týsdagur 13. februar 2007síða 42
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 31 - 13. februar 2007
Føroya besti vísusang
ari verður aftur í ár
við á Summar Festi
valinum. Hanus G.
Johansen hevur spælt
øll árini á Summar
Festivalinum, og
framførslurnar hava
verið framúr góðar
Hanus G. Johansen hoyrir
við til ein góðan Summar
Festival. Á øllum trimum
undanfarnu Summar Festi
valunum hevur Hanus G.
Johansen spælt, og hansara
framførslur
hava
verið
framúr góðar.
Aftur í ár verður Hanus
við á Summar Festivalinum,
og tað fegnast fyrireikararnir
av festivalinum um.
- Hanus er helst okkara
besti vísusangari, og hann
er eitt tað fyrsta navnið,
sum vit fara eftir á hvørjum
ári. Framførslurnar hjá Han
us á festivalunum higartil
vísa, at hann hoyrir heima á
einum festivali sum Summ
ar Festivalinum, siga fyri
reikararnir.
Í fjør hevði Hanus ein fan
tastiska framførslu á stóra
pallinum á Vágsbøi, og tað
var líka við, at stóra áhoyr
arafjøldin ikki vildi lata
hann fara av pallinum aft
ur.
Tað er kanska ikki so
løgið, at tað kennist, sum at
Hanus spælir á heimavølli í
Klaksvík. Hanus er nevni
liga klaksvíkingur, hóast
hann ikki hevur búð í Klaks
vík mongu seinnu árini.
Framúr vísusangari
Hanus Gærdum Johansen
vaks upp í Klaksvík, og
hann var virkin í tónleika
lívinum í Klaksvík í nógv
ár. Hann fór at spæla gittar
og syngja sum blaðungur,
og hann var við í onkrum
tónleikabólkum.
Hanus var til dømis við
fyrstu árini hjá Frændum,
og hann leggur sína rødd til
sangir á tveimum teimum
fyrstu
útgávunum
hjá
Frændum.
Hanus er tó fyrst og
fremst kendur sum tann
fólkakæri
vísusangarin,
sum dugir at fanga einhvørja
mannfjøld – um hon er stór
ella lítil. Útgávan Gaman
og álvara staðfesti støðuna
hjá Hanus sum ein framúr
lagasmið og sangara – ikki
minst tá ið hann tulkaði Pól
F. Joensen.
Hanus hevur eisini spælt
saman við klassiska orkestri
num Aldubáruni, og í fjør
gav hann fløgu út við tón
leiki, sum hann hevði gjørt
til yrkingar hjá norðmann
inum Jakob Sande.
Men Hanus er kanska
allarbest á pallinum, og í
august mánaði ber til at upp
liva hann á Summar Festi
valinum.
Hanus aftur á Summar Festivalin
Tlf 312161 • gron@gron.fo • www.gron.fo
Vilt tú vísa kærleika til ein ávísan persón
Ja, so er enn ein vón, kom,
og keyp hjartakøkuna frá GRÓN