fríggjadagur 16. februar 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 34 - 16. februar 2007
Starvið
Høvuðsuppgávurnar hjá fulltrúanum eru m.a.:
· At fyrisita, tryggja menning og samstarv og at røkja
samskiftið við stovnar og øki undir Mentamáladeildini
og taka sær av málsviðgerð í hesum sambandi
· At arbeiða við verkætlanum og uppgávum
· At ráðgeva og vegleiða í spurningum innan økið,
tilevna uppskot til lógir, kunngerðir, reglur o.a.
· At umsita virkisøki, sum verða løgd til fulltrúan
· At taka lut í arbeiðsbólkum
· At taka sær av málsviðgerð sum heild
· At røkja aðrar fyrisitingarligar uppgávur.
Fulltrúin skal tryggja, at nevndu uppgávur verða loystar
á einum høgum fakligum stigi, og at mannagongdirnar
eru í samsvar við nútímans krøv.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal:
· Hava útbúgving frá lærdum háskúla
· Kunna arbeiða sjálvstøðugt umframt samstarva í
arbeiðsbólkum o.l.
· Vera tænastusinnaður, fyrikomandi og hava góð
samstarvsevni
· Dáma avbjóðingar og hava vilja til at royna nýggjar
leiðir
Vit bjóða
Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við
nógvum samskifti inn- og úteftir. Arbeiðið er á einum
høgum fakligum stigi, og møguleikarnir fyri bæði
persónligari og fakligari menning eru góðir.
Mentamálaráðið arbeiðir við elektroniskari
skjalahandfaring, og er fyrisitingin tí pappírsleys.
Upplæring fæst í hesi skipan.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Setanarøkið fevnir um stjórnarráðini,
Løgmansskrivstovuna og deildir teirra.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. o.ø. skulu sendast til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella til t-post: mmr@mmr.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
fríggjadagin 23. februar 2007, kl. 16.00.
Um tú ynskir fl eiri upplýsingar, kanst tú teg í samband
við Jóannes Dalsgaard, deildarstjóra, á tlf. 35 50 50 ella
55 50 35.
Eisini ber til at vitja heimasíðu okkara www.mmr.fo.
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi
kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Mentamálaráðið er skipað í tríggjar deildir – Mentamáladeild, Fólkaskúladeild og
Vinnu- og miðnámsskúladeild – umframt ein stáp, sum veitir ráðgeving til deildirnar o.o.
Mentamáladeildin hevur fyrisitingina av hægri útbúgvingum, gransking, mentamálum, søvnum, loftmiðlum, ítrótti og øðrum
frítíðarvirksemi. Harafturat fyrisitur deildin ávísar uppgávur viðvíkjandi kirkjuni.
Fulltrúi
sansir.fo
Eitt áhugavert, fjølbroytt og stjálvstøðugt starv sum
fulltrúi er leyst at søkja í Mentamáladeildini
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf
lýsingar