn­inir boðað frá skiftandi veðri - regni, ælaveðri, men tó við møguleika fyri sólar­ glottum. Hetta forðaði kortini ikki Mariu at fara frá húsum henda týsmorgunin. Saman við hund­inum Kelly legði hon leiðina norðureftir lands­­veg­num móti granna­ bygd­ini Selatrað. - Vanliga gangi eg hálvan­ fimta kilometur hvønn dag. Tá komi eg næstan til Sela­ traðar, sigur Maria. Millum bygdirnar eru fýra kilometrar, men tað er komið fyri at hon er farin nær­um allan vegin til Sela­ traðar, áðrenn hon vendir við aftur móti heimbygdini. Arbeiðsboð Henni dámar væl at ganga túrar og tað ger hon hvønn dag, tá tað ber til. Undan jólum arbeiddi hon í fiski, og tá kom meiri enn so fyri, at tey arbeiddu til langt út á kvøldarnar. - Tað bar ikki so væl til at ganga tá, ið ein hevði eitt ar­beiða at passa. Beint nú havi eg einki arbeiði, og tí ber betri til. - Nú gangi eg hvønn ein­ asta dag, sigur Maria. Hon væntar at fáa arbeiðs­ boð aftur einaferð í apríl ella mai mán­aði. “Min firbente ven” Týsdagin gekk hon einsa­ møll túr, men tað er ikki al­tíð at hon er einsamøll á ferð. Tá maðurin er heima, fara tey bæði saman frá hús­ um. - Honum dámar eisini væl at ganga túrar, sigur Maria. Hon hevur altíð ein trú­ fastan ferføttan vin við sær, nevniliga hundin Kelly. Hann er eitt “gadekryds”, sum hon málber seg. - Hann hevur vant seg við hesar túrarnar, - ja hann bið­ ur næstan um at sleppa út at ganga við mær! – Veðrið hevur einki at siga Sita ov nógv Tá ein soleiðis gongur túrar norðureftir og suður­ eftir, fær Maria altíð vind­in í ryggin annan veg­in. Veðrið hugsar hon ikki so nógv um – tí, sum hon sigur: - Eg gangi ikki og spekuleri á túrinum. Eg fari bara út í ta frísku før­ oysku náttúruna, og njóti tað! Maria kann tó fegnast um at hon betrar um kondi­sjón sína og fær nógva fríska luft. - Ein situr ov nógv til dagligt, og hevur tí brúk fyri at røra seg eitt sindur, slær hon fast. ” Fyri meg ger einki um tað regnar ella um tað stormar. Eg fari frá húsum allíkavæl www.almannastovan.fo K R E A . F O . TEL 47 80 80 Málsviðgeri til Almannastovuna Á Almannastovuni starvast 100 starvsfólk. Á Veitingar- deildini starvast 8 máls- viðgerar, 2 fulltrúar og 1 deildarleiðari. Hevur tú hug á royna teg í einum arbeiðsumhvørvi, sum er undir støðugari menning? So er eitt full- tíðarstarv sum málsviðgeri á Veitingardeildini á Almannastovuni leyst at seta sum skjótast. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Tummas E. Djur- huus, deildarleið- ara, á tel. 35 35 10, á almannastovan.fo ella á portal.fo undir størv. Umsóknarfreistin er mánadagin 8. februar 2007. Umsókn við CV og prógvum skal sendast til: Almannastovuna, Smyrilsv. 20, Boks 3096, 110 Tórshavn. Maria og Kelly ein týsdag á Selatraðarvegnum. – Mær dámar sera væl at ganga túrar, og tað ger hundurin eisini, sigur Maria Djurhuus Mynd: Jens Kr. Vang tíðindi