Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. februar 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 37 - 21. februar 2007 tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 Skjótt verður betri... Nýtt pensjónsfelag Betri pensjón er nýggja pensjóns felagið í Føroyum. Vit fara heilt einfalt at bjóða føroyingum betri pensjónir og lívstryggingar, og fara í næstum at venda okkum til fakfeløg, virki og einstaklingar runt landið. Málið er at vera fremsta og besta pensjónsfelagið. Tað er okkara mál, at viðskiftafólkini hava fult innlit í alt, sum fyriferst við teirra samansparing, trygging og íløgum. Tú skalt vita, hvat tú rindar fyri, hvat tú fært fyri pengarnar, og hvussu peningurin verður umsitin. Hygg inn á www.betri.fo og fá meira at vita. sansir.fo Betri pensjón, Postsmoga 329, Kongabrúgvin, FO-110 Tórshavn www.betri.fo Í dag og hósdagin verður floytuskeið hildið á Tórshavnar Musikkskúla. Tað er solofloytuleikarin í Malmø Symfoniorkestur Malin Nordløf, sum fer at undirvísa føroyskum floytu- næmingum. Undirvísingin verður skipað sum samanspæl, har floytunæmingar úr øllum landinum fara at spæla saman, harafturat verður undirvísingin eisini skipað sum Master Class, har framkomnir næmingar fáa undirvísing, meðan ein hópur av øðrum næmingum lýða á. Tað eru floytulærararnir, Bernharður Wilkinson, Katja Volovelskaja, Helga Hilmarsdóttir Gerðalíð, Súsanna Joensen, Otniel Nygaard og Andrea Heindriksdóttir, sum saman við Tórshavnar Musikkskúla skipa fyri skeiðnum. Skeiðið endar við konsert hóskvøldið. Hendan verður í Skálanum í Tórshavnar Kommunuskúla kl. 20.00. Floytuskeið á Musikkskúlanum Lagt til rættis: Manja Johansen og Anna Rødgaard. Mynd: Jens Kristian Vang. Á tí nýggja og vælumtókta bakarínum Hjá Jórun í Klaksvík, hava tey fing­ið ein nýggjan rætt á mat­ skránna, ið er ein fiska­ súpan. Vit vóru á gáttini týs­ dagin, tá súpanin fyri fyrstu ferð varð seld. Vit fingu eitt prát við ein, sum stóð í køkinum. Hon greiddi okkum frá, hvat var í súpanini, men vildi ikki úttala seg ov nógv. Tey løgdu afturat, at hetta var meir ein reklama fyri fiskavirking í Klaksvík. Vit fingu ein smakkiroynd, og halda avgjørt, at hon kann viðmælast øllum. Nýggj súpan í bakarínum Hjá Jórun í Klaksvík Í súpanini er: fiskasós rómi hýsa eplir í skivum leykur rivnar gularøtur og ein bolla aftur við. Føroyskir floytunæmingar fáa køna undirvísing í dag og í morgin