Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-02, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. februar 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr.24 - 2. februar 2007 39 Avloysari fyri marknaðarfólk í Pf. Postverk Føroya Pf. Postverk Føroya Pf. Postverk Føroya sóknast eftir avloysara til Frímerkjadeildina fyri marknaðarfólk í barnsburðarfarloyvi at byrja í seinasta lagi 19. mars 2007. Starvið er 35 tímar um vikuna og í fyrsta umfari tíðaravmarkað til 31. desember 2007. Starvið Starvið er samansett av málsligum og grafiskum uppgávum. Av máls- ligum uppgávum kunnu nevnast samskifti við franskar kundar og við lýsarar úr øllum heiminum. Grafisku uppgávurnar umfata sniðgeving og uppsetan av frímerkjum, faldarum, lýsingum og øðrum prentaðum tilfari. Viðlíkahald av heimasíðu er somuleiðis partur av uppgávuni. Tvey fólk starvast í løtuni á marknaðardeildini. Førleikakrøv Umframt góðan telduførleika, hevur tú grafiskar royndir og dugir at arbeiða við Adobe CS2 forritunum: InDesign, Photoshop og Illustrator. Tú skalt kunna samskifta á fronskum og hevur harafturat góðan førleika í føroyskum, donskum og enskum máli. Pf. Postverk Føroya, Frímerkjadeildin bjóðar tær eitt avbjóðandi, fjølbroytt og spennandi starv í altjóða umhvørvi. Løn smb. sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Postfelag. Umsókn Áhugað eru vælkomin at venda sær til Duritu Jacobsen á Frímerkja- deildini tlf. 346200 fyri at kunna seg um starvið. Umsóknir við hóskandi prógvum og viðmælum skulu vera okkum í hendi 19. februar 2007 og skulu sendast til: Pf. Postverk Føroya att: Heri Kjærbo Óðinshædd 2 FO-100 Tórshavn ella um teldupostin til: heri.kjarbo@postur.fo Frímerkjadeildin er útflut- ningsfyritøka burturav við einum árligum umsetningi á 24 mió. kr. og hevur um 30.000 viðskiftafólk kring allan heim. Á Frímerkjadeildini, ið veitir tænastur á fimm ymisk- um málum, starvast um 35 fólk, sum fáast við alt frá hugskoti og snið- geving til marknaðarrøkt, kundarøkt og pakking. Umframt at geva út frí- merki til nýtslu í føroyska postverkinum, er høvuðs- uppgávan hjá Frímerkja- deildini at selja føroysk frímerki til savnarar uttanlands. w w w . s t a m p s . f o Pf. Postverk Føroya · Óðinshædd 2 · 100 Tórshavn · Tlf. 346000 · www.postur.fo Vinnumálaráðið søkir eftir tveimum starvsfólkum til KT-skivuna hjá KT-fyrisitingini. KT- fyrisitingin er ein deild í Vinnu- málaráðnum, ið tekur sær av kunn- ingartøkniligari samskipan innan landsfyrisitingina sum heild. KT-fyrisitingin útvegar undirstøðu- kervi, felags nýtsluskipanir og stand ardforrit, sum fyrisitingarligar eindir hjá landinum kunnu fáa at- gongd til. Hetta undirstøðu kerv ið verður nevnt LandsNET, og er eitt rættiliga stórt kt-kervi við gott 500 brúkarum, og støðugt vaksandi. Starvið: Uppgávan hjá KT-skivuni er í høv- uðsheitum at ráðgeva og vegleiða teldubrúkarum, tá hesir hava tørv á hjálp. Talan kann verða um ráð - geving og vegleiðing í nýtslu av felags nýtsluskipanunum og stand- ard forritum ella meiri tekniskari hjálp. Arbeiðsuppgávur • taka ímóti og skráseta fyrispurningar frá brúkarum • um gjørligt, at hjálpa brúkaranum við trupulleikum • senda fyrispurningar víðari til serkøn innan KT • tryggja, at brúkari fær hjálp • brúkaraumsiting Talan er um ein nýtt starv í eini rættiliga nýggjari fyrisiting, og skal tann, sum settur verður, tola møguligar broytingar í starvs inni- haldinum. Førleikakrøv: Vit vænta okkum av umsøkjarum, at teir hava: • Kunnleika og royndir innan KT • Royndir við teimum vanligastu KT-forritunum (MS Offi ce og øðrum) • Hegni til at vegleiða brúkarum í nýtsluni av KT • Viðkomandi útbúgving ella starvsroyndir innan KT • Ídni, áræði og góð samstarvsevni Vit bjóða: Vit bjóða eitt fjølbroytt, spennandi og avbjóðandi starv í einum um- hvørvi, ið tú sjálv/sjálvur verður við til at skapa. Til tíðir strævið, men samstundis sera áhugavert og mennandi. Fjølbroyttar arbeiðs- uppgávur, har ið tú fert at arbeiða í tøttum samstarvi við starvsfólkini í landsfyritøkuni. Góðar møguleikar fyri skeiðum og eftirútbúgvingum. Setanartreytir: Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og við- komandi yrkisfelag. Setanin um- fatar Vinnumálaráðið og stovnar undir tí, umframt onnur stjórnar- ráð. Umsóknir: Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast til: Vinnumálaráðið Tinganes Postsmoga 377 110 Tórshavn Umsóknir skulu vera Vinnumála- ráð num í hendi í seinasta lagi mánadagin 26. februar 2007. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Gunnar Toftegaard, tlf. 35 60 78. VINNUMÁLARÁÐIÐ KT-FYRISITINGIN Søkt verður eftir starvsfólkum til KT-skivuna lýsingar Missiónsvika Í døgunum frá 5.-11. februar Mánadagur 5. februar kl. 19.30 Talari: Sverri Steinhólm Sangur: Húsins fólk Týsdagur 6. februar kl. 19.30 Talari: Sólrun Poulsen Sangur: Ungdómskórið í Meinigheitshúsinum Mikudagur 7. februar kl. 19.30 Talari: Frits Thomsen Sangur: Martha og Tummas Pauli Mýri Hósdagur 8. februar kl. 19.30 Talari: Niels Jacob Nielsen Sangur: Sangkreftir av Toftum Fríggjadagur 9. februar kl. 19.30 Tey ungu skipa fyri. Talari: Alfred Olsen Leygardagur 10. februar kl. 19.30 Talari: Hjørleif Poulsen Sangur: KFUM & K-kórið í Klaksvík Sunnudagin 11. februar Familjugudstænasta: Kl. 14.00 Sunnukvøld: Møti kl. 18.00 Talari: Thomas Dam Sangur: Manskórið í Vágum Í vikuskiftinum vera møtini í Argja skúla! Bønarløta er hálvan tíma áðrenn. Hjartaliga vælkomin! Stýrið Kirkju- og Missiónshúsið á Argjum Lesið Sosialin - so eru tit við Lýsið við brúktum bilum