Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-05, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. februar 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 5. februar 2007 35 Vegna ov fáar umsóknir verður søkt á nýggjum eftir tveimum verkfrøðingum – einum til vegadeildina og einum til framleiðsludeildina hjá Landsverki at byrja skjótast til ber. Vit kunnu bjóða spennandi og áhugaverd størv, ið eru fakliga og persónliga mennandi og við góðum arbeiðsumstøðum. Verkfrøðingur til vegadeildina Arbeiðsuppgávur Uppgávur, sum tú í høvuðsheitum skal røkja, fevna eitt nú um: · Planlegging · Prosjektering · Programmeringar, forkanningar, prosjektgransking av vega-, brúgva- og tunnilsprosjektum · Eftirlit við verkætlanum · Gera ætlanir fyri ferðslutrygdartiltøk · Myndugleikaumboðan · Luttaka í norðurlendskum samstarvi innan økið Førleikakrøv Vegadeildin sóknast eftir verkfrøðingi við royndum innan omanfyri nevndu arbeiðs- øki. Royndir at arbeiða við KT-forritum á brúkarastøði er ein fyrimunur. Stórur dent- ur verður lagdur á góðar persónligar egin- leikar, so sum góð samstarvsevni, at tú arbeiðir sjálvstøðugt og kann skipa títt arbeiði, er førur fyri at eggja og ganga undan, er miðvísur og kann geva títt íkast til menning av arbeiðsplássinum. Tú skal eisini vera opin fyri at starvið broytist. Viðkomandi skal eisini kunna røkja aðrar uppgávur á stovninum, enn tær omanfyri nevndu. Verkfrøðingur til framleiðsludeildina Arbeiðsuppgávur Uppgávur, sum tú í høvuðsheitum skal røkja, fevna eitt nú um: · Yvirskipaða raksturin av skervverkunum saman við formonnunum á verkunum kring landið. · At skipa fyri viðlíkahaldi og dagføring av verkunum kring landið. · Gera kostnaðarmetingar og eftirkalkula- tiónir av asfalt- og verklagsarbeiðum. Førleikakrøv Framleiðsludeildin sóknast eftir einum fólki við útbúgving sum verkfrøðingur ella aðrari viðkomandi útbúgving. Viðkomandi skal hava áhuga at arbeiða við KT. Royndir við at arbeiða við Excell-rokniarki og Word er ein fyrimunur. Stórur dentur verður lagdur á góðar persónligar eginleikar, so sum góð samstarvsevni, at tú arbeiðir sjálvstøðugt og kann skipa títt arbeiði, er førur fyri at eggja og ganga undan, er miðvísur og kann geva títt íkast til menning av arbeiðs- plássinum. Tú skal eisini vera opin fyri at starvið broytist. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmálanum ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir Umsóknir við prógvum og lívsgongdar- lýsing (CV) verða at senda til lv@lv.fo ella: Landsverk, Postmoga 78, FO–110 Tórshavn og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 13. februar 2007. Merk umsóknina „Verk- frøðingur til vegadeildina“ ella „Verkfrøðing- ur til framleiðsludeildina“ og viðmerk í um- sóknini, hvar tú hevur sæð starvslýsingina. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri upplýsingar um starvið á vega- deildini kunnu fáast við at venda sær til Heina Eysturoy, deildarleiðara, á fartel. 540 881 ella teldupost he@lv.fo Nærri upplýsingar um starvið á fram- leiðsludeildini kunnu fáast við at venda sær til Torkil Olsen, deildarleiðara, á fartel. 540 841 ella teldupost to@lv.fo STARVSLÝSING Verkfrøðingar til Landsverk [endurlýsing] Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur, byggiharrauppgávur og flogvallamál. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og tyrlupallar. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo MÓTTØKA Týsdagin 6. februar verður Kringvarp Føroya 50 ár. Henda dagin bjóða vit til almenna móttøku í kringvarpshúsinum í Sortudíki frá kl. 15.00 til 17.00. Øll eru vælkomin. Kringvarp Føroya Norðari Ringvegur Postboks 1299 FO-110 Tórshavn Tel.: + 298 34 75 00 Faks: + 298 34 75 01 www.kringvarp.fo r e p r o z Skrivari til Fyribyrgingarráðið Søkt verður eftir einum fólki at starvast fulla tíð hjá Fyribyrgingarráðunum at byrja skjótast gjørligt. Um starvið: Tann, sum verður settur, skal starvast á skrivstovu ráðsins og hava dagliga raksturin av skrivstovuni um hendi. Hann/hon verður skrivari hjá ráðnum, skal røkja samskiftið millum ráðið og aðrar stovnar bæði innan- og uttanlands; skal saman við ráðnum leggja til rættis og útinna verkætlanir á fyribyrgingar- økinum. Skrivstovan skal m.a. fáa til vega og greina (til reiða) hagtøl til tess at lýsa støðuna á fyribyrgingar øki- num. Umframt at luttaka aktivt á einum ella fl eiri serøkjum innan fyribyrging, skal viðkomandi røkja dagliga samskiftið við teir ráðgevar, sum verða settir at loysa serligar uppgávur. Vit sóknast eftir fólki, sum uppfyllir hesi krøv í so stóran mun sum gjørligt: Tú skalt hava áhuga og ágrýtni at arbeiða við fyribyrging á einum breiðum grundarlagi. Um tú hevur eina hægri útbúgving innan sam- felagsviðurskifti/heilsuviðurskifti, verður tað roknað sum ein fyrimunur. Royndir innan fyribyrgingararbeiði ella praktiskar royndir við verkætlanum á heilsu/ fyribyrgingar- økinum verða eisini roknaðar sum ein kvalifi serandi før leiki. Førleiki í at nýta teldu til vanligar skrivstovuuppgávur íroknað T-post samskifti er eisini ein fyrimunur. Um okkum: Fyribyrgingarráðið er eitt ráð við 7 limum, sett sam- bært løgtingslóg. Limirnir eru fakfólk innan økir við tilknýti til heilsu- og ella fyribyrging. Ráðið virkar undir landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum og hevur sambært lógina m.a. til uppgávu at ráðgeva lands- og kommunalum mynd- ug leikum um fyribyrging, at styrkja heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøk, at taka stig til kanningar og útgreiningar á økinum og at stimbra gransking og royndum á økinum. Lønar- og setanartreytir: Starvið verður løntsambært sáttmála millum við- komandi yrkisfelag og Fíggjar málaráðið. Setanar- myndugleikin er Almanna- og heilsumálaráðið, sum setir í starv eftir tilmæli frá Fyribyrgingarráðnum. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Pál Weihe, formann í fyribyrgingarráðnum, tlf. 316696 ella 216696 ella við telduposti til pal@health.fo Lógin um Fyribyrgingaráð og viðmerkingar kunnu heintast á heimasíðu Føroya Løgtings. http://www.logting.fo/ Umsókn við avriti av prógvum skal sendast til: Fyribyrgingarráðið J. C. Svabosgøta 6, Postsmoga 135, FO-110 Tórshavn Umsóknarfreist: 19. februar 2007 kl. 12.00 J. C. Svabosgøta 6, Postsmoga 135, FO-110 Tórshavn Tlf.: +298 31 51 55, Fax: +298 32 02 72 Heimasíða: www.fyribyrg.fo, T-postur: fyribyrg@fyribyrg.fo