Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. februar 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 - 16. februar 2007 13 Kistan við Dánjal Jákup Arnason Nielsen, Fámj­in, son­ ur Evonu og Arna, fer úr heiminum í Fámj­ins kirkju fríggja­­kvøldið kl. 18. Jarðar­ferðin verður úr Fámjins kirkju leygar­dagin kl. 13. Eskild Norðbúð, Klaksvík, andaðist 13. februar 86 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi fríggjadagin 16. februar klokkan 18. Jarðarferðin verður leygardagin klokkan 14 úr Betesda. Kistan við Anfinni Justinussen fer úr Lands­sjúkra­hús­ kap­ellinum fríggjakvøldið klokkan 17.30. Jarðar­ferðin verður úr Christianskirkjuni í Klaksvík leygar­dagin klokkan 12.30. Bára Olsen, dóttir Fróða og Eileen, andaðist týsdagin 7 ára gomul. Maria Petursdóttir, fødd Hentze, ættað úr Hovi, bú­sit­ andi í Hafnafirði í Íslandi, andaðist fríggja­ dagin 9. februar 77 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Hafnafjarðar kirkju hósdagin 15. februar klokk­an 11. Tey, sum vilja minnast Mariu kunnu lata eina gávu til Hovs kirkju, konta í Suðuroyar Sparikassa. Andlát og jarðarferðir Mikunáttina 14. februar slóknaði Jógvan Anfinn Justinussen, fyrr­ver­ andi lærari í Klaksvík. Hann var fødd­ur 20. februar 1927, og harvið restaði honum bara nakrar dagar í at røkka teimum áttati, nú hann legði árarnar inn. Anfinn var svínoyingur. Mamman var Annika fødd Joensen og ættað úr Heimistovu, og pápin var Heini Justinussen ættaður uppi í Húsi. Annika og Heini fingu tvey børn – Óluva Thorsteinsson í Klaksvík, sum var fødd í 1924 og doyði longu í 1989, og so Anfinn. Annika og Heini fluttu undir krígn­ um til Klaksvíkar, og tey bygdu á Sel­ heyggi. Her hevur Anfinn búð síðani. Kona hansara er Anna fødd Seloy og ættað úr Vestmanna. Tey eiga tveir synir – Heina og Áka. Abbadóttir Anfinn eitur Marianna. Anfinn arbeiddi í jarnsmiðjuni hjá Kjølbro. Hegnið og hugurin vóru góð, og ivaleyst hevði hann verið smið­ur, um heilsutrupulleikar ikki forðaðu hesum. Anfinn var vetuirin 1949-50 á Háskúlanum, og síðani fór hann á Læraraskúlan, har hann leyk prógv í 1956. Beinanvegin, eft­ ir at hava lokið prógv, fór Anfinn í lærarastarv í Klaksvík, og har var hann álitisfullur og nærlagdur lærari, inntil hann í 1994 legði frá sær. Frá 1979 var starvsstaðið Skúlin við Ósánna. Í nógv ár undirvísti Anfinn í bókbinding í kvøldskúlanum. Anfinn var á skeiði á Dansk Sløjd­ lærer­skole sumrini 1958 og 1959, og 1972-73 var hann á ársskeiði á DLH. Í sekstan ár var hann limur í Norðoya náttúrufriðingarnevnd, og Anfinn var í nógv ár nevndarlimur í Norðoya Sjúkrakassa. Anfinn var familjukærur og trúgvur, og hann hoyrdi avgjørt til tey stillu í landinum. Hann var fróðarmaður og var sera innarlaga í ætt og søgu. Svínoy og svínoyingar stóðu hon­um serliga nær. Barnaheimið í Klingru­ garði hava tey átt alla tíðina, og An­finn hoyggjaði, røktaði og gekk á fjall í Svínoy so leingi, sum orkan var til tað. Leygardagin klokkan 12.30 verð­ur Anfinn borin til gravar úr Christi­ans­ kirkjuni, sum hann átti fastan sess í. J Anfinn Justinussen farin Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá okkara høgt elskaði pápi, verpápi og abbi Chr. Andreas Djurhuus Porkeri andaðist og fór til gravar. Takk fyri uppringingar, vitjanir, kransar og fyri peningagávur til Missiónshúsið í Porkeri. Takk til prest og aðrar talarar. Eisini ein tøkk til kirkjutænarar, berarar og sangarar. Øllum, ið hjálptu til við ervinum, takka vit hjartaliga. Takk til øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul. Familjunnar vegna Durita og Daniel Johannes Tann 2. februar andaðist Esther Abra­ hamsen, bert 51 ára gomul. Hóast hetta vóru tung boð, merkti tað kort­ ini, at Esther fekk ein tiltrongdan og uppibornan frið fyri sína sjúku, sum hon hevur stríðst við í tolni í so mong ár. Esther var ættað av Eiði, dóttir Onnu og Laurits Eidesgaard. Anna er ættað úr Froðba. Tá hon fylti 90 ár tann 30.oktober var ein føðingardagsgrein um hana í FF-blaðnum, og kann hon finnast á heimasíðuni www.fiski­ mannafelag.fo, blað nr. 377. Laurits var Eiðismaður, sonur Lor­ ensu og Hanus hjá Lauritsi, sum var ein kendur útróðrarmaður á Eiði. Sjálvur kom eg at kenna tey hjá Laur­ itsi fyri góðum 25 árum síðani, tá eg kom at kenna og giftist við Kirstin. Barnaheimini hjá teimum báðum vóru nærmastu grannar. Esther og Kirstin vóru javngamlar, tað var bert ein mánaði millum tær, og tær gjørd­ ust vinkonur fyri lívið. Tær spældu saman, fylgdust í skúla og sótu ofta saman. Hjá Onnu og Lauritsi var eitt heim, har øll komu og kundu føla seg væl, og tað sama var inni hjá Margith og Nikkel. Her er framvegis sera væl millum húsini, hóast tey gomlu eru farin at eldast. Esther fór úr barnaskúlanum 14 ára gomul. Tá fór hon til Havnar í húspláss, sum vanligt hjá gentum tá í tíðini. Men tá framhaldsskúlin byrjaði á Oyrarbakka kom hon norður aftur, og hon var í fyrsta flokkinum sum byrjaði á Oyrarbakka. Aftaná hetta byrjaði hon HF í Havn. Um hetta mundi kom hon at kenna Símun Abrahamsen av Strondum, og tað rann saman millum teirra. Tað var skjótt, at tey fingu einkarsonin Poul Laurits og búsettust í Havn. Tá byrjaði Esther at hava børn í dagrøkt. Síðan fór hon at arbeiða á Eirargarði 16. Hetta eru arbeiði, sum Esther hevur riggað væl til við sínum stilla lyndi og sáttliga verumáta. Tí var tað náttúrligt at Esther fór at útbúgva seg sum pedagog. Hon fór á fyrsta pedagogskeiðið í Føroyum, og hon var fyrsti pedagogur, sum fekk handað føroyskt pedagogprógv takkað verið sínum eftirnavni. Eftir hetta var hon leiðari á barnagarðinum Lítli Skógur. Síðan fór hon at arbeiða á barnagarðinum Vípuni, og aftaná hetta gjørdist hon heimavegleiðari hjá Andveikraverndini. Men so er tað, at Esther gerst álvars­ liga sjúk, og hon má ferð eftir ferð til Danmarkar at leggjast undir skurð í høvdinum. Tað vísti seg, at skurð­ viðgerðirnar bert hjálptu í avmarkaða tíð, so skuldi hon aftur undir knívin, og gjørdist hetta árliga í meira enn 10 ár. Hetta var í sær sjálvum sera strævið við longum uppihaldum í Danmark. Men hóast hetta royndi Esther at liva eitt normalt lív. Tá hon ikki longur kundi arbeiða, fór hon undir list við applikering, sum er at seyma myndir úr stoffi. Her vísti hon seg at vera ein verulig listarkvinna, og hon náddi eisini at vera við á framsýning, har hon seldi heilt fitt. Vit hava eisini onkur av hennara listarverkum heima hjá okkum. Í dag eru hesi kær minni um Esther. Sum frá leið gjørdust skurðvið­gerð­ irnar truplari og truplari, og støðan hjá Esther gjørdist verri og verri. Alt hetta bar hon við einum sjáldsamum toli. Hon var ikki tann sum kærdi seg. At enda máttu læknarnir geva upp. Tað verður sagt, at lækni hennara á Ríkishospitalinum tók um hana og segði, at “nú kunnu vit ikki gera meira fyri teg”. Tá gekk bert ein veg til Esther stillisliga sovnaði. So syrgiligt sum hetta var, so fekk Esther alla tíðina framúr umsorgan frá sínum nærmasta. Fyrst og fremst var hetta frá manninum Símun, sum var ein ómetalig hjálp fyri Esther, og hetta hevur sjálvsagt eisini verið ein sera trong tíð hjá honum. Símun gjørdi alt tað sum stóð í hansara makt at hjálpa um hjá Esther. Síðan er tað sonurin Poul Laurits, sum flutti heim úr Danmark at vera um mammuna, og hetta var hon sera fegin um. Mamman og systkini hjá Esther, Lorensa, Súsanna, Ólavur og Hanus og teirra vóru eisini um hana, og tað sama er galdandi fyri mammu Símun og hansara systkin. Esther vónaði at klára 90 ára føð­ ingar­dagin hjá mammuni. Hetta eydn­ aðis eisini, soleiðis at Anna hendan dagin var hjá Esther á Mørkini í Streym­nesi, har Esther var sínar sein­ astu mánaðir. Tað skal eisini sigast, at tað varð tikið til, hvussu gott hon hevði tað á Mørkini. Tey vóru mong sum fylgdu Esther til hennara seinasta hvíldarstað bæði frá Mørkini og úr Vesturkirkjuni. Hetta eru øll slík, sum hava góð minni um Esther, sum vóru góð við hana og sum virdu hana, eisini fyri hennara bardaga móti síni sjúku. Vit bæði eru fegin um tað, sum vit hava havt saman við Esther og hennara, og vit vilja varðveita góðu minnini um hana. Kirstin og Óli Til minnis um Esther Abrahamsen nøvn Tøkk Vit vilja á henda hátt, hjartaliga takka øllum sum á ein hvønn hátt, sýndu samkenslu, tá okkara kæri pápi, verpápi og abbi Hans Debes Oyri doyði og varð jarðaður Ein stór tøkk til øll, sum hjálptu okkum so væl við jarðarferðini og til ervið. Tøkk fyri blómur og kransar og Emil prest fyri góð orð. Tøkk til øll, sum vóru í kappellinum og tey mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað, her á fold. Vegna tey avvarðandi Regin, Jónhallur og Lív