fríggjadagur 9. februar 2007síða 43
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 - 9. februar 2007
43
Tórshavnar kommuna hevur sett løgdeild á stovn og søkir tí eftir leiðara
og fulltrúa/ráðgeva til deildina.
Uppgávur
Løgdeildin skal í høvuðsheitum ráðgeva stjórn og nevndum, arbeiða við
tvørfakligum lógaruppgávum, menna mannagongdir og fyrisitingarligan
førleika og hjálpa til í truplum lógarmálum. Roknast má við nakað av
tungari málsviðgerð.
Arbeiðsøkið fevnir um alt kommunalt virksemi. Tó fer deildin serliga at
varða av kommunulóg og kommunustýrisskipan, skattakærufyrisiting,
fyrisitingarrætti og privatrættarligum viðurskiftum.
Á deildini fara at starvast fýra fólk – ein deildarleiðari, ein málsviðgeri
og tveir fulltrúar. Av tí at deildin er nýggj, eru møguleikar fyri at byggja
upp eina vælvirkandi deild, har starvsfólkini fáa ávirkan á, hvussu deildin
verður ment og skipað.
Tórshavnar kommuna bjóðar eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss,
við sjálvstøðugum, avbjóðandi og tvørfakligum uppgávum. Góðir
møguleikar eru fyri fakligari og persónligari menning.
Førleikakrøv
Til annað starvið krevst løgfrøðiligt embætisprógv. Til hitt starvið krevst
útbúgving, sum kann vera samansett av løgfrøði og búskapi á kandidat-
ella bachelorstigi, til dømis cand.merc.jur ella cand.merc.aud. Ásett er
ikki frammundan, hvørt deildarleiðarin ella fulltrúin/ráðgevin skal vera
løgfrøðingur ella hava aðra útbúgving. Hetta veldst um, hvør settur
verður. Umsøkjarar skulu tilskila, hvat starv, teir søkja.
Best er at hava viðkomandi royndir, helst í almennari fyrisiting, men hetta
er eingin treyt. Umsøkjarar mugu duga væl at samskifta og samstarva
bæði innanhýsis og uttanhýsis.
Setan
Størvini verða sett skjótast til ber og lønt sambært sáttmálanum millum
BLF og FMR, tó kann deildarleiðarin velja tænastumannalíknandi setan
eftir 37. lønarflokki. Starvið sum fulltrúi kann setast sum ráðgevi, um
førleikar og royndir eru til tess. Vit bjóða eisini skeið og eftirútbúgving.
Umsókn
Hevur hetta tín áhuga, so send umsókn saman við viðmælum og prógvum
til Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn. Umsóknin skal vera
okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 23. februar 2007 kl. 15.00.
Ætlandi verða setanarsamrøður í viku 9.
Meiri at vita?
Vit kunnu greiða meiri frá størvunum, um tú ringir til Jens Marius Poulsen,
kommunustjóra, ella Heðin Mortensen, borgarstjóra, tlf. 302010.
Leys størv
r e p r o z
Tórshavnar kommuna
Deildarleiðari og fulltrúi/ráðgevi til nýggja løgdeild
Varaleiðari søkist til
dagstovnin í Gøtu
Pedagogur søkist til at arbeiða sum varaleiðari á
barnagarðsstovuni Látrinum.
Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna á stovuni og 5
tímar um vikuna í samband við varaleiðarastarvið.
Í dagliga arbeiðnum leggja vit m.a. stóran dent á:
• at børn og starvsfólk trívast og eru í menning.
• at hava gott samstarv við foreldur og
starvsfólk.
• at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur
og børn.
• at virða tað einstaka barnið í bólkinum.
Vit ynskja:
• at tú hevur góð samstarvsevnir.
• at tú hevur hug og áðræði at skapa ein
fjølbroyttan og tryggan gerðandisdag.
• at verða við til at mynda og menna tað
pedagogiska umhvørvi.
• er í leiðarans staði, tá ið hesin er burturstaddur.
• er leiðaranum til hjálpar í leiðarastarvinum.
Dagstovnurin lat upp 1. februar 2000, og liggur í
hugnaligum og barnavinarligum umhvørvi, við
Gøtugjógv.
Um eingin pedagogur søkir, verður starvið fyri
bilssett við hjálparfólkið tíðaravmarkað til august
2007.
Lønin er sambært sáttmála ímillum Føroya Peda
gogfelag og Føroya kommunala Arbeiðsgevara
felag
Nærri upplýsing um starvið fast við at venda sær til
Torgerð Hansen leiðara, fartlf. 771008.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi og ummælum
skal sendast okkum í seinasta lagi 25. feb. 2007
kl.10.00.
Bygdaráðið tekur sær rætt til frítt at velja ímillum
umsóknirnar ella ongan at seta.
Dagstovnurin í Gøtu
Postboks 32
Vaktarhúsvegur 1.
511 Gøtugjógv
Nú byrjar nýtt dansiskeið í Rock´n roll
í Kagganum, 4 mikukvøld á rað.
Vit byrja mikukvøldið 14. februar
kl. 19.30 – 21.30.
Kostnaður 280,- kr
Øll eru vælkomin (støk og pør)
Tilmelding hjá Marilyn áðrenn 13.
februar á tlf. 26 38 45
Kom og Dansa
Sving Rock´n Roll
í Kagganum hvørt mikukvøld
Tórshavnar Bátafelag
Ársveitslan verður leygarkvøldið 10. mars kl.
19.30 í Róðrarneystinum á Argjum.
Atgongumerki kunnu keypast á Kunningar
stovuni.
Nevndin
lýsingar