Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. februar 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 38 - 22. februar 2007 tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 Linieskone í Danmark er á ferð í Føroyum. Tríggir føroyskir næmingar greiða frá saman við tveimum vaksnum um lívið á einum húsarhalds- og handarbeiðsskúla í Danmark KOSTSKÚLI Tíðindaskriv Í hesum døgum fara tey fimm frá Linieskon at vitja 9. – 10. flokkarnar í átta skúlum. Tær tríggjar genturnar fara at greiða frá um kostskúlalívað, undir­ vís­ingartilboðini og um nakr­ar av teimum mongu upp­livingum, tær hava havt á skúlanum. Linieskolen hevur hvørt ár næmingar úr Føroyum, og hetta er nú triðju ferð, at skúlin er á rundferð í Føroyum til tess at styrkja samstarvið við skúlarnar. Fólkaskúlin er liðugur – og hvat skulu vit so gera? Nógv ung halda beinleiðis fram í útbúgving, men nógv hava eisini tørv á eini pausu. Tað kann vera eitt ár at búnast í, eina tíð til at fordjúpa seg ella møguleika fyri at royna og menna sínar førleikar. Eitt uppihald á einum nú­ tím­ans húsarhalds- og hand­ar­ beiðsskúla gevur størri kunn­ leika til teir møgu­leikar, sum hvør einstakur hevur í fram­ tíðini. Skal eg verða kokkur, pedagogur ella okkurt heilt annað? Tey fakligu tilboðini á Linie­skolen eru innan hesi øki: Seyming, sniðgeving, kost, sálarfrøði og pedagogikk, heilsu og ítrótt, kreativitet eins og mentan og samfelag. At vera á einum kostskúla snýr seg ikki bert um fak­ ligheit. Næmingarnir eru saman við 24 øðrum í sama aldri alt samdøgrið og fáa nógvar upplivingar við sær heimaftur í viðførinum. Tætti felagsskapurin er eis­ ini góður grórarbotnur fyri at fá vinir fyri lívið. At Linieskolen hevur før­oyskar næmingar gevur uppi­haldinum eina eyka dimen­sión. Møtið millum tær báðar mentanirnar eru gevandi fyri bæði danir og føroyingar, sum læra um lík­ heidir og ymiskleikar hvør hjá øðrum og um tolsemi og aga. Endamálið við skúla­ vitjanini í hesum døgum er júst at styrkja og fasthalda siðvenjuna seinastu mongu árini at hava føroyskar næmingar á skúlanum. Føroyskur næmingur á donskum kostskúla Á vitjanini verður greitt frá, hvussu skúlin virkar Linieskone er ein nútímans húsarhalds- og hand­ arbeiðsskúla, sum er í Hadseten norðan fyri Århus. Skúln var stovnaður í 1923 og er ikki knýttur politiskum, pedagogiskum ella religiøsum rætningurm. Pláss er fyri umleið 60 næmingum, og hvørt ár eru næmingar úr Føroyum. Flestu næmingarnir eru millum 16 og 19 ár. FAKTA Hevur tú dirvi til at standa á odda fyri eini deild í stórari menning, og hevur tú áhuga fyri landsins byggilist, so kunnu vit bjóða tær øðrvísi royndir í einum spennandi og avbjóðandi starvi sum deildarleiðari á bygningadeildini hjá Landsverki. Um bygningadeildina Landsverk fekk við ársbyrjan eitt nýtt málsøki, og hevur nú bæði ný- og um- bygging, leigumál og viðlíkahald av landsins ognum um hendi. Høvuðsuppgávan hjá deildini er m.a. at lýsa og raðfesta krøvini til almenna bygg- ing við atliti at funktionaliteti, estetikki og góðskustøði, soleiðis at tað virksemið, sum skal fremjast, fær best møguligu karmar. Harumframt skal okkara nýggi starvsfelagið eisini taka lut í viðgerð av øðrum málum, har bygging og bygningar, landslag og formlist eru partar av hesum. Á deildini starvast umframt deildarleiðaran 3 arkitektar, 1 byggifrøðingur og 1 teknisk- ur assistentur. Tú vísir beinleiðis til stjóran og verður partur av leiðslubólkinum hjá stovninum. Arbeiðsøkið Sum deildarleiðari á bygningadeildini fær tú ábyrgdina av at: · menna tað nýggja málsøkið og hini arbeiðsøkini hjá deildini · stuðla og menna eitt kreativt arbeiðsumhvørvi · taka byggilistaligar avgerðir – eisini um funktionalitet og góðsku · arbeiða og uppbyggja ein politikk fyri almenna byggilist · fyrireika og samskipa landsbyggireglugerð fyri Føroyar Tú fer eisini at luttaka í tvørfakligum verk- ætlanum, og fer at arbeiða við fólki, sum hava ymiskar fakligar útbúgvingar og royndir. Førleikakrøv Vit leita eftir einum fólki við viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni. Útbúgv- ingin skal hava støðið í byggi- og fagur- frøði, til dømis arkitektur. Vit vilja røkka best møguligum úrslitum og leggja tí stóran dent á góðar persónligar eginleikar, at tú arbeiðir sjávstøðugt, hevur góð samstarvsevnir, dugir at skipa arbeiði á deildini og í tvørfakligum verkætlanum. Vit vænta, at tú eggjar, gongur undan og gevur títt íkast til menning av deildini og arbeiðsplássinum sum heild. Tú dugir somuleiðis at síggja møguleikan í at menna og broyta títt starv. Tað er harum- framt neyðugt at tú dugir at málbera teg væl bæði skrivliga og munnliga á føroysk- um. Leiðsluroyndir og aðrar royndir frá verk- ætlanum innan byggivinnuna er ein fyri- munur. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir eru sambært sátt- mála millum Fíggjarmálaráðið og avvarð- andi yrkisfelag. Umsókir Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) verður at senda til lv@lv.fo ella: Landsverk Postboks 78 FO–110 Tórshavn og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. februar 2007. Merkið umsóknina „Um- sókn – Deildarleiðari“ og viðmerk í um- sóknin, hvar tú hevur sæð starvslýsingina. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Oyvindur Brimnes, stjóra á tel. 540 801 ella teldupost ob@lv.fo. Eisini er møguligt at kunna seg um máls- økið „byggi-og bygningaumsiting“ og bygningadeildina á www.landsverk.fo. Fá ávirkan á landsins byggilist Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega-, byggi- og havnamyndugleika- uppgávur og flogvallamál. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og tyrlupallar. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo STARVSLÝSING