mikudagur 7. februar 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 27 - 7. februar 2007
tíðindi
Hereftir skal fólkapen
sjónin og samhalds
fasti bara brúkast til
at tryggja teimum
lágløntu eina nøkt
andi eftirløn, men tey
við høgari løn skulu
sjálvi betala sína
eftirløn
Eftirløn
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Teir føroyingar, sum hava
høgar lønir, skulu hereftir
hvørki fáa fólkapensjón ella
útgjald úr samhaldsfasta, tá ið
tey koma til eftirlønaraldur.
Tað heldur Tjóðveldis
flokkurin, nú Bárður Niel
sen, landsstýrismaður í fíggj
armálum, hevur lagt uppskot
fyri fakfeløgini um eina
nýggja eftirlønarskipan.
Grundleggjandi sjónar
miðið hjá Tjóðveldisflokk
inum er, at hvør einasti
føroyingur skal hava eina
nøktandi eftirløn, tá ið teir
leggja arbeiðsmarknaðin
afturum.
– Í flestu førum skulu tað
verða eftirlønar samanspar
ingar ígjøgnum eitt langt
arbeiðslív, sum skulu fíggja
eftirlønina.
Men so verða tað eisini
nakrir føroyingar, sum av
einhvørjari orsøk ígjøgnum
arbeiðslívið, ikki hava
megnað at spart saman til
sína egnu eftirløn.
Tað kann vera tí at tey hava
havt so lága løn, at tað hevur
ikki borið til at spart saman
til eftirlønina. Men tað kann
eisini vera tí at tey hava havt
avlamispensjón ella fyri
tíðarpensjón og sostatt ongan
møguleika hava havt at spart
saman til eftirløn. Ella tað
kunnu vera aðrar orsøkir til at
tey ikki hava kunnað megnað,
at spart saman til eftirlønina.
Hesi fólkini skulu vit
eisini tryggja eina nøktandi
eftirløn, sigur talsmaðurin
hjá Tjóðveldisflokkinum.
Men hann staðfestir, at
tað kann bara gerast við eini
skipan, sum øll eru við til
at fíggja.
Tí heldur Tjóðveldis
flokkurin, at tað er neyðugt
at gera eina samhaldsfasta
skipan, sum øll betala til,
men sum einans skal brúkast
til at tryggja teimum eina
nøktandi eftirløn, sum ikki
sjálvi hava megnað at spart
saman til hana.
– Vit halda, at tann upp
hæddin, sum landið nú
brúkar til fólkapensjónir og
Samhaldsfasti, skulu setast
í ein samhaldsfastan eftir
lønargrunn, sum skal brúk
ast til at tryggja øllum eina
nøktandi eftirløn.
Men tað merkir, at tey,
sum hava eina góða eftir
lønarsamansparing, sum
tryggjar teimum eitt nóg
høgt eftirlønarútgjald, skal
onki fáa úr grunninum,
hvørki fólkapensjón ella
samhaldsfasta.
– Sostatt skal hesin sam
haldsfasti eftirlønargrunn
urin brúkast til at javna við,
so at øll fáa eina nøktandi
eftirløn.
Men hvussu høgt gjaldið
skal verða, áðrenn tey missa
rættin til fólkapensjón, hevur
Finnur Helmsdal ikki roknað
út enn.
Neyðugt við
serligari skipan
Tað merkir so eisini, at
Samhaldsfasti skal grund
leggjandi broytast, tí eftir
uppskotinum hjá Tjóð
veldisflokkinum, skulu tey
vælløntu heldur ikki skulu
fáa nakað úr Samhaldsfasta,
hóast tey betala í hann.
– Tey, sum hava góðar
lønir, hava allar møguleikar
at spara saman til sína
egnu eftirløn og tí eiga tey
heldur ikki at fáa rætt til
fólkapensjón og útgjald úr
Samhaldsfasta.
– Men tað er neyðugt við
eini dyggari, samhaldsfastari
skipan afturat eini skipan
við samansparing, tí tað
verða altíð ein bólkur, sum
ikki megnar at spara saman
til sína egnu eftirløn. Og ein
samhaldsføst skipan, sum
verður brúkt at javntseta eftir
lønirnar við, kann tryggja
at allir føroyingar fáa eina
virðiliga eftirløn.
Men tað er júst tað, sum
fakfeløgini eru ímóti, tí tey
vilja ikki, at Samhaldsfasti
skal rørast?
– Tað er rætt. Men sam
stundis vilja tey hava eina
góða eftirløn. Og tað er púra
greitt, at skal landskassin
eisini í framtíðini fíggja ein
munandi part av eftirlønini,
vera tað ørandi upphæddir,
sum skulu setast av á fíggj
arlógini til eftirlønir og tað
er ein stórur spurningur,
um landskassin hevur ráð
til tað.
– Skulu tey vælløntu eisini
hava fólkapensjón úr lands
kassanum, er spurningurin,
um ráð eisini verða til at
tryggja teimum veikastu
eina nøktandi eftirløn.
Tað skerst heldur ikki
burtur, at tey, sum fáa góða
løn, fáa mestsum eina eftir
lønarskipan fyri einki ígjøg
num sáttmálarnar á arbeiðs
marknaðinum. Hinvegin
mugu arbeiðarafeløgini
sleppa krøvum um lønar
hækkingar fyri at fáa eitt
nøkur oyrur upp á eftirløn
ina, leggur talsmaður Tjóð
veldisfloksins afturat.
– Nýggja uppskotið
hjá Bárði Nielsen til
eina nýggja eftirlønar
skipan, tryggjar ikki
teimum við lágari løn
eina góða eftirløn
Eftirløn
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta fer at staðfesta munin
á teimum vælbjargaðu og
teimum og teimum minnu
mentu.
Finnur Helmsdal, sum
er talsmaður hjá Tjóðveld
isflokkinum í eftirlønarmál
um, tekur ikki undir við upp
skotinum til eina nýggja eftir
lønarskipan, sum Bárður Niel
sen legði fram fyrr í vikuni.
Skiftandi landsstýri hava í
fleiri ár arbeitt við at gera eina
nýggja eftirlønarskipan.
Tí var tað við stórum
spenningi, at landsstýrismað
urin í fíggjarmálum legði eitt
uppskot frá einum arbeiðs
bólki fyri fakfeløgini fyrr í
vikuni.
Tað er ymiskt, hvussu
hendan nýggja eftirlønar
skipanin verður móttikin.
Í Sosialinum í gjár fanst
forkvinnan í landsins størsta
fakfelag, Ingeborg Vinther
í Føroya Arbeiðarafelag,
hvassliga at ymsum tættum
í ætlanini.
Og talsmaðurin hjá størsta
andstøðuflokkinum, Tjóð
veldisflokkinum er held
ur ikki serliga fegin um
ætlanina.
Sosial slagsíða
Finnur Helmsdal fegnast
um, at eitt uppskot um eina
eftirlønarskipan er komin.
Men hann staðfestir sam
stundis, at uppskotið hevur
alvorliga, sosiala slagsíðu.
– Stóri feilurin við hesum
uppskotinum er, at tað verð
ur hugsað alt ov lítið um øll
tey, sum ikki hava verið á
arbeiðsmarknaðinum. Tað
verður heldur ikki hugsað
nóg nógv um tey, sum ikki
hava arbeitt so nógv, kanska
av sjúku ella brekið. Tað
verður heldur ikki hugsað
um tey lágløntu og tað verð
ur heldur ikki hugsað um tey,
sum longu eru komin upp í
árini og sostatt ongan møgu
leika hava at spara saman til
eina nøktandi eftirløn.
Allir hesi bólkarnir fara
ikki at fáa eina nøktandi
eftirløn eftir hesum nýggja
uppskotinum.
– Hinvegin skulu tey, sum
hava góðar lønir og góð kor,
eisini hava tær bestu eftir
lønirnar.
Finnur Helmsdal sigur,
at sostatt hevur nýggja upp
skotið eina sosiala slagsíðu,
tí tað fer ikki at gera gjónna
ímillum tey vælløntu og tey
lágløntu smalari.
Týðandi
vælferðartænasta
Hann sigur, at verður upp
skotið hjá landsstýrinum
sett í verk nú, fer tað at
taka 30-40 ár hjá hvørjum
einstøkum at spara saman til
eina nøktandi eftirløn.
Tí er tað neyðugt, at finna
skipanir, so at tey, sum av
einhvørjari orsøk, ikki hava
so høga inntøku, ella eru kom
in upp í árini, eisini kunnu
fáa eina nøktandi eftirløn til
ein skipan við samansparing
kann virka nóg væl um eini
30-40 ár.
– Eg haldi, at tað veika
punktið í uppskotinum hjá
Bárði Nielsen, er, at tað verð
ur hugsað ov nógv um tey,
sum sjálvi hava møguleika
at spara saman til eina góða
eftirløn.
– Og tað er enntá ætlanin,
at tey, sum sjálvi kunnu
spara saman til eftirlønina,
eisini skulu fáa fólkapensjón
afturat.
Men nú stendur í upp
skotinum hjá Bárði Nielsen,
at endamálið er at tryggja
øllum góð og virðilig kor
og at tryggja vælferðatæn
asturnar?
– Eg vildi meint, at ein
nøktandi eftirløn til all
ar føroyingar, er ein av
okkara mest týðandi væl
ferðartænastum. Men tað
tykist sum um at hendan væl
ferðartænastan er gloymd í
hesum nýggja uppskotinum,
sigur Finnur Helmsdal.
Ongin fólkapensjón til tey við góðari løn
Gott fyri tey við góðari løn
og ringt fyri tey við lágari løn
– Tey, sum hava góða løn og sum kunnu spara saman til
sína egnu eftirløn, skulu missa rættin til fólkapensjón og
útgjald úr Samhaldsfasta, sigur Finnur Helmsdal
- Nýggja uppskotið um eftirløn hevur alvorliga, sosiala slagsíðu, tí tað verður ikki hugsað
nóg nógv um teir pensjónistarnar, sum eru ringast fyri, heldur Finnur Helmsdal úr
Tjóðveldisflokkinum. Myndin er tilvildarlig