mikudagur 7. februar 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 27 - 7. februar 2007
Ikki færri enn fimm
bilar vóru um fýra
tíðina seinnapartin í
gjár partur av einum
ferðs luóhappi við
Leynatunnilin, har
tó eingin fólkaskaði
var
FERÐSLA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tveir bilar høvdu kós móti
Leynatunlinum. Brádliga
endar aftari bilurin upp í
reyvini á fremra bilinum,
og sleingist so yvir á hini
breytina, har tríggir aðrir
bilar koma koyrandi.
Bilurin tekur í spegli á tí
fremsta av hesum, og ber
eisini við skermin aftan
og kemur síðani at standa
tvørtur um vegin. Næsti
bilurin í røðini stoytir
eisini saman við bilin,
sum kom sleingjandi, og
hesin fer síðani niðan av
vegnum. Triðji bilurin í
røðini brestur somuleiðis
saman við henda ólukku
bilin, og soleiðis gjørdust
tilsamans
fimm
bilar
partur
av
ferðsluóhappinum við Ley
natunnilin.
Løgreglan segði í morgun,
at hálka var orsøkin til
óhappi. Helst hevur tað
eisini nakað við tað at
gera, at fólk ikki koyrdu
eftir umstøðunum, men
hvussu er og ikki, so stóðst
ikki nakar fólkaskaði av
óhappinum.
Álvarsamt ferðsluóhapp á Strondum
Mánakvøldið var eitt álvarsamt ferðsluóhapp á Strondum, har ein ungur maður kom
sera illa til skaða.
Tað var stutt fyri midnátt, at ein bilur við trimum ungum monnum í, fór niðan av
vegnum beint við kirkjuna á Strondum.
Hált og krapi var á vegnum inni í bygdini, tá bilurin varð slongdur upp undir eina
trappu og bóltaði oman aftur á vegin. Sjúkrabilar og løgregla kom á staðið, og ungu
menninir vórðu fluttir á sjúkrahús. Serliga hjá tí eina veit sera illa við. Hesin sat á
forsetrinum, meðan førarin og tann á baksetrinum sluppu hampiliga væl.
Av løgreglustøðini í morgun varð sagt, at rúsdrekka ikki var partur av óhappinum.
Soleiðis sigur Fríðrik
ur Bláhamar, stjóri á
Super Dekk í Havn.
Hann sigur, at góð
vetrardekk hava
bleyta gummibland
ing við nógvum lam
ellum, og at píkadekk
uttan píkar og niður
slitin vetrardekk eru
følsk trygd
FERÐSLA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Allarbestu
vetrardekkini
eru tey, við bleytari gummi
blanding og nógvum lam
melum. – Hesi eru tey bestu
í kava, sigur Fríðrikur Blá
hamar, stjóri á Super Dekk
í Havn.
Tað, sum fólk vanliga
rópa heilársdekk, er í veru
leikanum vetrardekk uttan
píkar. Hesi selja tey nógv
av í Føroyum, og verða tey
brúkt alt ári, tí tey hava jú
ongar píkar. Fríðrikur Blá
hamar sigur, at hesi eisini
eru góð vetrardekk.
Tó eru tey ein falskur
tryggleiki, um tey eru niður
slitin, á sama hátt sum tað
er við píkadekkum uttan
píkar, heldur Fríðrikur Blá
hamar.
Hann er júst afturkomin
av ráðstevnu uttanlands,
har millum annað píkadekk
vórðu roynd á ísi. Tá vístu
píkadekkini seg at vera
nógv tey bestu. Men sum
tað so áður ofta er ført fram,
er tað ógvuliga sjáldan, at
vit hava veruligan ís á veg
um okkara. Kavaveður hava
vit mangan og tá er tað, at
vetrarlamelldekkini
við
bleytu
gummiblandingini
eru tey bestu.
Bót at nýta summardekk
Í øllum tosinum um góð
dekk og minni góð dekk,
hevur Fríðrikur Bláhamar
hug at venda trupulleikanum
eitt sindur á høvdið og sig
ur, at koyra fólk eftir um
støðunum, so eigur einki
óhapp at henda.
Spurningurin er so, um
fólk koyra eftir umstøðun
um, tá tey koyra við
summardekkum
um
veturin? Fríðrikur Bláhamar
vísir til Týsklands, har tað
er
soleiðis
hátta
við
summardekkum um veturin,
at gert tú eitt óhapp í hálku
við
summardekkum,
so
fært tú eina bót fyri ikki at
vera rætt skøddur.
Speiskliga
heldur
Fríðrikur Bláhamar fyri, at
vit
í
Føroyum
eru
serfrøðingar í at eftirlíkna
tí, sum danir gera, og tá
danir altíð eftirlíkna tað,
sum týskarar gera, so ganga
helst nøkur ár, áðrenn hetta
verður galdandi í Føroyum.
Eftirlýsir havarínevnd
Eitt sum føroyingar tó
kundi kopiera frá dønum,
og tað ongantíð ov skjótt, er
at fáa eina havarínevnd á
landi,
heldur
Fríðrikur
Bláhamar. Hann vísir á, at
tá eitthvørt hendir á sjógvi,
fer
beinanvegin
ein
havarínevnd í gongd at gera
eina kanning.
– Hesa havarínevndina
hava vit ikki á landi, men
tað verið gott. Hvørja ferð
eitt óhapp var, so gjørdi
havarínevndin
sínar
metingar, sum kundu vera
grundarlag fyri nøkrum
hagtølum við ársenda, sigur
Fríðrikur Bláhamar, stjóri á
Super Dekk.
Tí bremsar man, so
fær man ein bil upp í
reyvina. Soleiðis sigur
koyrilærarin Jóhan
nus Hammer, sum í
gjár var partur av har
monikukrassjinum
við Leynatunnilin
FERÐSLA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Jóhannus Hammer fór um
fýratíðina seinnapartin í
gjár koyrandi móti Leyna
tunlinum. Hann var nummar
fýra í eini røð av bilum og
tá hann sá, at bilarnir fram
manfyri settu ferðina niður,
so gjørdi hann tað sama.
– Eg sá bilin aftanfyri
meg nærkast so hvørt eg set
ti ferðina niður. Men eina
ferð var eg komin so mikið
nær bilunum frammanfyri,
at eg noyddist at høgga
bremsurnar í, og tá er tað
eg fái bilin upp í reyvina,
greiðir Jóhannus Hammer
frá.
Hann er koyrilærari og
leggur seg tí altíð eftir, at
alt er í ordan við bilinum.
Nú um veturin brúkar hann
dýr og góð vetrardekk, og tí
bremsaði bilurin eisini væl
í gjár. Tað gjørdi bilurin
aftanfyri ikki og úrslitið
var, at hesin rendi beint upp
í reyvina á bilinum hjá
Jóhannus Hammer, slongd
ist yvir á hina breytina, og
gjørdi skaða á ikki minni
enn tríggjar mótkoyrandi
bilar.
Í hálkuni seinastu dagar
nar hava vit verið vitni til
fleiri ferðsluóhapp. Møguli
ga høvdu vit kunnað verið
okkurt teirra fyri uttan, um
fólk vóru skødd ordiliga. Tí
heitir hann á fólk, um at
keypa sær ordilig vetrar
dekk, sum tó eru eitt sindur
dýrari enn tey vanligu.
– Brúki vetrardekk um
veturin, og summardekk
um summarið, eru boðini
frá
Jóhannus
Hammer,
koyrilærara. Hann leggur
aftrat, at píkadekkini, sum
tey flestu brúka, eru bara
tey bestu, tá tað ísur á veg
num.
– Men hvussu ofta er tað,
spyr hann?
Tí er tað ynski hjá Jóhan
nus Hammer, at fólk keypa
sær ordilig vetrardekk við
bleytari
gummiblanding,
sum hava betri vegtak enn
onnur dekk.
Koyrir tú eftir umstøðunum
eigur einki at henda
Harmonikukrassj
við Leynatunnilin
– Vandamikið at koyra við góðum dekkum
Heili fimm bilar vóru partar
av einum harmonikukrassji
við Leynatunnilin
seinnapartin í gjár, har
tíbetur eingin fólkaskaði var
Mynd: Jens Kr. Vang
Falsaðu pengar
Norska løgreglan hevur avdúkað nakrar menn, sum hava gjørt ein hóp av følskum
pengaseðlum. Úrslitið er, at nakrir menn eru tiknir í Noregi, men kanningin vísti, at
teir høvdu samstarvað við fólk í fleiri londum so sum Týsklandi, Kroatia og Slovenia,
og har eru fleiri fólk eisini tikin. Sambært Aftenposten hava menninir gjørt norskar
pengaseðlar og evruseðlar. Hildið verður, at menninir hava gjørt minst eina hálva
millión evruseðlar.