týsdagur 13. februar 2007síða 40
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 31 - 13. februar 2007
Í døgunum 15.-18.
februar fær Konsert
felagið forvitnisliga
vitjan av kenda pólska
klaverleikaranum,
Elzbietu Wiedner-
Zajac. Hon fer at fram
føra á konsertum
kring landið og fer
eisini at hava skeið
við ungum føroysk
um klavernæmingum
Vitjan
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Elzbieta Wiedner-Zajac er
fødd og vaks upp í Pólandi,
men hevur búð í Eysturríki
síðan 1979, har hon virkar
sum klaverleikari og sum
professari á Universitat fur
Musik
und
darstellende
Kunst í Wien.
Síðan hon í sínari tíð
vann virðislønir í altjóða
klaverkappingum í Pólandi,
USA, Italia og Spania, hev
ur Elzbieta spælt konsertir í
eitt nú Evropa, USA og
Fjareystri – og fyri umleið
20 árum síðan vitjaði hon
og hevði konsertir í Føroy
um.
Úr gloymskuni
Í gylta salinum í Wien
(Grosser Musikvereinssaal)
hevur hon fleiri ferðir verið
solistur í verkum fyri klaver
og orkestur eftir landsmann
sín, Frederic Chopin.
Elzbieta Wiedner-Zajac
hevur leikt til nógvar út
varps- og sjónvarpsupptøk
ur og er eisini at hoyra á
fleiri solofløgum. Tær hava
verið nógv róstar av ummæl
arum.
Umframt
at
framføra
mong av teimum gitnu og
týðandi verkunum úr klaver
bókmentunum,
dámar
henni eisini væl at spæla
verk, sum eru farin í
gloymskuna av órøttum.
Skrivar tónleik
Í 1999 fór Elzbieta sjálv
undir at skriva tónleik.
Hennara konsertdebut sum
tónaskald fór fram í listar
húsinum Alte Schmiede í
Wien í mars 2004 og var
fyriskipað av eysturríkska
felagnum fyri samtíðartón
list.
Póland handaði listar
kvinnuni Elzbietu Wiedner-
Zajac medalju fyri hennara
“Starv fyri pólskari mentan”
(1990) og offiserkrossin
“Polonia Restituta” (1994).
Í 2000 handaði eysturríkski
forsetin henni “Eysturríkska
heiðurskrossin fyri vísindi
og list”.
Næmingaskeið
Umframt at framføra sjálv,
fer Elzbieta at hava skeið
við føroyskum klavernæm
ingum á vitjanini í Føroyum.
Hetta verður ein sokallaður
master-class,
har
høvið
býðst hjá øðrum at lýða á.
Skeiðið verður leygardagin
17. februar frá kl. 14.00 til
16.30 á Tórshavnar Musikk
skúla.
Ókeypis atgongd er til
hetta tiltakið.
Á konsertunum í Føroy
um fer hon at framføra egn
an tónleik og verk eftir
Beethoven, Schubert og
Chopin.
Annars verða tiltøkini á
vitjanini hesi: Hóskvøldið
15. februar kl. 19.30 (Ment
anarhúsið í Fuglafirði/ kon
sert), leygardagin 17. febru
ar kl. 14.00-16.30 (Master-
class á Tórshavnar Musikk
skúla/ ókeypis atgongd),
sunnudagin 18. februar kl.
16.00 (Norðurlandahúsið/
konsert).
Atgongumerki á 80 krón
ur fáast við dyrnar, men
skúlanæmingar hava ókeyp
is atgongd.
Konsertfelagið fær
forvitnisliga vitjan
Starvslýsing
Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Les um onnur størv á www.naerverk.fo/ leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er
sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænas-
tan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Eitt starv sum avloysari fyri pedagog í
barnsburðarfarloyvi á Sambýlinum Á
Mýrini í Hoyvík er leyst at søkja til setan 1.
mars 2007. Sambýlini á Mýrini eru heim hja
10 vaksnum menningartarnaðum fólkum.
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og roknast
skal við morgun-, kvøld-, náttar- og
vikuskiftisarbeiði.
Førleikakrøv:
Vit søkja eftir fólki, sum:
• hevur royndir innan serøkið
• hevur evni vilja til at samstarva og
samskifta við starvsfelagar, búfólk og
teirra avvarðandi
• hevur áhuga í at luttaka aktivt í øllum
avbjóðingum á arbeiðsplássinum
Vit bjóða:
Eitt spennandi og avbjóðandi starv,
sum millum annað fevnir um at vegleiða
búfólkunum í øllum tí, sum tey hava tørv
á, og á ein pedagogiskan hátt tryggja
búfólkunum menningarmøguleikar og
saman við teimum skipa eitt trygt innihald
í gerandisdegnum.
Setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Pedagogfelag. Setanin endar 13. juli 2007.
Vilt tú vita meiri um starvið, ert tú
vælkomin at venda tær til leiðaran á tlf.
211478.
Umsókn:
Send eina umsókn við avriti av prógvi og
møguligum viðmælum til:
Sambýlini á Mýrini
Á Mýrini 4 - 6
188 Hoyvík
Stílað: Leiðarin
Umsóknarfreist:
27. februar 2007
Avloysari fyri pedagog í barnsburðarfarloyvi
Trivnaðartænastan
Søkt verður eftir pedagogi til setan 1. mars
2007 ella eftir nærri avtalu.
Ynskiligt er, at viðkomandi hevur vitan
um autismu. Sambýlið er eitt heim, har
3 ungir menn við diagnosuni autismu
búgva. Arbeiðið fevnir millum annað um at
skipa gerandisdagin og frítíðina saman við
teimum og verandi starvsfólkum. Dentur
verður lagdur á, at tann ið sett/ur verður,
er likamliga væl fyri og er áhugað/ur at
luttaka aktivt í øllum avbjóðingum og er
opin fyri nýhugsan.
Talan er um fulltíðarstarv, og arbeiðstíðin
er 40 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar
eru skiftandi kvøld-, náttar- og vikuskiftis-
vaktir. Setanarøkið er Nærverkið, og
tænastustaðurin er fyribils Sambýlið á
Líknargøtu 1.
Setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Pedagogfelag.
Starvsøkið umfatar eisini Sambýlið á
Rúnarvegi 3 og Bústovnin á Rúnarvegi 6
í Runavík, ið eru undir somu leiðslu sum
Sambýlið á Líknagøtu 1. Tí kann tann setti
eisini rokna við at fáa aðrar uppgávur, um
tørvur gerst á hesum.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
leiðaran, Oddfríðu Højgaard, á tlf. 226121.
Umsókn:
Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum,
viðmælum og C.V. skulu sendast til:
Bústovnurin á Rúnarvegi 6
620 Runavík
Stílað: Oddfríða Højgaard, leiðara
Umsóknarfreist:
27. februar 2007.
Pedagogur til Sambýlið á Líknargøtu 1, Runavík
Trivnaðartænastan
Hóskvøldið verður fyrsta
tiltakið við Elzbietu
Wiedner-Zajac, tá hon
fer at hava konsert í
Mentanarhúsinum í
Fuglafirði