fríggjadagur 9. februar 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 29 - 9. februar 2007
nøvn
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Fríggjadagin 2. febru
ar var ein samkoma á
skúlanum á Ziskatrøð
í Klaksvík í sambandi
við at Asbjørn Lóma
klett, skúlastjóri
síðani 1979, legði í
dag frá sær
Móttøka
Myndir: Dávur Winther
Eftir meira enn 40 ár á skúl
anum á Ziskatrøð hevur
Asbjørn Lómaklett, sum
hevur verið skúlastjóri á skúl
anum síðan 1979, lagt frá
sær. Í hesum sambandi var
skipað fyri eini samkomu
á skúlanum fríggjadagin 2.
februar.
Á fráfaringarsamkomuni
sungu og spældu fleiri av
lærarunum. Hetta var við til
at seta ein hugnaligan dám á
løtuna. Tey vóru eisini fleiri,
sum nýttu høvið at halda røðu
fyri Asbjørn, nú hann gavst
eftir ein langan arbeiðsdag,
sum t.d. Símun Petur Hjelm,
skúlastjóri á skúlanum við
Ósánna, Hanus Bærentsen
helt røðu vegna lærararnar,
Ella Heinesen, vegna skúla
stýrið, Eigil Hentze, vara
skúlastjóri, Ann Mari Joen
sen, sum er býráðsins umboð
í skúlastýrinum, Gunnvá
við Keldu, formaður í ment
anarnevndini hjá Klaksvíkar
býráð, og borgarstjórin í Klaks
vík, Steinbjørn O. Jacobsen.
Eisini segði dótturin Marjun
Lómaklett nøkur orð.
Steinbjørn segði m.a.
”Tey fyrstu orðini og teir
fyrstu eginleikarnir, sum
runnu mær til hugs, tá eg
frætti tíðindini um, at tú
nú ætlaði at leggja frá tær,
vóru hesi bæði: tryggleiki og
loyalitetur.
Bæði sum borgari og ikki
minst sum borgarstjóri havi
eg veruliga kent meg tryggan
við tær sum ovasta leiðara
skúlans. Orðafellið, ”Eitt
orð er eitt orð, og ein maður
er ein maður”, hóskar eisini
sera væl at seta sum eina av
yvirskriftunum í lýsingini av
tær sum persóni og leiðara.
Tú ert tjóðskaparmaður
burturav, og sum slíkur
hevur tú ein serligan alsk
til móðurmál okkara. Fá
munnu tey vera, ið kenna
betur mállæru okkara, og eg
sigi fyri meg, at tað gjøgnum
árini hevur verið ein fragd
at lisið tey skriv, sum eru
komin av tínari hond”,
Steinbjørn nevndi eis
ini tann týdning, Asbjørn
hevur havt fyri vinarbýar
samstarvið við aðrar býir í
Norðurlondum í sambandi
við seturskúlar.
Asbjørn fekk eisini tveir
málningar sum ávikavist
Sigga Petersen og Edward
Fuglø hava málað.
Asbjørn er klaksvíkingur,
føddur 18. november 1940.
Hann tók læraraprógv
á Føroya Læraraskúla í
1964. Frá 1964-70 var hann
lærari í Klaksvík, á Húsum
og Syðradali frá 1971-72,
og síðan 1972 hevur hann
verið lærari og skúlastjóri í
Klaksvík.
Asbjørn Lómaklett lagt frá sær sum skúlastjóri
Tá Asbjørn Lómaklett legði frá sær sum skúlastjóri, fekk hann hendan málningin frá býráðnum, sum Edward
Fuglø, listamaður, so hegnisliga hevur málað. Eim lómur á einum kletti, ein bók og eitt egg, ið er ein mynd av øllum
skúlanæmingunum, sum eru klaktir hesi árini
Asbjørn og abbasonurin
Kala og Asbjørn Lómaklett. Aftanfyri sæst dótturin Brynhild
Asbjørn Lómaklett og Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík
Eigil Hentze, varaskúlastjóri heldur røðu
Asbjørn
heldur røðu