fríggjadagur 2. februar 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 2. februar 2007
11
Farnar og komandi ístíðir,
og aðrar jarðfrøðiligar rem
bingar av ymiskum slagi
fáa vit einki gjørt við.
Tíbetur.
Soleiðis hevur tað verið í
millardum av árum, har
Jørðin hevur hvílt í sær
sjálvari í ringrás síni millum
aðrar knøttar í sólskipanini.
Men veðurlagið á Jørðini,
soleiðis sum okkum dámar
tað, við føroyskum veður
lagið her um okkara leiðir,
skýggja loft, surk og sirm
lýggjar várdagar og heiðin
himin kaldar heystardagar,
tað er við at broytast, og tað
í stórum.
Staðfest er, eisini av teim
um stórstu skeptikarunum,
at tær stóru árligu veður
lagsbroytingarnar standast
av mannaelvdari dálking,
og serliga av útláti av veður
lagsgassum.
Veðurlagið er broytt, og
útlitini til, at tað broytist
enn meira, ja so mikið, at
vit at enda ikki ána, um vit
eru stødd á himni ella jørð,
tey útlitini eru komin heilt
uppat okkum, og tey tykjast
vera komin fyri at vera.
Okkum nýtist ikki at
hugsa um at bjarga jørðini
sum klótu, tað makta vit
ikki.
Hinvegin kann klótan
rista okkum burturav sær,
og týna bæði menniskju og
tey villini djór her búleik
ast.
Tað hevur hon gjørt fyrr,
og væl ber til, at tað hendur
aftur.
Tað, sum vit menniskju tí
eiga at leggja okkum eftir,
tað er at bjarga okkum sjálv
um, meðan tað er gjørligt,
og síðsta útkall er við at
vera har.
Ræðandi avleiðingar
Tað er sligið fast, og eingin
ivi er longur um, at vøkst
urin av vakstrarhúsgassum
stendst av mannaávum, og
um vit halda fram við sama
lag økist hitin við 3-6 stig
um komandi hundrað árini,
og meiri enn tað á ávísum
økjum,
• ísurin í arktis hvørvur,
høvini fara at fløða, og
oyðimerkurnar fara at
vaksa.
• Arktis og Grønland hitna
meira og meira,
• um dagarnar brotnaði ein
100 km² stórur ísflaki
við Ellesmere Island,
• tá ísurin hvørvur verður
minni sólarljós og hiti
kastast útaftur í rúmdina,
• og sjálvsstyrkjandi
prosessirnar eru farnar í
gongd,
• permafrostið í frystu
tundraini hitnar og
methan kemur út í størri
nøgdum,
• methan er 20 ferðir
sterkari vakstrarhúsgass
enn CO²,
• óðnirnar gerast fleiri og
fleiri og hvassari og
hvassari.
• Korallrivini í høvunum
ganga til grundar av
súrum sjógvi,
• ævigi kavin bráðnar á
hægstu tindunum,
• norðurlendingar dyrka
meis í staðin fyri
fóðurrøtur,
• og føroyingar ganga og
heinta summardáar á
jólum,
• og harmast um at tað
aldagamla skerpikjøtið er
komi í vanda.
Hetta er gongdin, og hon
stendur við og versnar.
Jørðin broytist til eina
aðra planet
Jørðin broytist heilt einfalt
til eina aðra planet, um vit
brenna alt tað alt fossila
brennievnið, sum er lagra
upp í mió. av árum, av eftir
einari løtu á okkara døg
um.
Samstundis sum Føroyar
liggja millum heimsins
fremstu lond, tá ið ræður
um útlát fyri hvønn íbúgva,
hveppa vit okkum við at
seta Kyoto-sáttmálan í gildi
fyri Føroyar.
Hetta er sjálvandi heilt
óskiljandi og fullkomiliga
ábyrgdarleyst, siga bæði
heimligir og útlendskir veð
urlagsfrøðingar við ein
munn.
Tá Føroyar liggja fremst
millum øll heimsins lond,
sum burturav liva av nátúr
unnar tilfeingi, átti tað at
veri ein sjálvfylgja, at Før
oyar skuldu talst millum
heimsins fremstu lond at
vart náttúrunna.
Men so er ikki, tíverri,
Brandingin av Føroyum
Í august í fjør hittust norð
urlendsku náttúru- og
umhvørvisfelagsskapirnir í
Føroyum, har tey við stórari
undran kundu staðfesta líka
sæluna á umhvørvisøkinum
í Føroyum.
Har var í tíðindaskrivi til
norðurlendsku limalondini
staðfest, at Føroyar vóru
einasta norðanland, sum
ikki hevði undirskriva
Kyoto-protokollina, hóast
Føroyar eru eitt av teimum
londum í heiminum, sum
hevur hægsta útlát av CO²,
og at oyggjarnar uttan iva
fóru at verða ávirkaðar av
veðurlagsbroytingunum.
Hvat Clinton og Blix fara
at skriva heim um vita vit
ikki, men roknað verður
við, at riðilin av tíðindafólki,
sum kemur í hølunum á
teimum, fer at ansa eftir, at
Føroyar hava skipað seg
leysar av altjóða umhvørv
ispolitikkinum, og liggja
sum ein rúkandi skorðstein
ur mitt í tí reinasta mat
vørukovanum í Norðurhøv
um.
Altjóða umdømi okkara
er so í hvussu so er í bráð
komnum vand, um vit billa
okkum inn, at vit kunna sita
og guva, har guvuforboð er
sett í verk av umheiminum.
Tað kostar at gera nakað
við hetta málið, og tann
kostnaðin rinda vit sjálvi,
og tað hava vit lýst í sjálv
um uppskotinum.
Hinvegin, so kostar so
sanniliga eisini nakað at
lata vera við at gera nakað
við hetta málið.
Tann kostnaðurin verður
ikki roknaður í krónum,
men í katastrofum.
Stórpolitisk átøk móti
serfrøðini
Tað leikar hart á í USA, har
tað í gjár kom undan kavi,
at poltiska valdið einar
400 ferðir hevur lagt trýst
á granskarar um at strika
viðkvæmar orðingar í kom
andi frágreiðingini frá teim
um 2.500 ST-veðurlagsser
frøðingunum, sum kemur
út í morgin.
Orð sum “verðurlags
broytingar”, “alheims upp
hiting” og orðingar av líkn
andi slag, eru illa dámd av
politiska valdinum í USA,
sum eins og í Føroyum
skulkar sær undan teimum
framtøkum, sum neyðug
eru á hesum øki.
Politiska valdið roynir
her at gera seg inn á altjóða
óheftu granskingina og
roynir at manipulera seg
fram til onnur úrslit, enn
tey veruligu, sum koma
undan kavi í morgin.
Vit í Tjóðveldisflokkinum
halda at umráðandi er at
taka undir við protokollini
og virka fyri og samráðast
fram til loysnir, eins onnur
lond hava gjørt.
Samráðast kann um
møguliga nýggja oljuvinnu,
og hvør ið rindar tá, og sam
ráðast kann um fiskivinnu,
og hvussu umstøðurnar
kunnu skipast har.
Til dømis er ein fyritøka í
Noregi, EnPro, ið framleiðir
tøkniligan útbúnað til inn
savning av CO² frá m.a.
oljufýrdum ravmagnsverk
um.
Heilt upp í 80% av útláti
num frá roykrørinum kunnu
savnast, so tað er ikki smá
vegis.
Ein treytin fyri hesum
útbúnaðinum er, at hann
skal standa tætt við sjógv,
so her hava vit allar fyri
munir, tí øll dieselverkini
ligga beint við sjóarmála.
Tað einasta sum ikki fer
at bera til er at skulka sær
undan, og so standa sum
ein rúkandi skorðsteinur, tá
ið øll hini hava tálmað egn
ari óneyðugari dálking.
Ein umberingin frá lands
stýrinum er, at vit fyrst
skulu skipa eina samlaða
náttúru-, umhvørvis- og
lendisfyrisiting, ið skal
hava beinleiðs tilvísing til
landsstýrismannin í um
hvørvismálum.
Hendan umberingin er
ikki annað enn ílatið initia
tivleyst dólsknið. Talan er
um eina tilráðing av tíggju,
sum komu fram í eini frá
greiðing frá einum arbeiðs
bólki um náttúru- og
umhvørvisvernd – fyri
fimm árum síðan.
Ein løta av effektivum
arbeiði, sum hevði tikið ein
seinnapart, hevur higartil
tikið meira enn fimm ár.
Tað er ikki nóg góð
umbering, heldur er talan
um eina undanstøkking
móti at taka á seg solidariska
ábyrgd í heimssamfelag
num.
Tað er í tøkum tíma, at
løgtingið tekur málið í egn
ar hendur, at løgtingið gevst
við at bíða eftir rapportum.
Vit hava upp í ammur og
kør av rapportum, tíðin er
komin til at taka politiskar
avgerðir – og her er so ein
avgerðin, sum hevur bráð
skund.
Tjóðveldisflokkurin vón
ar, at tingið tekur seg sam
an, og viðtekur uppskot
okkara um Kyoto-protokoll
ina.
Hergeir
Nielsen
Kyoto, ST og Føroyar
Nú um vikuskiftið viku
skiftið er klókt at finna sær
tey heitu klæðini framaftur.
Men regnskjólið skal ikki
goymast burtur. Veðurmaður
okkara, Petur Skeel Jacob
sen sigur, at teir næstu dag
arnar verður eitt sindur
kaldari, men tað avfallinum
slepst ikki undan. Og vit
kunnu vænta bæði regnæl,
vátasletting og vátasletting.
Í morgin, leygardagin
verður framvegis útsynn
ingur, men hann hækkar og
vit kunnu vænta okkum
regnæl og seinni vátaslett
ing. Hitin verður ímillum 3
og 6 stig.
Men sunnudagin verður
stívt andøvsgul av vestri,
men um kvøldið hækkar
hann upp í norðan og tá
kunnu vit vænta okkum
kavaæling og hitin verður
beint omanfyri frostmarkið.
Sum frálíður veksur vind
urin nakað.
Mánadagin verður hvass
ur vindur av norði og kava
ælingur og hitin verður um
frostmarkið. Seinni lækkar
hann niður í eystan og sami
hiti, kanska fer hann beint
upp um frostmarkið.
Týsdagin og mikudagin
verður landnyrðingur, men
hann minkar vindin og vit
kunnu vænta sól, men eisini
kavaæl.
Annars kann sigast, at í
januar hevur miðalhitin
verið 3,5 stig, men januar í
ár hevur verið eitt hálvt stig
lýggjari, ella 4 stig í miðal.
Tíðindaskriv
Tað skal vera stuttligari hjá børnunum at
koma í SMS. Umframt at vit fara at gera
spælipláss til børnini, skulu vit eisini
hava eitt fitt og elskiligt SMS-djór.
SMSi er eitt fitt og elskuligt djór, sum
børnini ikki kunnu annað enn vera góð
við.
SMSi býr, etur og svevur í SMS.
Børnini kunnu hitta SMSa í SMS.
SMSi brúkar handlarnar í SMS.
SMSi hevur sítt egna pláss á SMS-
heimasíðuni.
Hvussu SMSi sær út, lata vit børnini í
Føroyum avgera. Vit skriva út eina tekni
kapping, og vit vóna at fáa tekningar frá
øllum børnunum í Føroyum.
Teknikappingin byrjar 5. februar og
endar 5. mars 2007.
Høvuðsvinningurin er 10.000 kr.
Millum innkomnu tekningarnar verða
tríggjar PlayStation frá Expert burtur
lutað.
SMS bjóðar
inn til
tekni-
kapping
Kaldari næstu dagarnar