Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-08, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. februar 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 28 - 8. februar 2007 Stutt sagt Putin táttar takið Russisku myndugleikarnir hava gjørt av at avmarka møguleikarnar hjá út­­lendsk­ um íleggjarum at gera íløgur í Russlandi. Ting­­ið hevur eftir uppskoti frá stjórnini og Vladimir Putin, forseta samtykt eina lóg, sum ger tað trupl­ari hjá út­lendingum at gera íløg­ur í 40 ymsar vinnu­greinar. Millum vinnu­grein­­ar­nar eru olja og orka, og tað fer at fáa av­leið­­­ingar fyri norsku olju­­­feløgini Statoil og Hydro, sum høvdu ætl­ að sær at gera íløgur í russ­ iska partinum av Ba­rents­ havi­num, skrivar Net­avis­ en. Í summum vinnu­grein­ um merkir tann nýggja lóg­ in, at útlendingar kunnu ikki eiga meiri enn 50 pro­ sent av einari ein­stakari vinnu­­fyritøku. Vladi­mir Putin, forseti, hevur fyrr sagt, at Russ­land eigur at brúka sítt ómeta­liga stóra náttúru­­ríki­dømi sum eitt uttanrík­is­politiskt amboð, og eyg­leiðarar siga, at tann nýggja lógin er eitt lið í teirri ætlanini. Fangar flýddir Fleiri fjølmiðlar í Suður­ korea skriva í dag, at tað eydnaðist 120 fangum at flýggja úr einari fangalegu í Norðurkorea fyri einum góðum mánað síðani. Sam­ ­bært fjølmiðlunum flýddu fangarnir úr fanga­leguni Hwasong, sum er stutt frá markinum til Kina og Russ­ land, og nakrir av fangu­ num eru seinnir tiknir í Kina og sendir aftur til Norð­ur­­korea. AP skrivar, at mill­um 150.000 og 200.000 polit­iskir andstøð­ ingar eru í fangalegum í Norður­korea. Lítið avlop Roknað varð við, at skandi­­naviska flogfelagið SAS hevði einar 690 mió. svenskar krónur í avlopi í fjør, men nú roknskapurin er almannakunngjørdur, er talið bara 292 mió. svensk­ar krónur. Hóast tað er beri enn í fjør, eru eyg­leiðararnir vónsviknir, skrivar Ritzau. Roknskap­ urin vísir, at SAS hevði 60,8 mia. svenskar krónur í umsetningi í 2006. Tað var góðar fimm mia. meiri enn árið fyri, men útreiðslurnar til brennievni vuksu heili 15 prosent í fjør. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk – Iran minnir um Irak. Vit skuldu fáa prógv, men tey komu ongantíð, tí alt vísti seg at vera ósatt (Ron Paul) útlond Amerikanska Kon­ gressin ivast í øllum skuldsetingunum hjá stjórnini ímóti Iran, og tað fekk uttan­ ríkisráðharrin at kenna í gjár – Tað er týðiligt, at stjórnin hevur eingi prógv fyri sín­ um tosi um, at Iran er í ferð við at fáa sær kjarnorkuvápn, og hetta tosið minnir óhugna­­liga nógv um tær følsku ákærurnar ímóti Irak, áðrenn vit gjørdu inn­ rás í landið, segði repu­bli­ kanarin Ron Mark, sum var formaður í kongress­nevnd­ ini, sum hevði sent boð eftir Condoleezza Rice, uttan­ ríkisráðharra í gjár. Ron Paul segði seg eisini ivast í, at Bush-umsitingin hevur rætt, tá hon leggur Iran undir at hjálpa upp­ reistrarmonnunum í Irak. – Tá vit biðja umsitingina um prógv fyri teimum álv­ arssomu skuldseting­unum, fáa vit bara at vita, at tey eru í ferð við at savna próv­ tilfar. Hetta minnir um Irak. Tá komu skuldsetingarnar fyrst, og vit skuldu fáa prógv­ini seinni. Men tey komu ongantíð, tí tað vísti seg, at einki hald var í skuld­ setingunum, segði Ron Paul. Embætismenn hjá stjórn­ ini hava í fleiri vikur lovað at leggja fram prógv fyri, at Iran hjálpir uppreistrar­ monn­unum í Irak í bardag­ anum við teir amerikonsku hermenninar. Vardi stjórnina Condoleezza Rice royndi sum frægast at verja stjórn­ ina. Hon helt ikki, at stjórn­ in ger ov nógv burturúr fyri at rudda slóð fyri einum álopi á Iran. – Tað hava vit ongar ætl­ anir um, segði hon. Hon helt uppá, at Iran styðjar yvirgangsmenninar í Irak, og hon vildi vera við, at iranska stýrið letur Hiz­ bollah í Libanon vápn og aðra útgerð, og at shia­mus­ limskir uppreistrarmenn fáa venjing har. Condoleezza Rice segði, at tað er ikki bara ameri­ kanska stjórnin, sum sigur, at iranat hjálpa uppreistrar­ monnunum í Irak. Hon vísti á, at bretar siga tað sama, og at í seinastuni eru upp­ reistrarmenninir farnir at brúka nútímans vápn, sum teir uttan iva hava fingið um markið úr Iran. Talsmaðurin hjá uttan­ ríkisráðnum í Washington, Sean McCormack, segði í gjárkvøldið, at stjórnin fer at útvega prógv fyri, at Iran hjálpir uppreistrar­monn­un­ um í Irak. – Men tað tekur tíð, tí vit ætla at tryggja okkum, at upp­lýsingarnar eru rættar, tá tær koma, segði hann. Tey sosialu viðurskiftini í Letlandi eru so vánalig, at nógv fólk drekka seg í hel. Gerandisdagurin hjá nógv­um letlendingum er stræv­in og lítið hugaligur, og tað hevur við sær, at nógvir letlendingar stytta sær dagin við at drekka meiri, enn gott er. Í nógvum førum er tað heimabryggj, sum verður drukkið, sjálvt um tað er bæði ólógligt og ofta eisini eitrandi. Blaðið Baltic Times veit at siga, at í fjør doyðu meiri enn 70 letlendingar eftir at hava drukkið ólógligt heima­ bryggj. Umleið 3.300 fólk máttu viðgerast fyri alko­ hol­eitran, men læknarnir siga fyri blaðnum, at nógv fleiri enn so vórðu eitrað av ólógligum heimabryggi. Í landspartinum Preili har eyst­uri í landinum var støð­ an so álvarssom, at myndug­ leikarnir noyddust at lýsa landspartin í undan­taks­ støðu. Letlendska løgmálaráðið hevur nú boðað frá, at tað ætlar sær í hernað ímóti tí ólógliga og eitrandi heima­ brygginum. Keða seg og drekka seg í hel við heimabryggi Rice í andglettinum Condoleezza Rice var í andgletti í Kongressini í gjár