mánadagur 26. februar 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 40 - 26. februar 2007
Listaframsýning
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Næsta mánaðin kunnu avrik
ini hjá einum av yngru list
arfólkunum í Norðoyggjum
skoðast i Leikalund í Klaks
vík
Fríggjadagin 2. marts kl
16 letur upp forvitnislig lis
taframsýning í Leikalund í
Klaksvík
Tað er Livar Nysted, sum
sýnir fram og tá ið latið
verður upp, eru hjartaliga
vælkomin inn á gólvið til
ein drekkamunn og smákak
ur.
Livar hoyrir til tað yngra
ættarliðið av listarfólkum.
Hann er føddur í 1970 og er
uppvaksin í Hvannasundi,
har hann eisni býr . Hann
hevur altíð havt stóran áhu
ga fyri at tekna. Tey fyrstu
árini teknaði hann mest við
blýanti. Men sum tíðin leið
tók eisini áhugin fyri aðrari
tøkni at veksa. Hann fór síð
ani at tekna við pastellum
og oljukriti, og seinri aftur
yvir til oljumáling og acryl.
Í dag nýtir Livar fyri tað
mesta acryl saman við spart
lijarni til myndir sínar.
Hjá Livari hevur tað verið
hugurin, sum drívur verkið
og er hann sjálvlærdur, siga
tey í tíðindaskrivi.
Viljin og áhugin hevur
gjørt at hann í dag er ein
“etableraður”
listamaður,
men tó við øðrum starvi. Í í
summar var hann á kursus í
Holbæk kunsthøjskole, og
har hevur hann fingið nógv
gott burtur úr.
Listaframsýningin hevur
heitið Afturskin. Hetta kem
ur av tí, at Livar hevur ar
beitt við ljósinum sum evni
í myndunum.
Framsýningin er opin til
6. apríl í upplatingartíðini
hjá Leikalund: Og tað er
mánadag til fríggjadag frá
kl 10 til 17:30 og leygardag
frá kl 10 til 13.
Listaframsýning í Leikalund
Hjá Livari Nysted er tað hugurin, ið drívur verkið
Eitt felag í Vági hevur
keypt størsta trolara í
Hetlandi
Eitt felag í Vági hevur nú
keypt størsta trolaran í
Hetlandi.
Talan er um tann 43,9
metra langa Sunbeam, sum
felagið V-Invest í Vági,
hevur keypt.
Hallur Augustinussen í
V-Invest, váttar, at trolarin
er keyptur.
Ætlanin var, at hann skal
yvirtakast í næstu viku,
men tað er eitt sindur óvist
við tí beint nú.
Báturin
er
hampiliga
nýggjur, tí hann er smíðaður
í Spania í 1997
Hallur Augustinussen vil
ikki siga, hvat báturin er
keyptur fyri, men hann hev
ur verið lýstur til sølu fyri
1,3 milliónir pund, ella ein
ar 15 milliónir krónur.
Tað er kvotaneyð, sum
fær hetlendingar at selja
teirra størsta trolara
Í fjør læntu teir kvotu
upp á 100 tons og tað skuldi
latast aftur í ár. Sostatt er
ikki longur grundarlag fyri
bátinum.
Hallur Augustinussen vil
onki siga um, hvat báturin
skal brúkast til, men tíðindi
úr Vági siga, at hann skal
yvirtaka rættindini hjá Roc
Amadour
Vágbingar keypa
trolara úr Hetlandi
Sunbeam er størsti
feskfiskatrolari í Hetlandi og
hann kemur nú á føroyskar
hendur