Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 vinnusíðurnar Nr. 36 - 20. februar 2007 Thor gjørt nýggjan sáttmá – Tað er stak hugna­ ligt at síggja, at so nógv virksemi aftur er í byggihøllini. Hetta er til gagns fyri Skála, og hetta er til gagns fyri okkum øll. Vit fara at gera alt fyri, at Thor fær enn eitt gott skip, segði stjórin á Skála Skipa­smiðju, Gunnar Mohr, samstundis sum hann takkaði Landsfelag Hand­ verk­aranna fyri ta avtalu, sum er gjørd um útlendsku arbeið­s­megina Ídnaður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var spenningur í “luft­ ini”, tá ið vit fóru yvir á Skála í morgun. Seint í gjár hevði Skipasmiðjan kallað til tíðindafundar stundisliga í morgun, men í skrivinum varð einki sagt um, hvat fundurin fór at snúgva seg um. Vit høvdu okkara git­ing­ ar, og tá ið vit komu yvir á Skála, gjørdist skjótt greitt, at tíðindafundurin ivaleyst hevði eitt hvørt við Thor í Hósvík at gera. Ein av teimum fystu, vit møttu, var 81 ára gamli hós­ víkingurin, Magnus Olsen, sum er pápi til teir báðar, Gunnbjørn og Hans And­ rias Joensen, sum rættiliga hava gjørt vart seg í før­ oyskari sjóvinnusøgu sein­ astu árini. Røturnar hjá Magnusi eru í Hósvík og konan, Gudrun, sum tó ikki var við á Skála í morgun, hevur sínar røtur í Sandoynni. – Jú, eg eri hósvíkingur um ein háls, læt hin gamli okkum vita. Í durinum, meðan bíðað varð, til tíðindafundurin skuldi byrja, fingu vit eitt lítið prát, og Magnus duldi ikki fyri, at hann heldur nógv av synum sínum. Umframt vinnu­lívs­ menninar, Gunnbjørn og Hans Andrias, eiga Magnus og Gundrun, ein annan son og eina dóttir. Nýggjur sáttmáli Nú var eingin ivi longur um, hvat tíðindafundurin fór at snúgva seg um, og tá ið vit so eisini møttu Gunn­ ari Mohr, stjóra og fyri­ sitingarleiðaranum, Dánjali Andreasen, fingu vit at vita, at teir í morgun fóru at undirskriva sáttmála við Thor um ein nýbygning aftrat – eitt systurskip til supply-skipið, sum stendur í gerð í byggihøllini. Tíðindafundurin varð hild­in í kantinuni á skipa­ smiðjuni, har einir 100 mans vóru savnaðir til stóru løtuna – til kaffi, te, rundstykkir og onkra lekra fløtakaku. Ein sangur lá á borðinum, sum skuldi syngjast við høvið, sangurin “Føroyar, tá sólin í tindrandi megi…” Tað var fyrisitingar­leið­ arin, Dánjal Andreasen, sum beyð vælkomin og legði fyri við at biðja fólk syngja sangin, áðrenn farið varð víðari við skránni fyri løtuna. Ein av arbeiðs­ monnunum hevði eina har­ moniku við hondina, og aftur við góðum harmoni­ kutónleiki varð sangurin sungin, so tað rungaði í kantinuni. Hetta var ein hugnalig og heit byrjan. Eftir sangin, segði stjór­ in, Gunnar Mohr, eisini nøkur orð. – Vit eru vorðnir samdir við Thor í Hósvík um enn ein nýbygning, og nú í morgun verður sáttmálin undirskrivaður. Skipið er systurskip til nýbygningin, sum vit nú eru í holt við til felagið. Nýggi sáttmálin er um nýbygning nr. 57. Gunnar var eisini skemt­ ingarsamur í síni stuttu røðu í morgun. – Sum góðir tjóð­veldis­ menn, sum teir í Hósvík eru, vilja teir hava ný­ bygning nr. 57 lidnan 14. september. Sambært sáttmálanum verður skipið liðugt um ólavsøkutíð komandi ár og fer síðan av landinum til sandblásingar og málingar. Síðan fær Thor skipið, 14. september komandi ár. Stóran týdning Gunnar Mohr helt fyri, hvussu stak hugnaligt tað er at síggja, at so nógv virksemi aftur er í byggi­ høllini. – Hetta er til gagns fyri Skála, og hetta er til gagns fyri okkum øll, eisini okkara samfelag. Vit fara at gera alt fyri, at Thor fær enn eitt gott skip. Stjórin legði dent á, at hetta hevði ikki latið seg gjørt uttan við útlendskari hjálp, og í hesum sambandi nýtti hann høvi at takka Landsfelag Hand­verkar­an­ na fyri ta avtalu, sum er Gunnar Mohr, skipasmiðjustjóri og Gunnbjørn Joensen, stjóri í Thor, skriva undir nýggja byggisáttmálan Mynd: Vilmund Jacobsen Bjóðar seg fram Býráðið á Ísafirði í Íslandi hevur samtykt at bjóða havnina í býnum fram sum tæn­ astuhavn hjá skipum, sum fiska undir Eysturgrønlandi og aðrastaðni norðanfyri. Í samtyktini vísir býráðið á, at Ísafjørður liggur væl fyri landafrøðiliga sum landingar-, umskipingar- og útflutningshavn fyri skip, sum fiska á leiðunum norðan fyri Ísland og undir Eysturgrønlandi. Samtyktin hevur samband við eitt mál í Altinginum um sama evni. Meiri olja úr Qatar Síðani Mærsk Olie og Gas fór undir at útvinna olju í 1972, hevur danski parturin av Norðsjónum verið høvuðsøki hjá felagnum, men soleiðis er ikki longur. Tey seinastu árini hevur danska felagið lagt altsamt støtti dent á virksemi aðrastaðni, og tað hevur havt við sær, at nú hevur felagið størri framleiðslu í Qatar enn í Norðsjónum. Dagliga framleiðslan hjá Mærsk í Norðsjónum er 300.000, men í Qatar framleiðir felagið 800.000 tunnur um dagin.