Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. februar 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 34 - 16. februar 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Leivur Mikkelsen ella Leiv­ur hjá Mikkjal Peturi, sum hann eisini verður kallaður er elstur av sjey syskjum. Kirstin, Katrina (Kata), Sám­al, Eli, Malan og Matilda Leivur vaks upp á Norð­oyri og hevði ein ríkan barn­dóm saman við tí serligu náttúru í hesum fjarlagda og áhugaverda umhvørvi, sum hendan bygdin kundi bjóða einum virkisfúsum unglingi. Leivur var við og hjálpti til, sum allir hinir í ger­and­is­degnum, og hevði tíðliga sín stóra setning at røkja. Tá ið Leivur fór í skúla í Klaks­vík, vóru eingir vegir, bilar og bussar, sum nú. Nei, hann hevði hestin Drekan, sum hann reið í skúla við – inn í Bø, sum tey tá søgdu. Hesturin var hansara góði vinur og skúlafelagi, sum tolin bíðaði uttanfyri, meðan Leivur næm sær kunnleika um heimssøguna og -høvini, ið honum longdist eftir at sleppa út at royna. Tó flutti Leivur til Oyr­ar at ganga í skúla sum 12 ára gamal, tá ið ”vandri­ lærara­skipanin” kom, har skúli varð hildin í húsunum hjá Jóan Karl, bónda. Leivur fór til skips við ”Eingils-trol­ ara” í 1943. 1944 - 45 við Skálanes í konvoy í Íslandi - her var Dávur úr Gerðum skipari. Leivur var eisini til skips við trol­ arum. Tí elsta Skála­berg, Dragaberg og Sjúrðar­berg, har skiparar m.a. vóru Dávur úr Gerðum, Oliver í Gøtu og Kaj Johannesen. Eisini hevur Leivur róð út við ymiskum bátum Leivur giftist í 1952 við Poulinu Poul­sen, ættað av Eiði, og fingu tey børnini Joan og Annfríð, sum báðar eru búðsettar í grannalagnum hjá Leivuri. Eitt skifti búði Leivur og Poulina í Íslandi, har hann róði út við gørnum og línu. Leivur kenna vit kanska best frá Kósini, har hann var ar­beiðsformaður í heili 22 ár. Ein formaður av tí góða gamla slagnum, sum visti hvat hann vildi, og sum tú fekk greið boð frá. Sum formaður mátti hann onk­un­tíð taka avgerðir, sum ikki øllum hóaðu. Tó dugdi hann at lata skína ígjøgnum, at hann hámetti síni starvsfólk og leiðsluna. Tað, sum tey í dag kalla loyalitet! Hetta hugtakið, sum hann kanska ikki kendi navnið á - saman við nærlagni, hevði hann altíð fyri eyga í sínum starvi. Á henda hátt vann hann sær nógvar góðar vinir á arbeiðsplássinum – eisini millum leiðslu, keyparar og sølufólk. Leivur er ein vinsælur mað­ur, sum hóast spakførur er rættiliga skemtinga­ samur og dugur væl at síggja um­heimin frá tí skemtiliga hor­inum, heldur enn tí køv­andi. Ítróttur og alt sum hevur við fótbólt at gera - á skýggj­anum ella á vøllinum, er stóra frítíðar áhugamáli hjá Leivuri. Hann hyggur áhug­aður at øllum dystum hjá nærum øllum deildum! Eisini undir venjing. Leivur er barngóður og yngist hann av, at vera millum abbarbørn síni, sum hann er leikkátur saman við. Um sama mundið, sum hann fekk fyrsta abba­ barnið Guðrun, fyri meir enn 20 árum síðan, keypti hann sær ein glastrevjabát, ið kann kallaði upp: Guðrun. Leiv­ur hev­ ur verið sera raskur at flotið við hesum báti á Borðoyarvík og væl suður frá, síðani tá – Ja, hann flýt­ur enn, um hann bara sleppur. Og ungir menn vilja fegn­ir sleppa við, tí Leivur er fróðarmaður á sjón­um. Er áhugaverdur og skemt­ing­arsamur at vera saman við, samstundis sum álvarsemi og skynsemi er innanborða – ja, rættur sjómansskapur. Yngsti abbasonurin er upp­kallaður eftir Leivuri, og hava teir báðir væl skiljandi eitt serligt prátingarlag. Á sama hátt er, tá ið langabbasonurin Pól Eyðfinn er hjá. Tað er ikki dagur, at Leiv­ur ikki situr og egnur ein stamp, rekir línu ella rippar húkar í kjallaranum. Og vit hava mangan góðan bitan av sjónum at takka Leivuri fyri! Jú, av sonnum kunnu vit ynskja skilamanninum við tí unga sinninum, Leivi Mikk­el­sen, hjartaliga tillukku við 85 ára degnum. Dagurin verður hildin hjá dóttrini á Mylnugøta 26. Dávur Leivur Mikkelsen 85 ár 17. februar 2007 Fríggjadagin 9. februar 2007 var ein hátíðarlig løta í veitsluhøllini á Lands­sjúkra­ húsinum í sambandi við at fýra kvinnur: Sunniva, Ebba, Unn og Astrid, høvdu lokið útbúgving sum SB-arar. SB er stytting fyri starvsfólk við brúkarafortreytum. SB- arin er í starvsvenjing eitt ár innan psykiatriska øk­ið, og hetta tíðarskeið eru netverksfundir, 20 undir­ vís­ingardagar og SB-arin skrivar fleiri uppgávur. Góð­ar royndir eru við verk­ætlanini úr fleiri øðrum londum, men hetta er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Fía Lamhauge verkætl­an­ ar­starvsfólk segði millum annað í røðu sínari: ”En viis mand sagde engang: De særlige evner og talenter, vi er født med er Guds gave til os. Den måde vi bruger disse evner og talenter på, er vores gave til Gud”. Eingin ivi er um, at tær fýra – Sunniva, Ebba, Unn og Astrid við sínum evnum og talentum bæði hava givið og fara at geva psykiatriini nógv”. Nýklaktir SB-arar SB-ararnir við próvnum, f.v.: Sunneva, Ebba, Unn og Astrid Nakrar eldsálir aftanfyri verkætlanina, f.v.: Fía, Bergit og Bergtóra Nógv fólk var samlað til hugnaligu hátíðarløtuna 8. februar fingu Randi Vestergaard og Jóhann Hansen, Tórshavn, ein son. Hann vigaði 4000 gr. og var 56 cm. langur. 8. februar fingu Joana Valborg Bjarnastein og Gunnar Restorff, Tórshavn, eina dóttur. Hon viga›i 3450 gr. og var 54 cm long. 9. februar fingu Brynhild Høgnadóttir og Eyðbjørn Brimnes, Velbastaður, eina dóttur. Hon vigaði 3400 gr. og var 52 cm. long. 10. februar fingu Ruth Nolsø og Øystein Patursson, Tórshavn, eina dóttur. Hon vigaði 3050 gr. og var 54 cm. long. 11. februar fingu Tina Jacobsen og Heðin Joensen, Sandavágur, eina dóttur. Hon vigaði 3900 gr. og var 53 cm. long. 12. februar fingu Annika og Magni Dalsgarð, Argir, eina dóttur. Hon vigaði 4100 gr. og var 53 cm. long. 28. januar fekk Bjarta eina lítlasystur. Hon vigaði 3850 gr. og var 51 cm. long. Foreldrini eru Bar­ bara Brattalíð og Bjarni Hammer og tey eru frá Tvøroyri. Føðingar