Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-02, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. februar 2007síða 42

‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 24 - 2. februar 2007 Brúðarmyndir Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu okkum á hjúnabandsdegi okkara 14. okt. 2006. Somu­ leiðis ynskja vit tykkum eitt Harrans vælsignað nýggjár. Beinta og Erling Eysturoyar øki www.almannastovan.fo stuðulsfólkaskipanin fyri børn K R E A . F O . TEL 47 80 80 Streymoyar øki Stuðulsfólkaskipanin fyri børn er skipan á Almannastovuni, sum veitir stuðul til heimabúgvandi, ið bera brek. Stuðuls- fólkaskipanin fevnir um alt landið. Í skipanini starvast í løtuni gott 100 fólk. Á Almannastovuni virka vit miðvíst fyri at lúka krøvini frá politiska myndug- leikanum og viðskiftafólkunum. Dentur verður lagdur á høgt tænastustøði, rættartrygdina og virðingina fyri ein- staklinginum, eins og virkað verður fyri áhaldandi at menna førleikan, trivnaðin og samstarvið á stovninum. Arbeiðstíðin kann vera skiftandi, og tey ið sett verða mugu tola broyt- ingar í starvinum. Talan kann eisini vera um samansettar uppgávur. Talan er um fleiri stuðulsuppgávur, við ymiskum tímatali. Tímatalið verður tí eftir avtalu. Søkt verður eftir fólkum við við- komandi náms- og heilsufrøðisligum útbúgvingum, sum til dømis náms- frøðíngum, ergo- og fysioterapeut- um, heilsustøðingum og sjúkra- røktarfrøðingum. Eisini verður søkt eftir dugnaligum hjálparfólkum. Størvini verða sett og lønt sambært sáttmála millum fíggjamálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Umsóknarfreistin er 19. februar 2007. Skrivlig umókn, prógv og viðmæli skulu sendast til: Stuðulsfólkaskipanina fyri børn, Almannastovan, Tinghúsvegur 14, Postboks 3096, 110 Tórshavn. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Joan Olsen, ella Ragnhild Dahl, stuðulsráðgevar, tel 35 35 70. Sóknast verður eftir stuðulsfólkum til Streymoyar og Eysturoyar øki Hjartaliga takka vit øllum tykkum mongu, sum vóru við  til at gera silvurbrúdleypsdag okkara 23. november 2006 so hugna­lig­an. Eisini takka  vit øllum tykkum sum sendu gávur, telegram og ringdu. Gott nýggjár og má Harrin Jesus signa tykkum øll.  Hans og Lív Clementsen Starvið Høvuðsuppgávan hjá góðskuleiðaranum er at skipa og standa fyri innaeftirlitinum eftir teimum góðkenningum fyritøkan he- vur. Góðskuleiðarin skal menna og viðlíka- halda okkara góðskuskipan, har aðalmálið er at tryggja eina høga og støðuga vørugóðsku av okkara vørum í tráð við okkara góðskupolitikk og við nationalar og internationalar lógir og krøv. Góðsku- deildin kannar og skrásetir áhaldandi allar rávørur, vørur í gerð og liðugtvørur. Tú kemur at hava ábyrgdina av innanhýsis mannagongdum, vørugóðsku, umhvørvi og djóravælferð. Starvið er fyriskipað sum ein stápsfunk- tión við beinleiðis tilvísing til stjóran. Útbúgving og royndir Tann, ið settur verður, skal hava eina hægri útbúgving sum til dømis matvøru- verkfrøðingur, lívfrøðingur, djóralækni e.l. Royndir frá privatu og/ella almennu vinnuni eru ein fyrimunur, men ikki nøkur treyt. Setanarviðurskifti Til rætta viðkomandi verður latin kap p- ingarfør løn í samsvari við útbúgving og royndir. Talan er um fulltíðarstarv, har roknast má við skeivum arbeiðstíðum í ávísan mun. Arbeiðsstaðurin er fyrst og fremst á høvuðsskrivstovuni á Glyvrum, men eisini á framsleiðslustøðunum í Norðoyggjum og Suðureysturoy. Umsókn Umsókn við avriti av prógvi og møgu- li gum viðmælum verður at senda til: P/F Bakkafrost Bakkavegur 8 625 Glyvrar Bakkafrost@bakkafrost.com Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Regin Jacobsen, stjóra, á tel. 40 50 00. Góðskuleiðari til Bakkafrost P/F Bakkafrost · FO-625 Glyvrar · Faroe Islands · Tel: +298 40 50 00 · Fax: +298 40 50 09 · bakkafrost@bakkafrost.com Sansir.fo Bakkafrost samtakið rekur alivirksemi í Norðoyggjum og Suðureysturoy í felagnum Faroe Salmon. Framleiðslu- eindirnar eru á 3 smoltstøðum og 7 sjógvalistøðum umframt á kryvjivirkinum í Klaksvík og portiónsvirkinum á Glyvrum. Okkara vøruúrval er breitt innan fyri laksavørur; men høvuðsfokusumráðið er innan vørur til retailmarknaðin serliga í ES. Talið á starvsfólkum er 160. Vit sóknast eftir einum góðskuleiðara til laksaframleiðslu okkara í Bakkafrost samtakinum. Talan er um nýtt starv. ®