Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. februar 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 25 - 5. februar 2007 tíðindi - Nei, nú skal pappírið og húsarhaldsruskið í hvør sína bingju. Tað skal ikki blandast saman longur! Rusk Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Kvívík: Leygardagin var serstakur dagur í Kvívík, tá nýggja bingjuplássið varð tikið í nýtslu. Hetta hendi við eina sam­ komu á plássinum tey nevna Norði á Brúnum sein­ asta leygardag. Nýggja bingjuplássið verð­ur opið tríggjar dagar um vikuna – mánadag og mikudag frá kl. 17 til 19, og leygardag frá kl. 14 til 17. Nú fáa kvívíkingar møgu­ leika at skilja ruskið frá húsarhaldinum í trý ymisk støð: Pappírið skal í eina bingju, ruskið frá húsar­hald­ unum skal í eina aðra, og jarn og tílíkt í eina triðju. Í samband við upp­lat­ ingina av hesum nýggja bingju­plássinum eru tey gomlu bingjuplássini í Kví­ vík og í Leynum løgd nið­ ur. - Kostnaðurin fyri plássið til móttøkuna er íalt 1,2 mió kr. Peningurin verður goldin yvir raksturin, sigur Boje Christensen, borgarstjóri í Kvívík. Kærunevnd mannað Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, hevur nú valt kærunevndina í lendismálum. Í nevndini eru Marjun Magnussen, løgfrøðingur, formaður, Jens Wang, løgfrøðingur, Birgit Hansen, verkfrøðingur, Óla Jákup Guttesen, byggimeistari og Petur Nielsen, útskiftingar­ kandidatur. Kærunevndin í lendismálum skal viðgera allar kærur eftir býarskipanarlógini, tinglýsingarlógini, matrikul­ lógini og lógini um ognartøku. Ongan praktiskan týdning Tað fær ongan praktiskan týdning fyri føroysk fiskiskip, at føroyingar og íslendingar eru vorðnir samdir um markið landanna millum. Í meiri enn 30 ár hava londini verið ósamd um tvær leiðir við markið, men í síðstu viku samdust partarnir um tað endaliga markið. Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum, sigur við Útvarpið, at semjan fær ongan praktiskan týdning, tí síðani 2002 hava skip ótarnað kunnað fiskað í gráu leiðunum. Kvívíkingar fingið nýtt bingjupláss Nýggja bingjuplássið Norði á Brúnum er nú tikið í nýtslu Mynd: Jens Kr. Vang Tríggir ábyrgdarmenn hjá kommununi í samband við nýggja bingjuplássið í Kvívík – vinstrumegin: Bjarni Dam hvør starvsøki er at ansa eftir bingjuplássinum; í miðjuni: Regin Djurhuus arbeiðsformaður hjá kommununi og uttast høgrumegin: Boje Christensen, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu Mynd: Jens Kr. Vang Fyrsti kundin við bingjuplássið er komin við ruski – Bjarni Dam og Árni Madsen Mynd: Jens Kr. Vang