Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-13, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. februar 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 13. februar 2007 HANDILS-/ GOYMSLU­LÆRLINGU­R Vit sóknast eftir einum evnaríkum og miðvísum lærlingi, ið kundi hugsað sær útbúgving innan handil- og eykalutagoymslu innan bilheimin. Okkurt um teg Vit vænta av tær, at tú hevur eina miðnáms- útbúgving og hevur áhuga og hegni at arbeiða innan handil við eykalutum og aðrari eykaútgerð v.m. til bilar. At tú hevur sjálvsálit, ert fyrikomandi og opin í einum til tíðir stressaðum dagligdegi og er sinnaður at røkka ásettum málum. Okkurt um okkum Vit bjóða eitt spennandi starv í einum av føroya størstu eykalutagoymslum innan slitdeilir til flest øll bilmerkir, ið setir tænastuna í hásæti. Arbeiðs- viðurskiftini eru góð við skiftandi arbeiðstíðum innan fyri eina vanliga arbeiðsviku. U­ppi í lærutíðini er eisini skúlagongd í Danmark. Umsókn Send eina lýsing av tær saman við møguligum prógvum til okkara skjótast gjørligt og innan 28. februar 2007. Vit hava brúk fyri tær skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir tí rætta. Nærri upplýsingar um læruplássið fáast við at venda sær til Vagnur Johannesen ella Menning Geyti á telefon 31 38 16. Fútalág 1b · FO-110 Tórshavn · Tel 31 38 16 · Fax 31 35 05 ama@ama.fo · Postboks 3061 Maskinmeistari søkist til Elfelagið SEV Eitt starv sum maskinmeistari við elverkini í Suðuroy er leyst at søkja til setan frá umleið 1. mars 2007 ella skjótast gjørligt aftan á 1. mars 2007. Talan er um avloysarastarv fyri maskinmeistara í farloyvi, og verður setanin tí tíðaravmarkað til eitt ár. Starvið: Maskinmeistaraarbeiðið umfatar rakstur og hald av elverkunum í Suðuroy, bæði sum dagarbeiði og sum vaktarbeiði uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Vakthavandi maskinmeistari hevur yvirvaking av og lastfordeiling millum Vágsverkið og elverkið í Botni umframt netyvirvaking og koblingsleiðslu fyri elnetið í allari Suðuroynni. Elverkini í Suðuroy umfata í løtuni: • Elverkið í Vági við trimum dieselmotorum, tilsamans 9,7 MW. Hesir motorar eru riknir við tungolju • Elverkið í Botni, sum er eitt vatnorkuverk við tveimum turbinum upp á tilsamans 3 MW • Elverkið í Trongisvági, sum ikki koyrir dagliga, men er til at taka við einum dieselmotori upp á 2 MW. Arbeiðsstaðið (uppmøtingarstaðið) er á Vágs­ verkinum, har vaktin hevur tilhald. Arbeitt verð­ ur á og út frá hesum arbeiðsstaðið til hini el­ verkini eftir tørvi, og fer flutningur vanliga fram við arbeiðsbili hjá SEV. Førleikakrøv: Kravt verður, at umsøkjararnir hava fulla maskin­ meistaraútbúgving, t.v.s. víðkað maskinmeistara­ prógv ella 3 ára maskinmeistaraskúlaprógv, ella í minsta lagi tvey ára maskinmeistaraútbúgving. Lønin: Starvið er lønt sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið. Lønin verður ásett eftir útbúgving og starvsaldri innan maskinmeistarayrkið. Umframt føstu lønina kann roknast við vaktar­ gjøldum og møguliga av og á eisini úrtíðarløn. Umsóknir: Umsóknir skulu saman við prógvum og møgu­ ligum ummælum verða send Elfelagnum SEV, Postrúm 319, FO­110 Tórshavn og skulu vera SEV í hendi í seinasta lagi mánadagin, tann 26. februar 2007. Nærri upplýsingar: Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Palla Mortensen, verksmeistara á el­ verkunum í Suðuroy ella til Berg Didriksen, deildarstjóra á Maskindeildini, báðir á telefon nr. 346800. 30 lýsingar -har tað hendir HELE NORDENS HØJSKOLE Fuldtidskurser på 5- 9 måneder • Journalistik – seriøs grunduddannelse • Nordisk Horisont -kultur, rejser, reportage (skriv/foto) • Teater – grundlæggende og varieret dramauddannelse • Viselinjen – sang og scenetræning i masterclass Halve fripladser tilbydes elever fra Færøerne. Også mulighed for dansk højskolestøtte. Adgangskrav: studenter-, HF-eksamen eller lign. NORDISKA FOLKHÖGSKOLAN Olof Palmesväg 1 44231 Kungälv. Sverige Tel +4630320 62 00 www.nordiska.fhsk.se Hús til sølu Húsini í Liða í Nólsoy eru til sølu, um hóskandi boð fæst. Í húsunum, sum eru ein fornur dýrgripur, eru allir hentleikar. Áhugaði kunnu ringja á tlf. 228909 – ella senda e-post á vilmund@sosialurin.fo