Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. februar 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 5. februar 2007 15 nøvn Fríggjadagin 2. febru­ ar var móttøka í Skál­ anum í Klaksvík í Sambandi við at Einar Waag, stjóri í aldar­ gomlu fyritøkuni Føroya Bjór, helt sín 60 ára føðingardag Móttøka Myndir: Høgni Thomsen Móttøkan í Skálanum var væl fyriskipað og hugna­lig og nógv fólk nýttu høv­ið at heilsa upp á føðing­ar­ dagsbarnið, bæði við­skifta­ fólk, samstarvs­fel­agar, vinir og kenningar. Sum virkin ídnaðarmaður er Einar komin at kenna nógv fólk. Hann hevur verið í fleiri nevndum, eitt nú hevur hann verið í nevndini fyri seym og galvaniseringsvirkið Rógv, í nevndini fyri Smyril Line, í Føroya Ídnaðarfelag og í Føroyagrunninum. Síðan 1970 hevur Einar verið stjóri á Føroya Bjór. Í hansara leiðslutíð hevur bryggj­aríið ment seg frá ein­ um minni virki til eitt ný­mót­ ans ídnaðarvirki. Í dag eiga teir størsta partin av øl- og sodavatnsmarknaðinum í Føroyum. Føroya Bjór ein langt yvir hundrað ár gomul fyritøka, og tað er triðja ætarlið, sum nú rekur fyritøkuna. Einar Waag 60 ár: Móttøka fyri Einari í Skálanum Einar Waag og konan Elisa, dótturin Annika og ommu- og abbadótturin Elisa Bjørn Kallsø, landsstýrismaður, og konan Hennibeth heilsa upp á føðingardagsbarnið Einar og Torleif Sigurðsson Heini Waag, varastjóri í Føroya Bjór, heldur røðu Ein gamal Føroya Bjór kassi hevur fingið heiðurspláss á borðinum Páll Rasmussen og Einar Waag Alex Sólstein og Elisa Waag