mánadagur 19. februar 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 35 - 19. februar 2007
11 fólk handtikin,
seks frádømingar av
koyrikortinum og
nøkur innbrot er mill
um annað tað, sum
løgreglan hevur tykist
við um vikuskiftið
LØGREGLUTÍÐINDI
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
– Tað hevur verið buldrasligt,
ljóðaði svarið frá vakthavandi
á løgreglustøðini í Havn í
morgun, tá vit spurdu hann
hvussu vikuskiftið hjá teim
um hevði verið.
Ikki færri enn 11 fólk
vóru handtikin fyri alt frá
harðskapi, til herverk og
húsaófrið.
Harðskapsmálini vóru
tvey í tali. Tað fyrra
var í Tórsgøtu í Havn
leygarnáttina, har ein 15
ára gamal drongur fekk ein
beint framman á frá einum
22 ára gomlum. Tann 15 ára
gamli small niður í asfalti og
fekk eisini nakað av skaða av
fallinum. Løgreglan tók 22
ára gamla mannin og arbeiðir
nú víðari við málinum.
Seinna harðskapsmálið var
somuleiðis í høvuðsstað
num, tá ein 18 ára gamal
var sligin niður uttan nakra
orsøk. Eisini her var gern
ingsmaðurin 22 ára gamal,
men tó ikki tann sami sum
í fyrra førinum. Løgreglan
fekk ikki fatur á manninum
beinanvegin, men fangaði
hann seinni úti í einum hús
um í býnum. Hesin 22 ára
gamli hevði framman und
an ein treytaðan dóm fyri
harðskap.
Vakthavandi á løgreglu
støðini heldur, at talið av
brotum á politiviðtøkurnar
er vaksandi.
– Tað tykist ikki sum um,
at fólk duga at uppføra seg.
Tað plagar at vera friðarligt
hesa ársins tíð, men soleiðis
hevur tað ikki verið nú, sig
ur vakthavandi og leggur so
aftrat, at møguliga er føstu
lávint orsøkin til hetta.
6 mistu kortið
Annars byrjaði vikuskiftið
tíðliga hjá løgregluni og
endaði seint. Longu fríggj
anáttina vóru fleiri mál,
tá miðnámsskúlaball var
í høvuðsstaðnum. Tá tók
løgreglan trý fólk fyri brot
á politiviðtøkurnar, og um
morgunin fekk løgreglan ikki
færri enn seks mál aftrat at
takast við. Hesi vóru øll um
innbrot og stuldur í úthúsum
og hjallum í býnum, har fólk
høvdu verið og stolið kjøt,
fisk, øl og tað sum sterkari
er.
Sunnukvøldið var løg
reglan eisini úti. Hesaferð á
Kollafjarðarleiðini har teir
gjørdu ferðmátingar. Løg
reglan máldi ferðina hjá
bilunum í óbygdum øki og
tók fýra førarar, sum kunnu
síggja fram til eina treytaða
frádøming av koyrikortinum,
tá teir vóru máldir at koyra
millum 115 og 122 kilometur
um tíman.
Aftrat hesum vóru tveir
bilførarar tiknir fyri rúsdrekk
akoyring um vikuskiftið, og
missa teir nokk eisini koyr
ikortið.
Nakað soleiðis ber til at taka
samanum úr 40 síðu longu
vikuskiftisfrágreiðingini frá
løgregluni, sum nú hevur
fleiri mál at arbeiða víðari
við.
Tvey ferðsluóhapp
vóru í Suðuroy um
vikuskiftið, har ein
bilur rendi á ein
húsavegg í Vági,
meðan ein annar fór
sendandi út av
vegnum úti í Nes í
Hvalba
LØGREGLUTÍÐINDI
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Suðuroy: Leygarmorgunin
um tveytíðina var ein ungur
bilførari rættiliga heppin,
at hann slapp so gott sum
hann gjørdu úr einum ferðsl
uóhappi úti í Nes í Hvalba.
Løgreglan veit ikki heilt, hví
bilurin fór út av vegnum og
bóltaði fleiri ferðir, men
greitt er, at maðurin var
ávirkaður av rúsdrekka og
ein blóðroynd er tikin.
Løgreglan í Suðuroy metir,
at maðurin var rættiliga hepp
in.
– Hevði hann rulla einaferð
aftrat hevði verið heilt galið,
segði løgreglan í Suðuroy í
morgun. Hagani søgdu tey
eisini, at í vegastrekkinum
har bilurin fór útav, arbeiða
tey í løtuni við at breiðka
vegin.
Rendi á hús
Seinni leygardagin var eitt
annað ferðsluóhapp, tá ein
bilur inn í húsini í Vági, har
eitt nú Granskingardepilin
heldur til og gamla trygging
arstovan var.
Bilurin kom koyrandi út
eftir høvuðsvegnum í bygd
ini. Hann fór út av vegbreyt
ini, rendi í ein ferðslustand
ara og fór síðani tvørtur um
vegin, har hann rendi inn
í húsaveggin. Bilurin fór
rættiliga illa, men álvars
ligur fólkaskaði var ikki,
hóast bilførarin varð fluttur
á sjúkrahús til nærri kann
ingar.
Sambært løgregluni í Suð
uroy, fekk maðurin, ið koyrdi
bilin eitt anfall av onkrum
slag, og tað var orsøkin til
at hann misti tamarhaldið á
bilinum.
Tvey ferðsluóhapp í Suðuroy
– Hevði hann rulla einaferð aftrat hevði verið heilt galið, sigur
løgreglan
Bilurin fekk ikki lítið av skaða, men bilførarin slapp uttan
stórvegis mein, tá hann rendi á eini hús í Vági
Mynd: Johs. Andreasen
Buldrasligt vikuskifti