Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. februar 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 24 - 2. februar 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Brúdleyp Leygardagin 3. feb. giftast á Ráðhúsinum í Odense Petur Petersen Bø og Dea Dall-Hansen Mørup. Prógv Sólvør Patursson Djurhuus hevur frá Jydsk Pædagog Seminarium í Århus, fingið professionsbachelorútbúgving sum pedagog tann 30. januar 2007. Hósdagin 25..januar 2007, fekk Anna Karina Ottosen, Hoyvík prógv sum fysioterapeut frá Skodsborg Fysio­ terapiskole. Kristbjørg Thomasen, Sandavágur, búsitandi í Århus, hevur fingið prógv sum pedagog tann 19. januar 07 á Peter Sabroe Seminarium. Mirjam Marsten Vitalis, hevur tann 24. januar í ár fingi› prógv sum Anæstesi (narkosu) sjúkrarøktarfrø›ingur á Skejby hospitali. 20. januar fingu Sólgerð Viderø og Jørn G. Ellingsen Reipå Norge eina dóttur. Hon var 49 cm long og vigaði 3265 gr. 22. januar fingu Ann Maria og Vinjard Johansen, Salt­ angará, eina dóttur ið eitur Sólja. Hon var 53 cm. long og vigaði 4100 gr. 24. januar fingu Sirið og Jan Nón Bjartalíð, Klaksvík, ein son. Hann var 46 cm. langur og vigaði 2350 gr. 24. januar fingu Jóhanna á Rógvi og Kári á Rógvi, Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3350 gr. 27. januar fingu Jóna K. Borgarlíð og Johnny P. Joensen, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3500 gr. 29. januar fingu Sóleyð og Magnus Tausen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3400 gr. 29. januar fingu Sólvá Jónsdóttir og Asbjørn Johannessen, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3150 gr. 30. januar fingu Reidunn Andreasen og Ingi Zachariasen, Streymnes, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3800 gr. 30. januar fingu Lena Nybo Hvítklett og Hjalti Hvítklett, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3800 gr. 30. januar fingu Esther Hammer og Poul Carl Sørensen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 3700 gr. 2. februar fingu Rannvá Troest og Kenneth Rasmussen, Saltangará, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3700 gr. Føðingar Í sambandi við at Edna Niclasen í Sørvági hevði 25 ára starvsdag hjá Statens Luftfartsvæsen varð skipað fyri móttøku á Flogvøllinum hósdagin 1. februar Móttøka Myndir: Jákup Persson Tað var Statens Luft­farts­ væsen/­Vága Floghavn, sum skip­aði fyri móttøkuni í starvsfólkastovuni í bilhús­ inum, har starvsfelagar, vinir og kenningar komu á gátt. Edna er fødd og uppvaksin í Nólsoy sum næstelst av 8 systkjum. Í 1979 fluttu hon til Sørvágs at búgva saman við manni og trimum børnum. 1. februar 1982 byrjaði hon at arbeiða á flogvøllinum inn­­an reingerð og seinni kom so trygdareftirlitið ella Se­curity, sum hon eisini lut­ tekur í. Mong kenna nokk Ednu frá Security og í øll hesi 25 árini nærkast tað skjótt 3 millónum ferðandi, sum eru komin og farin um vøllin. Tá ið Edna ikki er til ar­beiðis, so fæst hon við hond­arbeiði. Hon hevur undir­víst innan hetta fakið í kvøldskúlanum í mong ár. Annars hevur urtagarðurin hennara stóra áhuga og ikki minst at dyrka grønmeti niðri á Oyruni. Frásøgn hevur verið í sjónvarpinum í hesum sambandi. Elsta dótturin býr í Sør­ vági, sonurin í Havn og tann yngsta dótturin býr í Dan­mark. Ommubørnini eru 6 í tali. Edna Niclasen, Sørvágur: 25 ár hjá Statens Luftfartsvæsen Finnbogi Niclasen handar Ednu gávu og skreytblað frá Statens Luftfartsvæsen Edna við manni, børnum, svigarbørnum og barnabørnum Sennøva Berg handar Ednu gávu frá starvsfeløgunum hjá Statens Luftfartsvæsen, Vága Floghavn 400 ár síðan kyndilsmessuódnina Kyndilsmessa er 2. februar, og í ár eru 400 ár liðin síðan tiltiknu kyndilsmessuódnina í Føroyum í 1607 tá t.d. 50 bátar gingu burtur, fiskimið oyddust, Kirkjubøhólmur skrædnaði frá landi, sandurin í Saksun syftist til Leynar og sundið inn í pollin í Saksun fyltist við sandi, soleiðis at skip ikki longur kundu sigla inn har at kroka. Ódnin gjørdi eisini stóran skaða aðrastaðni eitt nú í Onglandi.