fríggjadagur 2. februar 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 24 - 2. februar 2007
tíðindi
ÍSLANDSVITJANIN
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í gjárkvøldið bjóðaði løg
maður til døgurða á íslands
ferðini, sum løgmansskriv
stovan skipar fyri saman
við vinnulívinum.
Við til døgurðan var alt
tað føroyska ferðalagið,
íslendski forsætisráðharrin,
Geir H. Haarde og frú og
týðandi
umboð
fyri
íslendsku stjórnarskipanina
og íslendska vinnu
Í vælkomurøðuni nevndi
løgmaður at »hann sum
onki váðar onki vinnur«,
og at hetta kundi verið
útgangsstøðið fyri hesari
ferð til íslands. Løgmaður
handaði gávur til íslendska
forsætisráðharran og frú.
Forsætisráðharrin fekk
nýggju bókina um Mykines
og forsætisfrúan fekk eitt
turriklæð av kendu snið
gevunum Guðrun og
Guðrun.
Íslendski forsætisráðharr
in takkaði fyri innbjóðingina
og fyri gestablídni honum
varð givið á vitjanum sínum
í Føroyum. Íslendski forsæt
isráðharrin brúkti orðatakið
»Lítil maður kann eisini
verða sterkur« og nevndi,
at íslendingur høvdu stóra
virðing fyri føroyingum.
Eisini hann nýtti høvi at
geva løgmanni og frú gávur,
sum vóru jakkar frá klædna
fyritøkuni 660 North. Løg
maður takkaði fyri og
nevndi, at hetta fór at verða
gott at ganga í til komandi
valstríð sum verður í Føroy
um komandi vetur.
Aftan á matin sang Sigrid
Rasmuss en nakrar sangir,
og hetta komu hon og klav
erspælari hennara sera væl
frá.
»Hann ið einki váðar einki vinnur«
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, roynir jakkan, hann fekk frá Geir H. Haarde, forsætisráðharra
Íslands, við døgurðan, sum løgmaður beyð til í gjárkvøldið
20 fyritøkur og eini 60 fólk eru í ferðalagnum hjá løgmanni í Íslandi, sum endar seinnapartin í dag
Geir H. Haarde, íslendski forsætisráðharrin