hósdagur 22. februar 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 38 - 22. februar 2007
Frá S & K felagnum
Aðalfundur felagsins verður í húsinum hjá
S & K felagnum, Traðarvegur 20, Tórshavn,
leygardagin, 24. februar 2007 kl. 19:00
Dagsskrá sambært lógum felagsins
1. Frásøgn formansins frá farna ári.
2. Roknskapur til góðkenningar.
3. Val av nevndarlimum og tveimum
tiltakslimum.
4. Innkomin uppskot.
5. Ymiskt.
Søkt verður eftir fólki
til alingina í Suðuroy
Talan er um 2 fulltíðar størv, at seta skjótast gjørligt.
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um røkt av fiskinum.
Arbeitt verður í eini vaktarskipan, hvar tú, saman við
dugnaligum starvsfólkum, fært ábyrgdina av dagliga
rakstrinum á tykkara økið.
Vit væntað, at tú ert sera arbeiðssamur, nær lagdur og
árvakin í tínum arbeiði, tá hetta eru fremstu eginleikarnir
hjá einum góðum alara.
Lønin verður avtalað ímillum leiðslu og umsøkjara.
Um hetta ljóðar áhugavert, ert tú vælkomin at søkja
starvið við at senda eina umsókn til.
P/F Faroe Farming
Postbox 97
FO-900 Vágur
Ella ringja til Erhard á tlf. 221447 og frætta nærri
Skrivari til advokatfyritøku
Vit søkja eftir skrivara at starvast niðursetta tíð á
skrivstovu okkara skjótast gjørligt. Viðkomandi skal
helst hava skrivstovuútbúgving ella hava royndir
innan økið. Tað er neyðugt, at viðkomandi er stinnur
í føroyskum og donskum, og er tað ein fyrimunur,
um viðkomandi dugir væl enskt.
Skrivlig umsókn skal latast skrivstovuni í seinasta
lagi 2. mars 2007.
Advokatfirma Annfinn V. Hansen
Bryggjubakki 22
Postsmoga 106
110 Tórshavn
tele. (+) 298 359595
fax. (+) 298 359596
t-postur. advokat@advokat.fo
Floksting 2007
Regluliga Floksting Tjóðveldisfloksins verður í
Bygdarhúsinum í Miðvági
fríggjadagin hin 23. mars & leygardagin hin
24 mars 2007
Sí www.tjodveldi.fo
Tjóðveldisflokkurin
lýsingar
Avloysari
Fyri starvsfólk í farloyvi, verður søkt eftir av-
loysara at arbeiða 30 tímar um vikuna í tíðar-
skeiðinum 5. mars – 20. mai 2007.
Í barnagarðinum, sum er 6 ára gamal og normeraður
til 15 børn, eru bæði vøggustovu- og barna-
garðsbørn og eisini skúlabørn í frítíðaransingini.
Áhugaðir umsøkjarar ið hava fyrispurningar, eru
vælkomnir at seta seg í samband við kommununa,
tlf. 21 92 21.
Skrivlig umsókn við møguligum prógvum og
viðmælum verður at senda til Skálavíkar kom-
munu, 220 Skálavík, og skal verða okkum í hendi
seinast hósdagin 1. mars 2007 kl. 12.00.
Lønar og setanartreytir sambært sáttmála millum
Føroya pedagogfelag og Kommunala arbeiðs-
gevarafelagið.
Barnagarðurin Leikan
Fo-220 Skálavík
Tlf. 36 10 31 fartlf. 26 89 31
Leikan-s@post.olivant.fo
Hjálparfólk
til marknaðareftirlitsstøð í Vági
Søkt verður eftir tímaløntum hjálparfólki í sam
bandi við arbeiði á marknaðareftirlitsstøðini fyri
fiskaúrdráttir úr 3. londum í Vági, til setan skjótast
gjørligt.
Starvið, sum er tilkalling, tá ið tørvur er á at fremja
marknaðareftirlit, fevnir um:
• Skjalaeftirlit
• Samleikaeftirlit og
• Eftirlit av sjálvari vørusendingini, m.a. vøru
kanningar á marknaðareftirlitsstøðini og at
senda sýni til kanningarstovuna hjá okkum.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan syrgir fyri neyðugari
upplæring.
Aftrat teimum uppgávum, ið hoyra til sjálvt mark
naðareftirlitið, kunnu hugsast aðrar møguligar
uppgávur fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna í
Suðuroynni, so sum eftirlitsvitjanir o.a.
Best er, um tú hevur lokið prógv sum
• Laborantur ella
• Hægri útbúgving innan fiskivinnu (HIF) ella
• Tilsvarandi útbúgving,
Hevur tú eina miðnámsútbúgving við góðum
avriki, er tú eisini vælkomin at søkja.
Royndir við sýnistøku, góðskustýring og EDV á
brúkarastøði eru fyrimunir.
Tú skalt hava koyrikort. Somuleiðis skalt tú hava
góð samstarvsevni, vera nærlagdur/nærløgd og
duga at arbeiða miðvíst og sjálvstøðugt.
Starvið, ið er tímalønt, og sum í fyrstu atløgu bert
viðvíkur teimum marknaðareftirlitum, ið skulu
gerast, tá ið 3. lands fiskaúrdráttir verða upp
skipaðir í Vági, verður tímalønt sambært galdandi
sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Starvs
mannafelagið, sí heimasíðuna hjá lønardeildini,
www.lnd.fo.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til
Elspu Petersen embætisdjóralækna ella Óluvu
Niclasen, deildarleiðara.
Upplýsingar um Heilsufrøðiligu Starvsstovuna
annars, eru á okkara heimasíðu, www.hfs.fo.
Umsóknir til starvið, við avriti av prógvum,
starvsroyndum og møguligum viðmælum, skal
vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin
12/3/2007.
Heilsufrøðiliga
Starvsstovan
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo