fríggjadagur 16. februar 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 34 - 16. februar 2007
Vilt tú
verða við?
Í næstum verður nýggjur stjóri settur at
leiða Ferðaráð Føroya og Menningar-
stovuna í nýggjum stovni undir Vinnu-
málaráðnum.
Nýggi stovnurin hevur tørv á væl-
útbúnum marknaðarfólki at taka lut í
arbeiðinum at menna føroyskan
útflutning av vørum, tænastum og
upplivingum.
Framanfyri standandi uppgávur eru m.a.
at fyriskipa føroysku luttøkuna til
European Seafood Exposition 2007 í
Brússel, Offshore Europe 2007 í
Aberdeen, marknaðarátak fyri
cruiseferðir, tiltaksætlan fyri kreativar
vinnur herundir AME í Reykjavík,
Tórshavn og London ella Manchester,
framtak fyri føroyskar tænastur og vørur í
Russlandi.
Vit ímynda okkum at umsøkjarar hava
útbúgving á kandidátstigi í til dømis
handilsskapi, marknaðarføring, búskapi
ella hava líknandi útbúgving.
Góðir førleikar í enskum og øðrum
altjóða máli og vinnuligar royndir eru ein
fyrimunur.
Persónligu eginleikarnir hjá teimum, ið
verða sett, skulu sampakka við tær
avbjóðingar, ið fara at koma.
Starvs- og setanartreytir verða eftir
starvsfólkapolitikki landsins.
Nýggi stjórin í samanlagda stovninum
setir fólkini.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær
til Kjartan Kristiansen, fráfarandi stjóra, á
telefon 353100.
Umsóknir, ið eiga at verða okkum í hendi
innan 19. februar, skulu sendast til:
Nýggi stovnurin fer at virka sambært tí til
eina og hvørja tíð galdandi vinnupolitikki
landsins, og høvuðsuppgávurnar verða
m.a.:
•
At birta upp undir nýskapan og
íverksetan
Menningarstovan
Att.: Kjartan Kristiansen
Bryggjubakki 12
Postrúm 259
FO-110 Tórshavn
•
Í samstarvi við aðrar myndugleikar
at samskipa mannagongdir innan
fyrisiting, sum hava týdning fyri
tær einstøku fyritøkurnar.
•
At menna føroyska vinnu.
•
At marknaðarføra føroyskar vørur og
tænastur og Føroyar sum eitt land at
gera íløgur í.
•
At menna ferðavinnuna í Føroyum
og at marknaðarføra Føroyar sum
eitt ferðamannaland.
lýsingar
Internet