Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. februar 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 24 - 2. februar 2007 13 Marta Johannesen, Skála, andaðist í heiminum týskvøldið, 75 ára gomul. Kistan fer úr heiminum fríggjakvøldið klokkan 18 í Skála kirkju. Jarðar­ ferðin verður leygardagin klokkan 13:30. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, sum vilja minnast Martu kunnu lata Meinigheitshúsinum á Skála eina gávu. Konta í peningastovnunum. Bjarni Poulsen, vanliga nevndur Bjarni hjá Bernhardi í Hvalba, andaðist á Hvidøvrehospitali 1 februar, 68 ára gamal. Maria Mikkelsen, Sørvágur, andaðist á Ellis­heim­ inum í Vágum mikudagin 31. januar, 80 ára gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Sofía Højgaard, niðri á Rætt, Toftir andaðist á Landssjúkrahúsinum mikudagin 31. januar, 82 ára gomul. Kistan fer frá kapellinum fríggjadagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni leygardagin klokkan 13. Andlát og jarðarferðir Dagurin 3. februar, Blásius, deyður umleið ár 300. Tikin av døgum fyri trúar sakir. Var biskupur í Sebaste í núverandi Turkalandi, og av tí at hann bjargaði einum smádrongi, sum hevði sett eitt fiskabein í hálsin, varð hann tilbiðin sum verndari fyri hálsverk. Dagurin var eisini róptur blámessa, og var blámessudagur stillur og klárur, boðaði tað fyri einum brúsandi vári, varð sagt. 4. februar. Veronica. Vit vita einki um hesa halgikvinnu uttan tað, sum halgisøgan sigur, at hon var ein, ið fylgdist við Jesusi, og at hon á leiðini út til Golgata turkaði sveittan av andliti hansara. Tá ið hon fekk turrklæði aftur, stóð mynd frelsarans á tí, og tað varð síðani varðveitt sum ein dýrur gripur. Hann varð róptur vera ikon, sum merkir tann sanna myndin. Harav kemur eisini navnið á halgikvinnuni. 5. februar. Ata, deyð umleið ár 250. Henda vakra unga gentan í Cataniu á Sikiloy vildi ikki lovast heidnum fríggj­ ara, av tí hon var kristin, og varð eftir ræðuligar pínslur tikin av døgum. Navnið er grikst og merkir tann góða. Leygardagin 3. februar fyllir Erling Johannesen á oynni Tau, uttan fyri Stavanger í Norra, 70 ár. Erling er skopuningur, sonur Eli og Hildur Johanne­sen, sum fingu børnini: Birgit, Erling, Finnur og Bergtóru. Erling vaks upp í Skopun, og sum ungur var hann nógv úti í Koltri og hoyggjaði um summarið. Hann vildi nakað meira og flutti fyri 50 árum síðani til Norra at búgva, har hann fann sær konu og fekk sær útbúgving sum skipsførari. Í sínum starvi sum skips­førari hevur hann siglt um øll heimsins høv. Seinnu árini sigldi hann út til boriplattformar í Norð­sjónum. Hann sigldi øll árini í sama reiðaríi. Nú hann er vorðin pen­sionistur, er hann heima og hugnar sær við konuni. Tey eiga trý børn og átta barnabørn. Erling ferðast nógv, og okkum sum familju vitjar hann nógv, bæði her í Føroyum og í Danmark. Vit ynskja honum ein góðan dag og nógv góð ár afturat. Gleða okkum at síggja hann her í Skopun nú til silvurbrúdleyp. Alt tað besta frá okkum her heima og øllum í Danmark. Adressan er: Erling Johannesen, Allstlenvej 29A, Tau, Norge. Tel: 0047 51746547. Erling Johannesen 70 ár Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum øllum, ið á ymiskan hátt mintust til mín á føðingardegnum 2. jóladag. Harrin signi tykkum øll. Lena Weihe, Selatrað Sunnudagin 14. apríl 1901 vóru 39 konfirmantar fermdir í Havnar kirkju, 18 dreingir og 21 gentur. Í dag hava vit myndina av dreingjunum Teir sum eru á myndini eru: Niels Martin Arge, hann var sonur Jákup Andr. Arge, grót­ smið, eisini róptur »Jampan«, Ludvig Elieser Christiansen, Daniel Pauli Egholm, beiggi »Blokk«, Johannes Simeon Guttesen, Lars Peter Frederik Han­sen, hann var sonur Johs. í Funningsstovu á Ting­hús­vegn­ um, Peter Jacob Hansen, »í Pæsastovu«, Zacharias Jacobsen »hjá Bøkjaranum«, Peter Hans Martin Jacobsen, Hans Peter Jacobsen »Í Dáva­­stovu«, Johan Frederik Joen­sen, Jacob Poulsen »í Oyspu­stovu«, Johan Henrik Rubeksen »Bill«, Magnus Andre­as Julius Samuelsen, á Grips­vegi. Hasir vóru allir úr Havn. Síðani vóru tað: Daniel Pauli Danielsen, Hvítanes, Joen Reinhold Nybo, Hvíta­ nes, Hans Edvard Jacobsen, Koltur, Ole Olesen, Kirkju­ bø, Hans Sofus Vang, Kald­ bak. Teir einastu vit kenna á myndini, eru: nr. 4 a.f.v., tað er Zach. Jacobsen «hjá Bøkjaranum« og nr. 6 eitur Johannes Simeon Guttesen. Í fremru røð meina vit at drongurin uttast t.v. í før. búna, er Daniel Pauli Danielsen á Hvítanesi, og drongurin sum situr trið uttast t.h., og sum eisini er í føroyskum búna, meina vit er Hans Edvard Jacobsen í Koltri. Hinar kenna vit ikki. Tey, sum kennast við hinar konfirmantarnar verða vinarliga biðin um at ringja til Birgar Johannessen, tlf. 314647 ella 214647. Sóknast eftir mynd Genturnar, ið blivu fermd­ ar sama dag, 14. apríl 1901, vóru: Anna Marie Arge, Ol­uffa Effersøe, Sigrid Petra Amalia Hansen, Cathrine Svanhilde Hansen, Jørgine Christi­anne Houmann, Johanne Johansen, Elsebeth Malene Justinussen, Andrea Susanne Magnussen, Mar­ en Lovise Margrethe Mohr, Johanne Marie Nico­demus­ sen, Malene Sofie Petersen, Amanda Poulsen, Pouline Elisabeth Vilhelmine Poul­ sen, Hedvig Restorff, Maja Restorff, Anna Sofie Rubek­ sen, Andrea Jaco­bine Sofie Sørensen og Else Thomsen, allar úr Havn. Hinar tríggjar vóru: Sigga Marie Danielsen, Velbastað, Johanne Marie Simonsen, Velbastað og Anna Cathrine Elisabeth Jakobsen, Kalbak. Er tað nakar, sum eigur myndina av gentunum, so verður viðkomandi vinarliga biðin um at ringja til Birgar Johannessen á tlf. 314647 ella 214647. Tórshavnar alfrøði: Konfirmantar í 1901 -har tað hendir nøvn