Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-02, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. februar 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 24 - 2. februar 2007 ] Tveir umdystir máttu til, áðrenn Pólland tryggaði sær sæti í finaluni í HM. Pólland hevði tó verið oman á størsta partin av dystinum ímóti Danmark, og tí var polski sigurin samanumtikið fult uppiborin HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Í gjárkvøldið skuldu danir royna at spæla seg allan veg­in til HM-finaluna í mans­hondbólti, tá teir møttu Póllandi í hálvfinal­ uni. Teir høvdu valt at seta ein av spælskiparunum, Claus Møller Jacobsen, og hálva føroyingin, Hans Lind­berg, uttanfyri til henda dystin. Hans Lind­ berg, tí at hann lá heima í songini við krími. Undan dystinum mettu tey flestu, at Danmark var lítil favoritturin, men tó vænt­aðu at kalla øll ein javnan dyst, tí skjúttarnir hjá Póllandi eru also ikki lættir at steðga. Bielecki var ikki til at steðga Fyrstu løtuna var einki, sum bendi á, at Danmark skuldi fáa trupulleikar við at skjóta mál ímóti Póllandi. Tá góðir fimm minuttir vóru farnir, smekkaði Per Leegard bóltin í málið til 6- 4, og hesa løtuna tóktist einki at vera óført hjá døn­ um, men so steðgaði brád­ liga upp. Næstu løtuna tóku skjútt­ arnir hjá Póllandi full­komi­ liga yvir, og serliga Karol Bielecki á vinstra bakki vísti stóra styrki. Pólland fór frá 4-6 til 8-6, og so føldi Ulrik Wilbek seg noydd­­an at taka Time Out. Hetta vísti seg at hjálpa hjá dønum. Nú kom aftur gongd á spælið, og ikki gekk long tíð, so stóð aftur á jøvnum ímillum liðini. Lasse Boesen á vinstra bakki hjá dønum var sera týdn­ingarmikil hesa fyrstu løt­una av dystinum, har hann fekk nógv góð mál. Skiftu málmannin Um miðjan fyrra hálvleik valdi polski venjarin at skifta málmannin, Slowo­ mir Szmal, út. Szmal hevur verið heilt fantastiskur í HM-endaspælinum, og tí var onkur, sum risti við høvd­inum, tá ið Adam Weiner kom inn í málið. Hetta gjørdist tó ein avger­ andi útskifting í dystinum, tí Weiner stóð ein heilt fantastiskan dyst í málinum, og eftir dystin bleiv hann eisini kosin at vera dystsins maður. Seinna partin av fyrra hálvleiki tók Weiner ofta broddin av danska álopinum við sínum framúrskarandi bjargingum, men um hetta mundi byrjaði danska verj­ an eisini at fáa fatur á polsku skjúttunum. Tí var so at siga eingin munur á liðunum, og tá tey fóru til steðgin var alt púra opið. Tá førdi Pólland við einum máli. Dýrar útvísingar Pólland legði betri fyri í seinna hálvleiki, og eftir eini lítlari løtu, høvdu teir lagt seg á odda við trimum mál­um. Danmark fekk tó mest sum alt fyri eitt minka um munin niður í tvey mál, men so í stóð í stað hjá báð­ um liðunum. Í eina langa løtu fingu liðini slett ikki mál, og her lá dysturin líka sum og vippaði. Danmark var liðið, sum breyt tómgongdina, og so gekk skjótt. Løtu seinni vóru teir komnir uppá javnt, og nú tóktust danir at hava funnið seg til rættis á vølli­ num. Kasper Hvidt var eis­ ini byrjar at fáa fatur á skotu­num hjá polsku skjútt­ un­um, men so fingu danir ein mest sum beint framman á. Teir blivu raktir av tveim­ um útvísingum upp í slag til Søren Stryger og Joa­ chim Boldsen, og so legði Pólland seg aftur á odda. Hesa løtuna høvdu danir tó munin, og ímóti endanum komu teir aftur uppá javnt, og tá ið fimm minuttir rest­ aðu, legði Danmark seg á odda fyri fyrstu ferð í langa tíð, og nú var alt lagt til rættis til ein danskan sigur. Kundu avgjørt dystin Danmark hevði ikki meir enn lagt seg á odda, so fekk Joachim Boldsen sína næstu útvísing, og so javn­ Danmark-Pólland 33-36 Danski dreymurin Sagt eftir dystin Donsku leikararnir vóru sum vera man sera skuffaðir eftir tapið í hálvfinaluni ímóti Póllandi. Teir vóru so nær við at røkka allan vegin, men í síðsta dystinum taptu teir alt á gólvið. Polska liðið hevði tó sigurin fult uppibornan. Teir vóru gjøgnumgangandi heldr betri enn danir, og nú eru teir komnir í finaluna, meðan Danmark má spæla um tirðja plássið ímóti Fraklandi. Her er okkurt av tí, sum donsku leikararnir søgdu eftir dystin - Vit spæla ikki ein serliga góðan dyst í dag. Vit hava einki serligt hugflog, og móti endanum hava vit stutt og greit ongar kreftir eftir. Ulrik Wilbek, landsliðsvenjari, við TV2 - Vit eru ikki til staðar frá byrjan av, og tað er ikki nóg gott í eini HM-hálvfinalu. Hetta kann vera síðsti møguleiki hjá onkrum av okkum, so tað er rættiliga keðiligt at tapa í dag. Lars Christiansen við TV2 - Teir hava marginalarnar við sær. Vit kundu eins væl havt vunnið dystin, líka sum Ísland eins væl kundi havt vunnið á okkum. Joachim Boldsen við TV2 - Hetta er ræðuligt. Vit skuldu havt vunnið í tí ordiliga dystinum, og so høvdu vit fingið eina dreymafinalu ímóti Týsklandi frammanfyri 19.000 áskoðarum. Peter Henriksen við TV2 - Hetta var ein rættur mannfólkadystur, har Pólland dró longra stráðið. Tað var ikki tí teir vóru betri, teir høvdu bara fleiri kreftir móti endanum. Dorte Boldsen, móðir at Joachim Boldsen, við TV2 - Hetta er tað ringasta, eg nakrantíð havi verið við til. Eg sá slett ikki umdystirnar. Eg sat bara við einum handklæði yvir høvdið. Jesper Nøddesbo við TV2 - Eg eri óður, eg eri súrur og eg eri skuffaður. Eg fái neyvan møguleikan at spæla eina HM-finalu aftur í Týsklandi, so hetta var ótrúliga keðiligt. Lars Rasmussen við TV2 - Vit fáa ikki tempo í okkara spæl í dag. Teir spæla við somu bakketu at kalla allan dystin, og vit eiga at fáa teir meira troyttur, enn teir blivu í dag. Anders Oechsler við TV2 - Hetta var eitt stórt upplivilsi at spæla ein slíkan dyst við slíkum áskoðarum. Sunnudagin fara vit at spæla í eini fullari høll í Køln. Vit høvdu bara viljað, at vit skuldu spælt ein annan dyst tá. Søren Stryger við TV2 - Vit hava ótrúliga ringt við at skora í dag í mun til Pólland, og tí hava vit ongar kreftir eftir ímóti endanum. Lars Møller Madsen við TV2 B71 sendir dana heimaftur Í vetur hevur B71 havt danska Anders Rasmussen til royndarvenjingar. Nú boðar felagið umvegis heimasíðuna frá, at 23 ára gamli danin er farin av landinum aftur, og tað er greitt, at hann ikki verður í Formula-hópinum í ar. Enn verður roynt at fáa fatur á einum miðverjuleikara. Hetta tí báðir teir føstu miðverjarnir frá í fjør ikki longur eru í hópinum. Ronaldo vil aftur á landsliðið Brasiliski Ronaldo, sum nú skal spæla fyri AC Milan, sigur seg vilja aftur á brasilska fótbóltslandsliðið. 30 ára gamli áleyparin, sum tríggjar ferðir er kosin heimsins besti spælari, hevur ikki verið á landsliðnum síðani HM- kappingina í summar. – Eg eri ikki liðugur á landsliðnum. Eins og eg havi gjørt tað fyrr, so ætli eg mær enn einaferð at koam aftur við fleiri málum, sigur Ronaldo. Hann er annars spælarin við flest málum í HM-søguni. Nevnliga 15 av slagnum.