mikudagur 21. februar 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 37 - 21. februar 2007
31
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
bilar
Seat koma nú við
einari nýggjari
rúmligari MPV
útgávu. Talan er um
Altea XL, sum í roynd
og veru er sami bilur
sum Altea og Toledo,
men eitt sindur
rúmligari við
liðiligari innrætting
og størri viðførisrúmi
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tað eru nú nøkur ár síðan,
sponsku Seat vórðu yvirtiknir
av týsku VW-konsernini og
fullkomiliga skiftu stíl, so
hvørt sum nýggj modell
koma á marknaðin.
Fyrst kom Seat Altea, síðan
kom Toledo, sum er sami
bilur men bert 18 cm longri
og hevur størri viðførisrúm,
og nú er so eisini Altea XL
komin, sum er eins langur
og Toledo, men líkist meira
einum stationcar. Her kunnu
vit leggja afturat at Seat
Leon, sum er ein eitt sindur
minni bilur, eisini er komin á
marknaðin í sama stíli.
Seat Altea XL er í somu
stødd sum t.d. Mazda5, Opel
Zafira og Renault Grand
Scenic, men verður ikki
gjørdur sum 7-persónabilur
eins og kappingarneytarnir.
Bilurin er praktiskur og
ein tann rúmligasti í sínum
klassa. Baksetrið kann flyt
ast aftur og fram, so viðføris
rúmið broytist frá 532 til 635
litrar. So talan er um eitt
rættuliga stórt viðførisrúm.
Vælvirkandi elektromek
aniska servostýring gev
ur bilinum eina fasta og
neyva stýring saman við
føstu og sportligu koyri
eginleikunum.
Altea XL fæst við tveimum
ymiskum bensinmotorum
við ávikavist 102 og 150 hk,
og trimum dieselútgávum
við 105, 140 og 170 hk.
Eins og Altea og Toledo
fæst Altea XL í útgávunum:
Reference og Stylance.
Altea XL eru komnir á
danska marknaðin. Her hjá
okkum koma teir at kosta úr
219.000 krónum, verður sagt
frá Bilasøluni í Hoyvík.
Nýggi Seat Altea
XL sum kemur á
marknaðin í vár
Seat Altea XL er ein MPV, sum líkist meira einum
stationcar
Seat Altea (viðførisrúm: 409 litrar)
Seat Toledo (viðførisrúm: 500 litrar)
Seat Altea XL (viðførisrúm: 532 til 635 litrar)
Síðan 1990 hava
Volkswagen átt og rikið
Seat verksmiðjuni í Spania
Seat Altea XL:
Rúmligur
og prak-
tiskur
MPV