Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-22, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. februar 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 38 - 22. februar 2007 Stutt sagt Prodi misti tolið Italski forsætisráðharrin, Romano Prodi, bað í gjár­­kvøldið um at verða loyst­ur úr starvinum sum for­­sætisaráðharri, eftir at stjórn hansara hevði tapt eina atkvøðugreiðslu í tjóð­ ar­tinginum um uttan­ríkis­ pol­itikkin hjá stjórnini. Í fyrst­ani ljóðaði, at Giorgio Napolitano, forseti, hevði tikið uppsøgnina til eftir­ tektar, men seinni frættist, at hann hevði biðið Pordi halda fram og kannað møgu­­leikarnar fyri at skipa nýggja stjórn. Politiskir eyg­leiðarar í Rom søgdu í gjár­kvøldið, at tað er neyv­ an nakar ivi um, at Prodi verður sitandi sum for­ sætisráðharri, men at hann fer at umskipa stjórnina. Sambært eygleiðarunum er snøgt sagt eingin annar politiskur møguleiki. Samgongan aftan fyri stjórnina hjá Prodi er sett saman av fleiri flokkum, sum í fleiri viðurskiftum hava sera ymisk sjónarmið. Eygleiðarar í Rom siga, at flokkarnir kortini fara at finna eina semju um at halda fram, tí eingin teirra hevur áhuga í, at høgra­flokkarnir við Silvio Berlu­s­coni á odda skulu fáa valdið aftur. Blair kroystur Tað vóru neyvan hernað­ar­ lig viðurskifti, sum fingu Tony Blair at gera av at taka nakrar av teimum bretsku hermonnunum úr Irak. Politiskir eyg­leið­ ar­ar í London siga, at for­ sætisráðharrin er so illa kroystur, at hann noydd­ist at taka okkurt munagott stig fyri at bøta um umdømið hjá sær og flokkinum. Ein nýggj meininga­ kann­­ing í gjár vísti, at var parla­mentsval nú, hevði stjórnarflokkurin Labo­ ur fingið 31 prosent av at­kvøðunum,. meðan tann kon­servativi andstøðu­flokk­ urin hevði fingið 42 prosent. So stóra leiðslu hava tey kon­ servativu ikki havt síðani í juli í 1992. Tony Blair leggur ætl­ andi frá sær í summar, og tá tekur Gordon Brown, fíggjarmálaráðharri, við. Eygleiðarar í London vilja vera við, at tað var Brown, sum bað Blair taka nakrar av hermonnunum heim úr Irak. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk – Tað er einki stuttligt at fylla 70, men tað er hóast alt frægari enn alternativið (Haraldur kongur) útlond Ísurin kring Norð­pólin minkar í hvørj­um, og tey stóru reið­arí­ini ætla sær at brúka farleiðina tann vegin, tí har er nógv at vinna Farmaskip, sum sigla upp á amerikonsku vesturstrondina ella havnir í Norðurasia, fara at spara umleið 40 prosent í siglitíð, um tey kunnu sigla ígjøgnum Pólhavið held­ur enn at noyðast ígjøgn­um Suezveitina ella Panama­ veitina sum nú. Tað fer at gera, at reiðaríini kunnu spara umleið eina millión krón­ur fyri hvørt skip hvønn túr. Kanadiskir granskarar halda, at tað verður siglandi ígjøgnum Pólhavið longu innan 2030, og í norska reiðarafelagnum eru menn longu farnir at fyrireika seg til tær broyttu umstøðurnar. Lars Almklov, sum er stjóri á uttanríkisdeildini hjá norska reiðarafelagnum, sigur við Aftenposten, at Norð­urnoreg kann fáa stóran týdning, tá altjóða skipa­ ferðslan verður umskipað. Eitt nú er tað væl hugsandi, at vanlig farmaskip fara at leggja at í Norðurnoregi at umskipa farm umborð á skip, sum eru bygd til sigling á leiðum, har ísurin kann vera. Harafturat skulu hesi skipini hava olju, provi­ ant og annað, og tí kann Norðurnoreg fáa nógv burtur úr broyttu farleiðini, sigur Lars Almklov. Hann mælir norskum politikarum at fara undir fyrireikingarnar longu nú. – Vit skulu hugsa stórt, sigur stjórin á uttanríkisdeildini hjá reiðarafelagnum og vísir á, at øll tey stóru reiðaríini fyrireika seg til broyttu um­støðurnar. Skjótt siglandi um Norðpólin Nýsælendskir fiskimenn hava fingið in høgguslokk, sum hevði eygu sum bildekk Teir nýsælendsku fiski­menn­ inir fingu tann ovurstóra høggu­slokkin á línu nær­ hendis Antarktis. Tað vísti seg, at hann vigaði 450 kilo og sostatt 150 kilo meiri enn tann størsti, sum menn vistu um frammanundan. Steve O’Shea, høggu­ slokka­serfrøðingur á lærda há­skúlanum í Auckland, sigur við AP, at vísindin hevur sera stóran áhuga fyri tí ovurstóra høgguslokkinum. Fyribils hevur hann fingið latínska navnið Mesony­ choteuthis, sum merkir „risa­høgguslokkur“, og alt bend­ir á, at hetta er tann størsti høgguslokkurin, sum nakrantíð er veiddur, sigur John O’Shea. Tann størsti, sum menn vistu um frammanundan, vig­ aði 300 kilo og varð fingin í Rosshavinum við Antarktis fyri trimum árum síðani. Vorðið sum høgguslokkur Eyguni á tí ovurstóra høgguslokkinum vóru sum bildekk Reiðaríini kunnu spara eina mió. krónur hvønn túr, um skip kunnu fara ígjøgnum Pólhavið heldur enn Suezveitina ella Panamaveitina