fríggjadagur 16. februar 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 34 - 16. februar 2007
Leygardagin tann 17. juni 2006 and
aðist Hans Chr. Joensen (Hassi) bóndi
Heimi í Stovu í Miðvági 80 ára gamal.
Hassi var føddur tann 2. juli 1925.
Hann var sonur bóndahjúnini Sofíu
og Jógvan Joensen og fjórðelstur av
átta systkjum. Trý tey elstu doyðu á
ungum árum. Elsebeth Johanne f. 12.
sept. 1918 var elst. Hon doyði 20. apríl
1933 bert 14 ára gomul. Nicolina f. 6.
mai 1920 var næstelst. Hon doyði 26.
juli 1950, 30 ára gomul. Hon hevði
tá mist mannin Kaj, sum doyði 21.
nov. 1948 og sonin 27. feb. 1948.
Jógvan Pól f. 25. jan. 1923 var trið
elstur, men fyrstføddi drongur og tí
borðin til garðin. Hann doyði 2. feb.
1937 bert 14 ára gamal. Hini systkini
eru Marius, sum doyði 26. sept. 1999,
Brynhild, Ian og Elsipa Jóhanna.
Hassi festi garðin Heimi í Stovu.
Á ungum árum fór Hassi til
Jæren í Noreg á landbúnaðarskúla.
Tá hann kom aftur, fór hann at
nútímansgera garðin. Hann fekk sær
sláimaskinu, sum var drigin aftaná
tveimum hestum. Áðrenn tað, var
alt grasið sligið við hond. Nógvir
av teimum gomlu hildu lítið um at
hann fór við so stórum og tungum
amboðum í bøin, men væl gekk,
hann fekk sligið tann besta bøin við
rossum og spardi nógv strev.
Hassi útviklaði plógvið, sum enn
verður nýtt nógvastaðni í Føroyum
at pløga til eplaveltur (reimaveltan
ella Miðvágsveltan) við. At hjálpa
sær hevði hann Tórstein Niclasen,
sum var sera góður smiður. Tað
fyrsta plógvið var so væl gjørt, at
tað verður nýtt enn.
Eisini fekk Hassi sær súrhoyggj
brunn. Hann tók eitt kúfóður. Brunn
urin stendur enn vestanvert húsini
Heimi í Stovu. Hann er laðaður av
gróti og stoyptur innan. Brunnin
vóru hoyfólkini sera glað fyri, tí so
slapst undan at hoyggja tað fóðuri, og
tað lætti væl um. Seinni bygdi hann
fjósið, sum verður brúkt í dag.
Hann hevði sera gott hegni til
jarðarbrúk. Serliga hevði seyðurin
hansara stóra áhuga. Mangur mað
ur hevur staðið undrandi á Norðara
leitisrætt og lýtt á, meðan Hassi og
Ian tosaðu um seyðin í rættini, tí
teir kendu so at siga hvønn seyð og
vistu, hvar hann gekk.
Úrslitini frá seyðasýningunum
søgdu eisini týðuliga, hvussu gott
skil teir høvdu fyri seyði. Brund
seyðirnir á Norðaraleiti vóru altíð
millum teir bestu, og nógv steypini
hevur Hassi vunnið fyri tað.
Hann var nógv nýttur sum djóra
lækni í bygdini, serliga áðrenn um
støðurnar hjá djóralæknanum at ferð
ast um landið vóru so góðar, sum
í dag. Sum tann hjálpsami maður
hann var, so segði hann ongantíð
nei, um hann kundi veita eina hjálp
andi hond.
Bøin røkti Hassi væl og onkur hevur
tikið til, at tey seinnu árini hevur tað
næstan bert verið Hassi, sum hevur
snøggað bakkar tá hann slegði, hóast
hann hevði tann størsta bøin í bygdini
og var komin upp í árini.
Bjørgini røkti Hassi frá hann var
15 ára gamal. Á yngri árum plagdi
hann at verða við á fuglaveiðu í
Urðini. Hann hevði seyð í nógv
ár bæði á Urðini og í Rygsskorð.
Tey seinnu árini var hann tó bert í
Rygsskorð, har hann var seinastu
ferð eftir seyði á heysti í 2003. Nógv
minnast hann ivaleyst frá filminum,
sum Zacharias Hammer tók upp í
Rygsskorð, har hann greiddi frá.
Á yngri árum var Hassi ítróttarmað
ur, sum so mangur annar. Hann spældi
fótbólt og róði við áttamannafarðinum
Miðvingi tey árini síðst í fimti- og fyrst
í sekstiárunum, tá Miðvingur vann
mest sum allar róðrarnar, hann luttók í.
Hassi var ein av stigtakarunum at seta
á stovn Miðvágs Róðrarfelag. Hann
sat í fyrstu nevndini saman við Ian
Joensen og Tórstein Niclassen. Teir
savnaðu saman við bygdafólkinum inn
pening og keyptu fyrst áttamannafarið
Miðving í 1957 og síðan dreingjabátin
Beintu árið eftir. Hann sat í nevndini í
Miðvágs Róðrarfelag til einaferð fyrst
í sjeytiárunum.
Miðvingur var fyrsti bátur, sum
tann navnframi bátabyggjarin Niclas
í Koltri bygdi og millum fyrstu bátar
í Føroyum, sum var bygdur bert til
kappróður.
Hassi var vertskapsmaður av teim
um bestu og ein heiðursmaður. Um
hann kundi ein av røttum siga sum
skaldið Rasmus Effersøe: “Trúfastur
altíð var maður, vildi ei bróta sítt orð,
í vertskapi fróður og glaður við egið
sum við annans borð. Ei vin í neyð
teir gloymdu, æran var teirra mið,
og hana so væl teir goymdu alt eftir
Norðmanna sið.”
Mong eru tey, bæði yngri og eldri,
sum hava sitið væl Heimi í Stovu, tí
hann var sera blíður maður. Har kom
eisini nógv fólk í húsið at vitja.
Hassi var við at byggja dansi
stovuna Gleimur saman við Godt
fred Joensen, Jógvan Erland
Joensen, Aggrim Svabo, Andreas
Johansen, D.P. Danielsen, Kaj
Danielsen, Steingrim Nattestad, Tór
stein Niclasen, Grækaris Poulsen
og Hans Mohr Hansen.
Hann var ein góður kvøðari, og
plagdi at skipa til dans. Hann var
limur í Vága Dansifelag og dansaði
við, til kort áðrenn hann doyði.
Hassi giftist í 1977 Eleonoru Garðs
horn ættað úr Elduvík. Tey fingu
børnini Jógvan í 1979 og Elspu Suffíu
í 1981, eisini hevur Kjartan búð hjá
teimum í fleiri ár.
Eleonora, ella Nora, sum hon var
kallað, var fødd 21/10-1939. Hon
doyði alt ov ung 05/11-2003 bert
64 ára gomul. Hon var dóttir Elspu
og Jógvan Garðshorn.
Nora var eitt sera fitt og vinsælt
fólk, men hon segði altíð sína
meining um tingini. Hon kom til
Miðvágs at arbeiða á Ellis- og Avla
misheiminum. Tað var skjótt, at hon
kom í samband við bygdafólkið
her. Hon hevði eitt stórt hjartað,
og tosaði við øll. Møtti tú henni,
fekst tú altíð eitt smíl og nøkur blíð
orð frá henni. Hon gjørdi ikki mun
á høgum og lágum, og hevði sera
stóran áhuga í øllum, sum rørdi seg
í samfelagnum.
Nora sat í skúlanevndini í nógv
ár. Eisini var hon ein av drívkreft
unum hjá Vága Dansifelag at fáa
sett Beitishúsini í stand at nýta
sum felagshús. Tað munna verða
nógvir dagarnir at hon, saman við
øðrum, nýtti at savna inn pening til
Beitishúsini, tí nógv skuldi til at
seta eini gomul hús í stand, serliga
tí byggisniðið var gamalt.
Nora var ein góð bóndakona og lætti
sera nógv um arbeiði á garðinum. Við
sínum ljósa lyndi og vinsæla og blíða
verumáta, fylti hon sera nógv upp, har
hon var. Tí er tómrúmið eyka stórt, nú
hon ikki er meira.
Tá eg hugsi um Noru, kann eg ikki
lata vera við at hugsa um sálmin:
“Guð, ger meg til eitt lítið ljós.” Har
stendur so nógv í, sum passar uppá
Noru. Hon var sum eitt blomstur blítt,
sum brosaði øllum mót. Hon var sum
eitt signað lag, sum lívgaði hug og sál.
Har hon var, skapti hon lív og gleði,
hon hevði tað bara í sær.
Tá vit fóru á fjall á Norðaraleiti,
hevði hon altíð morgunmatin klár
an til fjallfólkið áðrenn farið var.
Eisini var matur klárur at hava við.
Tá vit komu aftur av fjalli, kundi
fjallskipanin sessast við búgvið
borð í stovuni, og har var einki
spart, altíð besti bóndamatur. Tá vit
flettu, var hon eisini har, gjørdi mat
til flettingarmenninar og tók sær av
avroðunum. Var Hassi onkustaðni, á
fjalli ella tað var í hoyna, so mjólkaði
hon. Ikki vóru krøvini stór til frítíð,
eina viku um Ólavsøkutíð var ferian
um árið, tá høvdu tey so gott sum
einki vikiskifti fríð alt árið.
Tey fingu nøkur góð ár saman tað
tíð teimum untist. Tó tey seinastu
vóru sera stríggin. Fyrst var Nora
rakt av hervuligari sjúku, og meðan
hon gekk sjúk, var eisini Hassi
raktur av somu ringu sjúku. Meðan
Nora stríddist her, var han noyddur
at fara til Danmarkar at leita sær
heilsubót. Hann kom tó upp at vera
saman við henni tað seinastu vikuna,
hon hevði her á fold, men noyddist
niðuraftur til viðgerðar stutt eftir
jarðarferðina. John hevur verið ein
sera stórur stuðul hjá Hassi í hesi
torføru tíð, tí hann var niðri við
honum alla tíðina. Her vísti Hassi
eina ótrúliga sálarstyrki. Hann kom
fyri seg av sjúkuni og við at taka
arbeiðið uppaftur og royna at liva
víðari, eggjaði hann samstundis
børnunum at menna seg upp eftir
tann svára missin.
Hassa havi eg kent alt mítt lív. Tey
bæði fyrstu árini av lívinum búði eg
har niðri, og so leingi omma livdi,
var eg líka nógv har um dagarnar,
sum hjá okkum. Mín áhugi fyri
jarðarbrúki hevur altíð verið stórur,
og hettar førdi við sær, at Hassi og
eg komu at vera nógv saman, serliga
áðrenn hann sjálvur fekk børn.
Hann hevði okkum smádreingir
nar við at reka neytini. Tá eg var
smádrongur, vóru neytini rikin í
hagan um morgunin og rikin heim
aftur um kvøldið. Tað, sum okkum
børnum dámdi best, var fyrsta dagin
neytini komu út um várið, hvussu
lívlig tey vóru, og so at sita hjá
teimum í haganum inntil tey vóru
rikin heim um kvøldið.
Hann hevði okkum við í torv bæði
úti í Nípu, í Líðini og á Kvígandali.
Eg minnist serliga hvussu nógv fólk
vóru burtur í torv á Kvígandali. Har
vóru fólk so langt eygað rakk og so
vóru nógvir sørvingar hinumeðan
ánna á Norðurtriðingi. Eg minnist
tá vit førdu torv úr Nípuni, hvussu
laðin báturin var, bert eitt hálvt borð
var eftir, so ansast mátti eftir, ikki at
fáa nakran skvamp.
Hann hevði okkum við í grind
bæði í Miðvági, Tindhólmi og Bø.
Tey fyrstu árini var tað við Rygs
bátinum við árum. Hann hevði
okkum við í hoyggj. Tað var stutt
ligt viðhvørt, serliga tá vit skuldu
koyra saman, ella tá vit sluppu í
hestavognin og seinni traktorin. Ikki
tímdu vit altíð so væl at hoyggja,
ivaleyst tí tað var so nógv, at so stórur
partur av sumrinum fór til hoygging.
Onkuntíð sníktu vit okkum vekk, tá
veðrið var gott og hugurin lítil. Tá
kundu vit fara at fanga síl, spæla
bólt og tílíkt, allir uttan Jógvan hjá
Marius, hann hoyggjaði sum ein
maður frá heilt ungum árum.
Hassi hevur altíð dugað væl við
børnum og fólki sum heild. Tí vóru
altíð nógv børn í fjósinum. Ja nógv
eru tey, bæði eldri og yngri enn eg,
sum hava nógvar góðar upplivingar
at minnast á saman við Hassa, og
nógv eru tey, sum hava havt sína
dagligu gongd í fjósinum hjá honum
í barnaárunum. Tað høvdu ikki verið
nógv vaksin, sum høvdu tolað tað
vas og tann gang, sum mangan var,
tá vit koyrdu súrhoyggj. Sjálvur
dámdi mær væl at vera í bønum
saman við Hassi og har havi eg
brúkt nógvar summarfrítíðir við
gleði. Har var ongantíð keðiligt,
Tað var altíð áhugavert at tosa við
Hassi, hann hevði eina útrúliga vitan
um føroyska mentan, og hann var
ongantíð liðugur at greiða frá.
Hann hevði okkum við á fjall,
serliga á Heimaraleiti og Norðara
leiti. Serliga væl dámdu okkum at
verða eftir gimbralombum, tí tey
vóru ikki rikin í rætt, tá eg var smá
drongur, men tikin í haganum. Tá
sluppu vit at renna, og spenningur
var í, men ikki var altíð so stuttligt
at leiða tey heim, tí ofta var langt
og Hassi skuldi taka fleiri, meðan
vit máttu leiða.
Flettingin var hæddarpunktið
á árinum hjá mongum av okkum.
Ian og Hassi flettu tveireinir í kjall
arinum hvørt kvøld í vikuvís. Nógv
fólk gekk inn á gólvið at práta.
Har var altíð fult og væl dámdu
okkum yngru at sita undir tí, teir
eldru tosaðu um. Hvørt lamb bleiv
handlað, áðrenn tað var dripið,
og mett var um, hvussu tað fór at
roynast. Har var ein serligur dámur,
eitt sosialt umhvørvið, sum eg sakni,
nú alt skal ganga so skjótt, og eingin
hevur tíð til hvønannan longur.
Hassi bleiv ongantíð gamal, hóast
hann gjørdist 80. Hann arbeiddi til
tað síðsta, gekk á fjall, var í bønum
og í fjósinum. Havi mangan hugsað
um, hvussu hann kundi halda sær so
væl, tí hann hevði so strævið arbeiði.
Hann dugdi sera væl at leggja arbeiðið
tilrættis. Hvønn dag eftir døgurða
fekk hann sær ein lítlan blund, bert
fáar minuttir, eisini í hoyna. Man tað
vera ein partur av loyndarmálinum?
Eisini hevði Hassi eina sera sterka
og einfalda gudstrúgv. Hendan trúgv
hevur stiðjað hann væl gjøgnum lívið,
serliga tá mótgangurin var stórur.
Hann ivaðist onga løtu í, hvar hann
fór, tá hettar lívið var at enda komið.
Hassi doyði, sum hann livdi, hann
var ein maður sterkur sum stál, tríggj
ar vikur áðrenn hann doyði, hevði
hann verið vikuskiftistúr í Mykinesi
við vinfólkum. Tá hevði hann strevað
seg heilt niðan á Knúk, sjúkur sum
hann var. Tosaði við hann í túninum,
tá hann var komin aftur, tá helt hann,
at hann mátti fara at ganga meira, fyri
at koma í betur venjing. Eina góða
viku áðrenn hann doyði, var hann
í bønum og fekst við rótakál. Stál
bognar ikki. Tá ov nógv stendur á,
støkkur tað. Tað var tað sum hendi
við Hassi. Tað vardi meg ikki, at hann
skuldi fara so skjótt.
Síðan eg flutti hinumegan land
oman á Kirkjabø, havi eg hvønn dag
hugt niðan á bøin hjá Hassi fleiri
ferðir um dagin. Sæð hann grivið
rennur um veturin, pløtt, velt og sáað
bøin um várið, sligið og koyrt gras um
summarið, tikið upp eplir um heystið.
Nú kemur hann ikki meir í bøin, Hassi
hevur gingið síni seinastu spor her
á fold.
Tómrúmið er stórt eftir tey bæði,
sum vóru ein so stórur partur av lívi
mínum. Tó ringast er hjá tykkum
Jógvan, Elspu Suffía og Kjartan,
sum á so ungum árum hava fingið
so stórar brotasjógvar. Tó skrivað
stendur í halgubók, at harrin leggur
ikki størri byrðar á okkum, enn vit
eru ment at bera, so hjálpi hann
tykkum at bera ta tungu lagnu, tit
hava fingið. Brúkið Noru og Hassi
sum fyrimynd, so skal nokk gangast
tykkum væl.
Friður veri við minninum um
Noru og Hassa.
Georg
Nøkur orð til minnis um
Eleonoru (Noru) og Hans Chr. Joensen (Hassa)
bóndahjún Heimi í Stovu , Á Ryggi í Miðvági
nøvn