Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. februar 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 - 9. februar 2007 15 Símun Pauli Lilaa, ættaður úr Leirvík búsitndi í Reykjavík, andaðist 31. januar 82 ára gamal. Andlát og jarðarferðir nøvn Dagurin 10. februar. Scholastica, deyð umleið ár 542. Tvíburasystir Sankta Bænadikt, sum stovnaði eina munkaskipan, sum skjótt kom víða um lond. 11. februar. Kongadagur. Ta náttina í 1659 søktu svensk herlið at Keypmannahavn, men atsóknin miseydnaðist. Navnið kongadagur sipar til báðar kongarnar, sum stóðu á odda í stríðnum, tann danska Fríðrik III og tann svenska Karl X Gustav. Sagt varð, at versta tíðin til veður var millum konganna, tað er frá trettanda (teir tríggir heilagu kongarnir) og til kongadagin. Dagurin eitur eisini Euphrosyne eftir halgari konu, sum doyði umleið ár 412 eftir at hava givið teimum fátæku allar ognir sínar. 12. februar. Eulalia, deyð umleið ár 300. Ung genta í Barcelona í Spaniu, sum varð pínd og myrd fyri trúar sakir. Er verndarhalgimenni hjá býnum Barcelona. Navnið er grikst og merkir tann væltalandi. Leygardagin 10. februar verður Elita Falkvard á Dunga í Sørvági 70 ár. Elita er fødd og uppvaksin í Sandavági og er tann mittasta av fimm systkjun. Nú eru bert tvey eftir – eldra systurin Gitta og Elita sjálv. Elita bleiv móðurleys sum 10 ára gomul og fór tá til gummuna at verða. Komi at hugsa um kreppuhjálp vit veita í dag bæði fyri eitt og annað – einasta Elita fekk at vita var, at nú er mamma tín farin til Jesuspápa, og so var ikki meira tosa um tað. Elita minnist barna- og ungdómsárini sum eitt sindur óstøðug, har hon eina tíð búði hjá gummuni, onkuntíð hjá Jonu og Peturi og til aðrar tíðir hjá aðrari familju. Elita giftist til Sørvágs í 1961 við Jógvani Falkvard, og eiga tey tvær døtur og og tveir synir. Í dag hevur hon 13 ommubørn. Meðan børnini vóru smá, var Elita heima hjá teimum, men miðskeiðis í 7-unum byrjaði hon at arbeiða á Ellis­ heiminum í Miðvági. Fyrstu tíðina var tað sum vaskikona, men seinni sum ófaklærdur sjúkrahjálpari. Fyri at kunna halda áfram í hesum starvi kravdist útbúgving, og fór Elita sum 55 ára gomul á skúlabonk í Danmark. Eftir loknað útbúgving fór hon aftur til arbeiðis á Ellisheiminum og starvaðist har fram til 2001. Tað mundu vera mong sum harmaðust tá hon gavst, tí hon dugdi sera væl við teimum gomlu. Elita hevur framúr góðar eginleikar at starvast við fólki. Seinastu árini hevur Elita verið sera virkin í Sørvágs Húsmóðrafelag, og er hon altíð við, tá okkurt gongur fyri seg hjá felagnum. Føðingardagurin verður hildin í hús­inum hjá Sørvágs Húsmóðrafelag leygar­dagin kl 19.00 og øll eru hjarta­ liga vælkomin. hm. Elita Falkvard 70 ár Her møtast fólk í halgum hallum at skoða dýrd av aðru verð, har listarlív av hægstu pallum hvør myndaveggur okkum ber. Í Listaskála væl er skrýtt við vøkrum kolorit, frá loft til gólv við verkum prýtt av hugdjørvu Ruth Smith. Hon var so viðkvom lív sítt alt í evnum, sál og sinni, at aldri hon sítt stev fekk valt, so lívsins lag bleiv linni. Hon evnaði tó listarleið við málningi at føra oss inn í litsins veingjabreið, har innstu kensl seg røra. Á flatlondum hon vann sær vit við penni og við penslum at geva ljós og landslag lit og mynd av sínum kenslum. Vit síggja hana mála mann og kvinnu, barn sum svevur, so kenslusamt at síggjast kann, at Ruth her málað hevur. Hon málar okkum hugans mynd, hon vísir okkum vist, at hon í síni listarlind er litekspressionist. Hon málar við sítt lætta strok ein heim, sum okkum nemur, har formar eru farvufok, har friður fer og kemur. Hon er so kenslulig og svinn við síni penslaførslu, at myndin fer í okkum inn við somu sinnisrørslu. Vit síggja hennar glaða lag, vit síggja hana slota, vit síggja hana yrkadag við dagsins gerning tota. Hon var helst skapt til annað lag enn tað, tey flestu syngja, tí fall hon frá ein dapran dag, tá sinnið mundi tyngja. Hon leitaði til havsins vað, har sjógvur kínir strond, har aldan spælir sorgarlag, har læt hon sína ond. Og tó hon livir hjá oss enn við sínum ríka anda, sum hon við penslum og við penn so listarligt gat ganda. Í Vági virða tey Ruth Smith, har heim hjá henni lá sæst lív og lagna hennar litt í Skála við Skálá. Petur Martin Petersen Hugleiðingar í Listaskálanum í Havn, fríggjadagin, 25. januar 2007 Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at góði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Leivur Christiansen Tórshavn flutti heim til Harran hósdagin 8. februar, 85 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Evangeliihúsinum sunnudagin kl. 14.00. Familjunnar vegna Mia Jóna, Eyðvør, Marius Petur, Leina og Kristbjørg Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum sýndu samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma, langomma og olduromma okkara Margretha Magnussen andaðist og fór til gravar. . Takk fyri uppringingar, blómur, kransar og peningagávur til Vágs Kirkju. Takk til Patrick de Neergaard, prest, berarar, kirkjutænarar og sangarar. Takk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul. Familjunnar vegna Niels og Lena Magnussen Lesið -so eru tit við!