Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. februar 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 31 - 13. februar 2007 www.almannastovan.fo Arbeiðsmarknaðarráðgevar Talan er um 2 størv fulla tíð sum arbeiðsmarknaðarráðgevar. Uppgávur Uppgávurnar hjá arbeiðsmarknaðarráðgevunum verða fyrst og fremst at menna uppsøkjandi arbeiðið á arbeiðsmarknaðinum, fáa avtalur í lag, gera sáttmálar í ítøkiligum málum og upp- byggja ein ”grunn” av ítøkiligum arbeiðsmøguleikum, umframt menna ráðgevingina til fólk, ið fáa fyritíðarpensjón. Arbeiðsmarknaðarráðgevarnir koma eisini at luttaka í arbeiðinum annars á deildini. Førleikakrøv · hóskandi millumlanga ástøðiliga útbúgving · hugur og hegni at vera opin og uppsøkjandi í arbeiðnum · góð samstarvsevni · evni at hugsa nýskapandi og ganga nýggjar leiðir · góð evni at orða seg munnliga og skrivliga · evni at hugsa og arbeiða tvørfakligt og við heildarloysnum · EDV á brúkarastøði · royndir í líknandi arbeiði kunnu verða ein fyrimunur Lønar og setanarviðurskifti Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og starvsmannafelagið í lønarbólki 6. Sosialráðgevi – avloysarastarv Talan er um eitt avloysarastarv ¾ tíð fyri sosialráðgeva í barnsburðarfarloyvi. Fast starv seinni kann koma uppá tal. Uppgávur Arbeiðið fevnir um sosiala ráðgeving og vegleiðing, vegleiðing um verkligar og útbúgvingarligar spurningar, tilrættalegging fyri umsøkjarar av tiltøkum á arbeiðsmarknaðinum og í sambandi við útbúgving, uppfylging av fyriskipanum, viðgerð og støðutakan til mál um fíggjarligar veitingar, lýsing og tilráðing í málum um fyritíðarpensjón, umframt aðrar uppgávur á deildini. Førleikakrøv · sosialráðgevaútbúgving · góð samstarvsevni · vinarligur og professionellur framburður · evni at hugsa og arbeiða tvørfakligt og við heildarloysnum · góð evni at orða seg munnliga og skrivliga · EDV á brúkarastøði Lønar og setanarviðurskifti Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og starvsmannafelagið í lønarbólki 6. Meiri fæst av vita um størvini við at venda sær til Petru Johnsdóttir Joensen, stjóra á telefon 35 35 10. Umsóknarfreistin er mánadagin 26. februar 2007 kl. 9:00. Vinarliga merkið brævbjálvan: Arbeiðsmarknaðardeildin Arbeiðsmarknaðardeildin (AMD) á Almanna- stovuni fer at víðka sítt virksemi við fyriskipa- num, sum miða eftir at menna rúmliga arbeiðsmarknaðin. Politiska ynski er at leggja størri dent á arbeiðið at útvega fólki við skerdum førleika pláss á arbeiðsmarknaðinum. Tí hevur deildin í 2007 fingið játtan á fíggjarlógini svarandi til 2 fulltíðarstørv aftrat. Hetta, og tað at AMD í sínum núverandi skapi hevur 6 ár á baki, hevur givið høvi til at skipa eina verkætlan, har virksemið á deildini sum heild verður endurskoðað, herundir arbeiðið, arbeiðsskipan, raðfestingar, mál og deilmál. Arbeiðsmarknaðardeildin hevur sambært heimildum í forsorgarlógini og almanna- pensjónslógini til uppgávu at tæna borgarum, sum av sosialum ella heilsuligum orsøkum hava skerdan arbeiðsførleika og tí mugu hava serligan stuðul fyri at blíva arbeiðsliga og fíggjarliga sjálvbjargin. Uppgávurnar hjá deildini eru · at ráðgeva og vegleiða einstaklingum um sosialar, útbúgvingarligar og verkligar spurningar · at málsviðgera og taka støðu í einstaklinga- málum um fyriskipanir á arbeiðsmarknaði- num · at hava samband og gera avtalur við privat og almenn arbeiðspláss o.o. fyri at uppbyggja ein ”grunn” av ymiskum arbeiðum. Hetta sum liður í royndunum lættari at útvega pláss, ið hóska til fólk við ymiskum arbeiðs- ligum fortreytum og forðingum, soleiðis at tey eru tøk, tá arbeiðsroynd, upplæringar- og umskúlingarfyriskipanir ella vard størv skulu setast í verk. · at málsviðgera og taka støðu í einstaklinga- málum um útbúgvingarfyriskipanir · at taka støðu til peningaveitingar í sambandi við endurbúgvingafyriskipanir · at ráðgeva og vegleiða umsøkjarum av fyri- tíðarpensjón og lýsa mál og gera tilráðing til pensjónsfundin, sum tekur avgerð um fyritíðarpensjón. Deildin hevur tætt samstarv við tær 4 økis- deildirnar um fyriskipanir, sum verða settar í verk í teirra øki og við aðrar deildir á Almannastovuni, umframt úteftir við aðrar stovnar. Á arbeiðsmarknaðardeildini starvast í løtuni 9 fólk. Deildin er landsumfatandi. Leiðara, arbeiðsmarknaðarráðgevar og sosialráðgeva til Arbeiðsmarknaðardeildina Leiðari Hevur tú hug at verða partur av einum livandi og følbroyttum tvørfakligum arbeiðsum- hvørvi, har stórir møguleikar eru at ávirka almannatænastuna? Hevur tú hug at vera við til at skapa eitt gott arbeiðspláss, har starvsfólk trívast og støðugt menna tænastuna til borgaran? Hevur tú hug at seta í verk og leiða menningartilgongdir trygt í mál? So er starvið sum leiðari á AMD kanska nakað fyri teg! Arbeiðs- og ábyrgdarøki Leiðarin hevur ábyrgd av leiðslu, menning, ráðlegging og samskipan av deildini og við aðrar deildir, sum AMD arbeiðir tætt saman við. Førleikakrøv · samfelagsfrøðiliga útbúgving frá hægri lærustovni, sosialráðgevaútbúgving ella líknandi · evni at seta í verk og føra verkætlanir á mál · evni at eggja og menna starvsfólk · góð samstarvsevni · umsitingarligar royndir · góð evni at orða seg munnliga og skrivliga · kunnleika til EDV · leiðsluroyndir og kunnleiki til almannaverkið kunnu vera fyrimunir, men eru ikki treytir Lønar og setanarviðurskifti Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Almannastovan søkir KREA 478080